Bøkur um Lóu
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út smábarnabøkurnar Lóa skal sova og Lóa í skóginum eftir Lene Fauerby og Mette Kirstina Bak. Niels J. Thomsen týddi.
Hetta eru tvær fittar søgur um lítlu gentuna Lóu, og um hvussu gerandisdagurin hjá henni er: Í fyrru bókini fer hon í song, skal busta tenn og lata seg í náttklæði. Pápin skal lesa søgu, men hann er móður, og tað er Lóa ikki. .
Í seinnu fer Lóa túr í skógin saman við mammu og pápa. Har er ein stórur stakkur av viðarbulum, sum Lóa klintrar uppá. Men so missir hon suttuna....
Bøkurnar eru 28 bls. í litum hvør, innbundnar og kosta kr. 30 hvør í bókabúðunum. Hestprent stóð fyri prentgerðini.
????????????
Mussa Bjarna Góða Nátt
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út myndabókina Mussa Bjarna Góða Nátt eftir Amy Hest og Anita Jeram. Eyðna Magnussen týddi.
Eitt myrkt og ilsligt kvøld í Mýrigøtu leggur bjarnarmamman lítla Bjarna at sova. Bjarnarmamman ger alt, sum ein mamma eigur at gera, tá ið hon leggur børnini at sova, men lítli Bjarni er ikki til reiðar at sova. Hvat hevur bjarnarmamman gloymt?
Bókin er 32 bls. í litum, innbundin og kostar kr. 68 í bókabúðunum. Hestprent stóð fyri prentgerðini.
??????????????
Hin ósjónligi
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út ungdómsbókina Hin ósjónligi eftir Mats Wahl. Jákup í Skemmuni týddi.
Hakakrossar eru allastaðni á vegginum í fimleikarhøllini. Hvør hevur gjørt herverkið og hví? So hvørvur Hilmar Eriksson. Man tað hava nakað við herverkið at gera?
Hví hvørvur Hilmar? Hvat var tað gentan hjá Hilmari fortaldi honum, beint áðrenn hann hvarv? Hví hevur onkur skrivað SVÍKJARI á skápshurðina hjá Hilmari? Hvør hevur gjørt herverkið í fimleikarhøllini? Hví ringir skúlastjórin ikki eftir løgregluni? Hvaðan kemur alt hatrið frá?
Sera spennandi og øðrvísi krimisøga um, hvat kann henda, tá ið ung fólk koma sær upp í víðgongdar, høgravendar felagsskapir.
Bókin er 191 bls., heft við klaffum og kostar kr. 140 í bókabúðunum. Hon er umbrotin, prentað og heft á Hestprent.
???????????
Borgin handan havið
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út barnabókina Borgin handan havið eftir Mai Bylock. Ásvør Djurhuus týddi.
Triðja bókin í røðini um lítlu gentuna Petité, sum varð rænd av víkingum og nevnd Ása. Nú er hon ung genta og er vorðin væl við høvdingasonin Torfinn. Hann fer á víkingaferð, veturin líður, og eingin drongur kemur aftur. Øll halda hann vera deyðan, men so ein dagin daga skipini úti í havsbrúnni.... og Ása er eydnurík.
Undanfarnu bøkurnar í røðini eru: Drekaskipið og Gylta svørðið.
Bókin er 130 bls., heft og kostar kr. 125 í bókabúðunum. Hon er umbrotin, prentað og heft á Hestprent.










