Aftaná seks umfør hevur føroyingaliðið í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum í Íslandi, Stjarnan enn fyrsta stigið til góðar.
Natasja Hammer, Inga Maria Roysdóttir og liðfelagarnir í Stjörnuni spældu í dag dyst á útivølli móti Haukum. Haukar vunnu dystin 34-27. Í steðginum var heimaliðið á odda 18-13.
Tað gekk framúr væl hjá Natasju, ið var toppskjútti hjá Stjörnuni við átta málum. Inga Maria skoraði tvey mál.
Komandi leygardag klokkan 15.30 skal Stjarnan á heimavølli royna at fáa fyrstu stigini hetta kappingarárið. Tá kemur Þór Akureyri á vitjan í Garðabær.











