merkir eisini, at missurin er størri, tá hesir ikki kunnu vera við. Eisini haldi eg, at samanhladi hjá okkum er ein ótrúlig styrki, sum viðførir at viljin til at stríðast altíð er til staðar. Faxe stóran [...] sum hann stendur fyri, er sjálvsagt við til skapa virðing fyri honum, tí hann hevur í fleiri ár prógvað, at hann ikki er bangin fyri at taka ábyrgd ella ganga á odda, og hetta er eitt avgjørt pluss fyri [...] ikki. - Tað er so lítið av fólki í Herfølge. Bara eini 5.000 fólk, og tí er áhugin um liðið eisini tað minni. Tey, sum búgva í býum nærhendis halda aloftast við Brøndby ella FCK, so í so máta er tað ógvuliga
Hundurin brúni á ellisheimi, gentan sum er totalt up to date og drongurin sum heldur vil hava friturufeitt enn fisk. Kular Røtur 2 er eitt sindur av hvørjum. Fyri tað mesta er tónleikurin spældur í tíðarandunum [...] gjøgnumgangandi hoyrist, at tónleikurin er í tráð við nógv av tí, sum annars er at hoyra úr útlandinum í hesum døgum. Kular Røtur 2 er modernað og ungt. Tað er ein barnafløga, men eisini ein ungdómsfløga [...] vaksnu við í yrkingina. Kanska er tað ikki hundurin brúni, sum endar á ellisheiminum, men hesin sangurin er á hædd við tann tiltikna sangin fra fyrst í 80?unum. Sangurin Flippan er eitt rættiligur floorfiller
nærri og sær, at lítla reyða pirran er ein smágenta í hvítum øklasokkum og reyðum kjóla. Hon hoppar og dansar skinklandi klett av kletti, og tað hon sigur er: »malagrót, mala- malagrót.« Tað er so stuttligt [...] tað niður aftur. Eydnuríkt er mannabarnið í reyðum kjóla at geva og fáa. »Babba, fara vit út í bøin nú?«, spyr smágentan í reyðum kjóla. »Ja, nú er góður hoyterri, vindurin er vælsignaður, viðhvørt.« Smoykin [...] goymslum, kannar og sær alt, sum hann friðleysur reikar í ymsar ættir. Tað ágrýtna lagið er á honum, ferðin er í ein útnyrðing og skjótt liggja norðurhøv fyri framman, illfýsin av blástri hansara. Í havsbrúnni
eitt korter, til bilurin við Heidi var væntandi. Nú fartelefon er í hvørjum lumma, er einki fyri at halda seg kunnaðanum um, hvar hvør er staddur. So sleit í. Tað tóktiskt, sum vildi tann, sum við kranan [...] kom heimaftur, so tað er sunnaneftir, hon skal koma. Bilurin kemur sakuliga glíðandi heim eftir Kirkjuvegnum og steðgar. Jú, fólk kenna bilin hjá pápanum, so har er eingin ivi, nú er hon her. Fólk tyrpast [...] hesum frágera bragdið, hendan unga gentan hevur gjørt. Sum vera man verður stillað upp til myndatøku. Omman og abbin á Eiði eru, sum rímiligt er, mitt í rúgvuni. Ikki er sørt, at sinnismunur sæst aftur í
jamen, so ER tað tað. Tað setur eingin spurnartekin við! Tað, sum Madonna sigur er lóg, í hvussu er tá tað snýr seg um tað, ið er smart. Tíbetur havi eg heldur einki ímóti, at júst ein sum hon er framgangskvinna [...] skrivað bókina, var føddur í Heidelberg í 1944 og er sjálvur juristur. Bókin er týdd til 29 ymisk mál og er vorðin ein metseljari um allan heim, og tað er púra óvanligt fyri eina týska bók. Hollywood hevur [...] tað er líkasum nakað, eg eigi at halda, so tað telur ikki heilt við. Eg veit ikki, um tað at stjala røtur telur við sum mentan, men tað er ið hvussu er ein heilt serlig mentan, sum fullkomiliga er farin
matrosjkur seljast, áðrenn dreymur hennara er runnin út, og helst verða nógvir fótonglar lagdir fyri hana á vegnum. Men vónina kann eingin taka frá henni. Tað vónina, sum er sjálv fortreytin fyri broytingum. [...] Moskva, stóð okkum greitt, at hóast tað nú eru liðin meira enn tíggju ár síðani, at jarntjaldið fall, so er munurin millum eystur og vestur framvegis stórur. Risastórur. At sleppa ígjøgnum passeftirlitið var [...] gongd og taka trappurnar niður aftur á aðru! Eftirlitsmentan Sum dømi um herviliga rotinskapin, sum er í russiska samfelagnum, varð omanfyri nevnt, at viðførið varð gíðslatikið á flogvøllinum, men hetta
seinastu viku, saman við mínum tveimum synum, ein er 7 ár og hin 3 mánaðar. Komin uppá møtti eg einum pari. Hetta var eitt fitt ungt par 21-22 ára gomul, gentan var við barn, mundi hava gingið einar 5-6 mánaðar [...] gingu har so fitt og spankuleraðu við hvør sínari sigarett. Tað er jú sannroynd, at børn í móðurlívi hjá mammu, sum roykir, fáa ov lítla ilt í blóðið og vaksa tí seinni enn børn hjá mammum, sum ikki roykja [...] um heilsan hjá børnum hansara ikki kann tað? Royking er ein samfelagstrupulleiki, nógv størri enn onnur rúsevni. Ein stórur partur av fólkinum er so illa bitin av hesum heilsuskaðiliga vana, at tey seta
At tað júst er danska løgreglan, sum hevur avdúkað kervið, kemst av, at tað hevði sín uppruna í lítla vesturjútska býnum Tarm. Har kom løgreglan eftir, at eitt par hevði misnýtt eina ellivu ára gamla gentu [...] sum hava arbeitt við málinum, siga, at talan er um sera óhugnaligar myndir. Løgregluovastin í Ringkøbing, sum hevur staðið fyri kanningunum, sigur at hetta er tað ringasta, sum hann hevur havt við at gera [...] fólkini í kervinum sent myndir av 35 børnum sínamillum. Alt bendir á, at tann ellivu ára gamla gentan er tað einasta danska barnið, sum hevur verið misnýtt á hendan hátt.
landi. Tá ið tað so harafturat er so grunt, bleiv tað rættiliga ringt í sjónum. ? Tá síggja vit at ein lítil seglbátur er hólvdur nakað uttanfyri okkum. Talan var um eina lítla tvíkilju, annar kjølurin stóð [...] til at bjarga teimum, var vágbingurin, Ditlev Winther. Hann er í løtuni staddur í Spania, har hann er kokkur á einum grabbara, sum eitur Frigg hjá ein um donskum felag. Í hesum døgum eru teir í ferð við at [...] tilsamans eru teir 10 mans við í arbeiðnum. Ditlev sigur, at tað er rættiliga stórur munur á flóð og fjørðu, heilir átta metrar. Á fjørðu er tað sostatt ógvuliga grunt, har teir arbeiða, summa staðni kemur
og um hvussu gerandisdagurin hjá henni er: Í fyrru bókini fer hon í song, skal busta tenn og lata seg í náttklæði. Pápin skal lesa søgu, men hann er móður, og tað er Lóa ikki. . Í seinnu fer Lóa túr í skógin [...] an lítla Bjarna at sova. Bjarnarmamman ger alt, sum ein mamma eigur at gera, tá ið hon leggur børnini at sova, men lítli Bjarni er ikki til reiðar at sova. Hvat hevur bjarnarmamman gloymt? Bókin er 32 [...] skipini úti í havsbrúnni.... og Ása er eydnurík. Undanfarnu bøkurnar í røðini eru: Drekaskipið og Gylta svørðið. Bókin er 130 bls., heft og kostar kr. 125 í bókabúðunum. Hon er umbrotin, prentað og heft á Hestprent