FERÐAMINNI
Moskva. Bara hugsanin um at fáa møguleikan at vitja hendan søguliga býin tók at bíta seg fasta, fleiri mánaðir áðrenn fráferðina.
Føroyska fótbóltslandsliðið hevði til nú lidnu undankapping drigið Russland sum eitt av mótstøðuliðunum, og tí hevði tað leingi verið greitt, at ferðin fyrr ella seinni skuldi ganga til russiska høvuðsstaðin. Hendan býin, sum hevði hýst so nógvum stórhendingum í heimshøpi, harav hin størsta kanska mundi vera, at hetta var høvuðsborgin hjá kommunistisku einaræðisveldinum. Eitt stórveldi, sum annars byrjaði sum ein visión hjá Marx. Ein visión um at skapa eitt utopia, sum Lenin seinni tók stig til at skapa, men sum undir tíðarskeiðnum hjá Stalin varð umskeplað til eitt veldi, har ræðslan fyrst og fremst var tað, sum helt londunum og fólkinum saman.
Fordómar staðfestir
Eftir at vit fyrst høvdu verið tríggjar dagar í tí meira heimliga Luksemburg, var tað eitt heldur svøvntungt lið av fótbóltsleikarum og fjølmiðlafólkum, sum stigu í bussin, ið skuldi taka okkum til altjóða flogvøllin í Brüxelles, haðani Sabena skuldi taka okkum túsundtals kilometrar til russiska høvuðsstaðin.
Beint sum vit lendu á Sheremetjovo-flogvøllinum í Moskva, stóð okkum greitt, at hóast tað nú eru liðin meira enn tíggju ár síðani, at jarntjaldið fall, so er munurin millum eystur og vestur framvegis stórur. Risastórur.
At sleppa ígjøgnum passeftirlitið var ein roynd í tolsemi, har leikararnir fyri at stytta sær stundir, fóru at taka tíð, hvør var skjótastur at sleppa teinin úr longu bíðirøðini og inn í høllina. Skjótasti maðurin slapp við góðum tríati sekundum, men í flestu førum tók tað einar tveir minuttir hjá eftirlitsfólkunum. Fyrst at hyggja í passið, síðani at andlitinum og at enda at stempla innferðarpappírini. At viðførið síðani varð gíðslatikið, til nakrir dollarar høvdu skift eigarar, var í so máta bert ein váttan av fordómum, so alt í alt mundu einir tveir til tríggir tímar líða, áðrenn vit loksins sótu í hýruvogninum, sum skuldi føra okkum til gistingarhúsið.
Ferðin av flogvøllinum til kamarið á gistingarhúsinum hevur áður fingið umrøðu bæði her í blaðnum og aðra staðni, so tað skal ikki verða nortið við her. Staðfestast kann undir øllum umstøðum, at eisini hetta tók einar tríggjar tímar. Eina mest tí tað tóktist mest sum ógjørligt at fáa hjálp til at finna vegin fram. Kanska var tað ein sjálvfylgja, at fyri at koma upp á aðru hædd skuldi fyrst farast við lyftu upp á triðju, fyri síðani at ganga eftir eini gongd og taka trappurnar niður aftur á aðru!
Eftirlitsmentan
Sum dømi um herviliga rotinskapin, sum er í russiska samfelagnum, varð omanfyri nevnt, at viðførið varð gíðslatikið á flogvøllinum, men hetta var so langt ífrá einasta dømi. Skipaður telefonágangur við »frekum« tilboðum var mest sum gerandiskostur, og oftari enn tíðum skuldi gjaldast í hondina fyri at sleppa úr onkrari trongstøðu.
Tað var tó ikki hetta, sum var størsta eyðkennið við russiska fólkinum. Kanska var hetta meira ein háttur hjá teimum at skava sær nakað av peningi saman til ein gerandisdag, har ágóðarnir hjá vanliga fólkinum eru fáir og spjaddir, tó at ríkmenninir eisini tóktust vera nógvir í tali.
Tað, sum tú veruliga beit merki í, var, hvussu ófræls og niðurbundin øll tóktust at vera. Kanska ikki so løgið, tá hugsað verður um søguna hjá landinum, ið einamest snýr seg um trælabinding og niðurpíning í fleiri øldir. Stalin var als ikki eitt serstakt fyribrigdi í landinum, og hansara ræðslustýri hevði neyvan verið gjørligt, um talan var um eitt land, har fólkið altíð hevði verið frælst.
Hetta gav eisini at bíta, hvørja ferð ein avgerð skuldi takast um nakað sum helst. Eitt nú var tað ikki bara sum at siga tað, tá vit júst komnir á gistingarhúsið skuldu fáa at vita, hvørji kømur vit fingu tillutað. Ein og ein vórðu leikarar, leiðarar og fjølmiðlafólk avgreidd, og innan fyri diskin vóru tingingarnar øgiligar fyri hvørja bílegging. Tóktist mest av øllum, sum var tað ein risa stór avgerð at taka, tá sigast skuldi frá, at kamarið hjá viðkomandi var á tí og tí hæddini.
Vigaðu ølirnar
Til tíðir tóktist hendan eftirlitsmentanin skemtandi, tí hóast langt var ímillum telduskíggjarnar, so hevði tú á ein hátt ein illgruna um, at »big brother« hjá Orwell varð skrivað við russiskari inspiratión. Eitt nú vóru goymsluteljingar hvørt kvøld á smáu kioskunum, sum vóru á flestu hæddunum á hotellinum. Har kundu einar tríggjar tænastugentur eftir eini samanbering ímillum goymslu og kassastrimmulin staðfesta, hvørt nakað svinn hevði verið í goymsluni, og skal dømast eftir ágrýtni teirra í hesum, so var tað neyvan stuttligt hjá teimum, um nakað restaði í.
Kanska mest sigandi upplivingin í so máta var tó helst, tá vit eitt kvøldið høvdu sett okkum í barrina á hotellinum. Ein skuldi ikki trúð, at tríggjar tænastugentur skuldu havt stórvegis trupulleikar av at avgreiða bílegginina, sum ljóðaði upp á tríggjar fatøl. Hetta tók tó sína tíð, men sjónligt var, at tær stákaðust óført innan fyri diskin. Eftir at hava kannað støðuna, fekst tó eisini ein frágreiðing upp á bíðitíðina. Til tess at tryggja sær, at øl-kaggarnir eisini kundu takast við í goymsluteljingina, varð hvør øl vigað. Fyrst varð tóma glasið sett á bismaravektina. Síðani eitt lodd við røttu vektini, og so var bara eftir at tryggja sær, at júst rætta nøgdin av flótandi løginum var í glasinum. Tá tær soleiðis tríggjar ferðir høvdu stoytt frá og koyrt uppí, til armarnir á bismaranum stóðu púrasta vatnrættir, var bert eftir at nýta eygamálið til at kanna, um tað nú var eins nógv í øllum gløsunum.
Glæstrimyndirnar
At fara sær ein gongutúr niðan í sjálvan miðbýin ? vit búðu eitt hanagleiv frá Reyða Torginum ? var mest sum ein fullkomin andstøða til mentanina, sum annars var at hóma í fólkinum.
Líka mikið, hvussu ótryggan og ágingnan tú annars kendi teg, so fekk tað ikki verið annað enn imponerandi at síggja glæsiliga miðbýin. Risa stóru bygningarnir, sum ymsu Tsararnir hava sett sum sínar minnisvarðar saman við stalinistisku monumentunum, ið vóru tekin um russiskan framburð, boðaðu hvør í sínum lagi frá ríkidømi og vælferð, hóast alt annað stóð í fullkomnari andsøgn.
Stuttligt at ímynda sær, at meðan vit í okkara ríkidømi kunnu øsast upp av, at Løgtingið ætlar at nýta milliónir til at byggja sær nýtt tinghús, so hevur eingin mutað ímóti, tá fátæka og niðurpínda russiska samfelagið hevur nýtt ein lutfalsligan stóran part av síni orku til slíkar glæstrimyndir. Ræðslan og undirkúganin hevur í øldir fest inn í fólkið, at klandur við myndugleikarnar ikki er nakað, sum loysir seg. Ella sum Stalin sjálvur verður siteraður fyri at hava sagt í bókini hjá bretska søgufrøðinginum, Alan Bullock:
»Um eg skal velja ímillum eitt vald, stýrt av sannføring ella ræðslu, vil eg altíð velja ræðsluna. Sannføringin kann altíð skifta, men ræðslan er varandi«.
Dukkan og vónin
Hóast hesa niðurbinding av einum heilum fólki, sum vit á ferðini vóru vitni til, so vóru eisini glottar at hóma. Glottar, sum á sín hátt siga frá, at í okkum øllum býr ein vón.
Fyrsta dagin, sum vit vóru í býnum, nýttu vit høvi til at keypa nøkur ferðaminni. Hesir vælsignaðu lutir, sum onkursvegna skulu prógva, at tú hevur verið á staðnum.
Sjálvur hevði eg sett mær fyri, at nakrar av sermerktu russisku dukkunum, Matrosjka, skuldu vera í viðførinum á heimferðini.
Tað stóð sjálvsagt ikki á at finna hesar, tí í mest sum øllum handlum taldist hetta á vørulistanum. Eins og við øllum øðrum, so var tó stórur prísmunur á, um keypt varð á gøtuni ella í onkrari av stóru sølumiðstøðunum, og tí fall valið á eina lítla sølubúð nærhendis hotellinum.
Somikið lítið var plássið í hesari, at bert ein av okkara rúmaðist inni í senn, men líka mikið. Eftir at hava tingast eitt lítið sindur um prísin, var semja um, at ein ávísur avsláttur var at fáa, tá nú gubbabørnini eisini skuldu hava sítt. Helst kundi prísurin verið trýstur nakað væl afturat, men havandi munin í livistøðinum hjá vanliga fólkinum í huga, tímdu vit ikki at ómaka okkum ov nógv, bara fyri at spara nakrar fáar dollarar.
Sum so hugsaðu vit ikki meira um hetta, men á seinasta degnum fingu vit prógv um, at fryntliga gentan í sølubúðini ikki hevði gloymt okkum. Hóast tað helst eru túsundtals fólk, sum hvønn dag ganga framvið sølubúð hennara, so lýsti andlit hennara upp, nú vit tveir dagar seinni gingu framvið aftur. Ikki tí at vit á nakran hátt gjørdu tekin um, at vit ætlaðu at keypa meira, og hon trokaði seg á ongan hátt framat. Men smílið, sum hon sendi okkum, var sjónligt tekin um ikki bara takksemi. Heldur var tað tekin um ein vilja til at liva sítt egna lív. At vera eitt sjálvstøðugt individ, sum eftir fleiri ættarlið í niðurpínslu nú brádliga hevði ein møguleika at standa á egnum beinum.
Tað skulu helst nógvar matrosjkur seljast, áðrenn dreymur hennara er runnin út, og helst verða nógvir fótonglar lagdir fyri hana á vegnum. Men vónina kann eingin taka frá henni. Tað vónina, sum er sjálv fortreytin fyri broytingum.