Móttøka
Eiði: Á Eiði fór maður av húsi hóskvøldið, tá Heidi Andreasen kom heim aftur við fýra olympiskum heiðursmerkjum. Heidi fekk eina móttøku, sum var eini drotning verdug.
Regnið sílaði spakuliga niður í stillinum hóskvøldið. Tað gekk ein rúgva av børnum á Vaglinum. Summi høvdu bannarar, og onnur høvdu kyndlar. Tey gjørdu klárt til móttøkuna, sum verða skuldi, tá kendi javnaldri teirra, Heidi Andreasen, koma aftur til heimbygdina eftir at hava gjørt øllum landinum æru hinumegin Jarðarknøttin.
Fleiri fólk komu aftrat. Bilarnir vórðu settir ymsastaðni longri burtur frá. Fløgg og sangir vórðu býtt út. Har støðu børn og ommur, vaksnir menn og gamlir abbar við sangblaðið og flaggi.
Børnini fingu øll kyndlar, og summi festu í beinanveg, hóast tað enn var umleið eitt korter, til bilurin við Heidi var væntandi.
Nú fartelefon er í hvørjum lumma, er einki fyri at halda seg kunnaðanum um, hvar hvør er staddur.
So sleit í. Tað tóktiskt, sum vildi tann, sum við kranan situr, ikki hava sitandi á sær, at hann skuldi oyðileggja hesa fagnaðarløtuna við regni, nú olympisk heiðursmerki á fyrsta sinni komu til Eiðis.
Stákast varð inni í húsunum, sum Eiðis Kommuna eigur, og har slík tiltøk plaga at verða fyrireikað. Fólk frá bygdarráðnum, frá Eiðis Bóltfelag og onkur granni hjá familjuni hjá Heidi sóust tita kvikliga upp og niður trappurnar, Summi við leidningum, sum settir vórðu til mikrofon og hátalarar, onkur við blómum og øðrum gávum, og so onkur, sum bara sá út til at hava nógv um at vera. Alt skuldi skipast upp á besta máta.
Tað kemur alt meira fólk. Vaglið fyllist, og fólk eru farin upp á trappur og aðrastaðni, har útsýnið er best, fyri at fylgja sum frægast við, tá hendan stórhending í bygdarsøguni skuldi fara fram.
Hugt verður yvir á kirkjutornið at vita, hvussu nógv klokkan nú er vorðin. Hon gongur seint eina sovorðna løtu. Kyndlarnir hjá summum børnum eru farnir at styttast, so ráðiligast verður hildið at sløkkja teir, so teir ikki vera niðurbrendir, áðrenn heiðursgesturin kemur.
So sæst ein bilur koma sunnaneftir. Øll vistu, at Heidi hevði verið til móttøku í Havn, áðrenn hon kom heimaftur, so tað er sunnaneftir, hon skal koma.
Bilurin kemur sakuliga glíðandi heim eftir Kirkjuvegnum og steðgar. Jú, fólk kenna bilin hjá pápanum, so har er eingin ivi, nú er hon her.
Fólk tyrpast saman um bilin. Heidi situr aftan fyri. Hon hyggur uttan um seg og sær ógvuliga ovfarin út, tá hon stígur úr bilinum.
-Jú, sigur pápin. Vit vistu, at okkurt skuldi verða, men at tað skuldi vera so stórfingið, høvdu vit ikki roknað við.
Og hann hvørvur í fólkamongdini, sum troðkast saman um tey fyri at sleppa at ynskja tillukku við hesum frágera bragdið, hendan unga gentan hevur gjørt.
Sum vera man verður stillað upp til myndatøku. Omman og abbin á Eiði eru, sum rímiligt er, mitt í rúgvuni. Ikki er sørt, at sinnismunur sæst aftur í onkrum andliti. Og skulu tey ikki vera eitt sindur rørd eina slíka løtu, verður ringt at finna løtuna, sum hóskar betri. Tað verður kroyst og klemmað og onkur hevur hug at fella eitt tár eisini.
Vinkonur, javnaldrar, skúlafelagar, lærarar, ommur, konur, menn og øll hini. Øll vilja sleppa fram at at ynskja tillukku. Øll meina tað av innasta hjarta, og Heidi og øll familjan hevur tað so hjartaliga uppiborið.
Sjónligt er, at Heidi er móð eftir drúgvu ferðina heimaftur. Men hon ber seg manniliga. Er glað og tekur blídliga í móti øllum, sum koma at heilsa henni.
Og so eru tað røðurnar. Har eru fólk frá bygdarráðnum og frá ítróttarfelagnum, sum vilja siga nøkur orð og handa gávur. Umboð fyri mentanardeildina og bygdarráðsformaðurin halda røðu. Og at enda fer pápin upp á røðarapallin og takkar hjartaliga fyri ta stórfingnu móttøku, tey hava fingið.
Tað er stilli, og púra íslitið. Kyndlarnir eru farnir at styttast, og eitt sindur er farið at tynnast í mannamúgvuni. Heidi stendur glað og væl nøgd mitt í rúgvuni av vinkonum, sum ikki vilja sleppa henni. Eina løtu, beint tá hon kom úr bilinum, var hon sjónliga ávirkað av møði, sum ikki kann vera so løgið. Túrurin úr Sydney til Eiðis er ikki nakað, sum ein bara ger, uttan at tað merkist. Men skúlastjórin hevði lovað henni, at hon fær frí í morgin, skiltist.
Men nú er alt líkasum gloymt. Nú er hon aftur á kendum leiðum. Við fýra olympiskum heiðursmerkjum, sum hon hevur vunnið á útferð, har hon hevur sett Føroyar á heimskortið og brent tilvitanina um hendan lítla oyggjaflokkin inn í høvdið á teimum »down under«.
Sanniliga hevur Heidi Andresen upplivað bæði, at her gjørdist.......... heimferðin blíð og bjørt, og Føroyum hevur hon hepni gjørt.