Avdúkað pedofilt kervi

ÚR NORÐURLONDUM:
Danska løgreglan hevur avdúkað eitt altjóða pedofilt kervi, sum fekst við at senda barnapornografiskar myndir sínamillum ígjøgnum internetið. Higartil eru 25 fólk handtikin í ellivu ymsum londum.

At tað júst er danska løgreglan, sum hevur avdúkað kervið, kemst av, at tað hevði sín uppruna í lítla vesturjútska býnum Tarm. Har kom løgreglan eftir, at eitt par hevði misnýtt eina ellivu ára gamla gentu til pornografiskar myndir og videoupptøkur. Maðurin varð tikin longu í november í fjør, men løgreglan hevur hildið málið loyniligt fyri ikki at órógva rannsóknararbeiðið.
Donsku løgreglumenninir, sum hava arbeitt við málinum, siga, at talan er um sera óhugnaligar myndir. Løgregluovastin í Ringkøbing, sum hevur staðið fyri kanningunum, sigur at hetta er tað ringasta, sum hann hevur havt við at gera tey 30 árini, hann hevur starvast í løgregluni.
Sambært løgregluni hava fólkini í kervinum sent myndir av 35 børnum sínamillum. Alt bendir á, at tann ellivu ára gamla gentan er tað einasta danska barnið, sum hevur verið misnýtt á hendan hátt.