Bjargingarbragd
Tað er onki at ivast í, at tríggir ungir spaniólar eru ómetaliga fegnir um, at Ditlev Winter úr Vági ikki var so langt burtur, tá ið teir fóru ein siglitúr týsdagin.
Tí var tað ikki júst fyri hendan 24 ára gamla vágbingin, er lítil ivi um, at siglitúrurin var endaður í einum sorgarleiki.
Lítli seglbáturin hjá spaniólunum hólvdist í ringum og tann einasti, sum tordi at taka stig til at bjarga teimum, var vágbingurin, Ditlev Winther.
Hann er í løtuni staddur í Spania, har hann er kokkur á einum grabbara, sum eitur Frigg hjá ein um donskum felag.
Í hesum døgum eru teir í ferð við at grava eina siglingarrennu við ein lítlan frítíðarbýi 20 kilometrar frá Huelva, beint við markið til Portugal.
Teir eru seks mans við grabbaranum, men tveir aðrir bátar eru, sum føra tað burtur, sum teir grava upp av botni. Tveir mans eru við hvørjum bátinum, so tilsamans eru teir 10 mans við í arbeiðnum.
Ditlev sigur, at tað er rættiliga stórur munur á flóð og fjørðu, heilir átta metrar. Á fjørðu er tað sostatt ógvuliga grunt, har teir arbeiða, summa staðni kemur sjógvurin bara upp á miðjuna á vaksnum mann, hóast teir eru meiri enn ein fjórðing úr landi.
Illveður brast á
Tá ið Ditlev fór til arbeiðis týsmorgunin, var tað onki sum bendi á, at hesin dagurin fór at vera øðrvísi enn allir aðrir dagar.
Men hann bleiv skjótt klókari
Seinnapartin vaks hann brádliga vindin í 15-18 metrar um sekundið.
Vindurin lá inn at landi, men tað var fjarðandi sjógvur og sostatt var samstundis rættiliga harður streymur út frá landi.
Tá ið tað so harafturat er so grunt, bleiv tað rættiliga ringt í sjónum.
? Tá síggja vit at ein lítil seglbátur er hólvdur nakað uttanfyri okkum. Talan var um eina lítla tvíkilju, annar kjølurin stóð beint uppeftir og seglið var undir sjónum. Vit sóu eisini, at okkurt fleyt í sjónum beint við bátin.
?Tað var ikki hugsingur um at fara úteftir við grabbaranum, tí hann hevði komið í botn beinanvegin, men vit hava eisini eina lítla aluminiumsjollu við leysamotori, sum vit plaga at brúka.
Ditlev ivaðist ikki, men spurdi beinanvegin hinar menninar um teir ikki skuldu fara við jolluni at royna hjálpa teimum.
? Men tað noktaði hinir blankt, tí tað tordu ikki at fara við jolluni í so ringum veðri.
Sjálvur hevur Ditlev bát og er vanur at sigla, tó at veðrið kanska ikki altíð er av tí besta. Men einsamallur var ikki hugsingur um at fara við jolluni í slíkum líkindum, tí tað bar ikki til at standa so ein maður fekk onki gjørt.
Við at druknaa
Ditlev sigur, at hann fór so niður undir aftur. Men tá ið ein løta var farin, kom bestimaðurin rennandi og spurdi, um teir ikki skuldi royna kortini, tí nú var hann vísur í, at tey á seglbátinum vóru við at drukna.
? Eg blakaði tað eg hevði í hondini og leyp upp á. So lótu vit okkum í bjargingarvest og løgdu frá borði við jolluni.
Tá ið teir komu til seglbátin, lógu trý fólk í sjónum. Tað eydnaðist at fáa tey upp í jolluni og umborð aftur á grabbaran.
Ditlev sigur, at talan vóru um tvær gentur og ein drong, øll í tjúgunum. Serliga gentan var rættiliga illa á holdum komin og stóð ikki á beinunum. Men hon ernaðist skjótt aftur, tá ið hon hevði fingið handklæði at turka sær við og okkurt at balla seg inn í.
Tað vísti seg, at bjargingartænastan hevði leitað eftir fólkunum, og eina løtu aftaná kom ein bátur frá bjargingartænastuni út á grabbaran eftir teimum trimum fólkunum.
Nú aftaná er hann bara fegin, at alt spældi væl av, tí hann ásannar, at tað var ikki heilt vandaleyst.
? Brotini vóru ikki so øgiliga stór, men tey komu allastaðani frá, so tað var ómetaliga ringt at varða seg og hólvdist tann flatbotnaða jollan, kundi tað eisini verðið ein galin endi hjá okkum, sigur Ditlev.
Sjálvur dugur hann at svimja og hann uggaði seg eisini við, at sjógvurin var ikki so kaldur, so fóru teir í havið, skuldu teir nokk klára seg eina løtu.
Men bestimaðurin, sum var við honum, var djarvur, tí hann dugdi ikki at svimja, men helt seg til kortini.
Ditlev sigur, at tey duga illa enskt har á leiðini, so tað var ógvuliga avmarkað, hvat ið teir fingu tosað við teir neyðstøddu spaniólarnar. Men ?thank you? - takk fyri - dugdi tey, og tað søgdu tey uppaftur og uppaftur, so onki er at ivast í at tey vóru rættiliga gyrd í brøkur og takksom fyri hjálpina.
Hann sigur, at síðani spaniólarnir fóru av grabbaranum, hava tey onki hoyrt aftur.
Men hetta bragdið hevur kortini vakt ans har um leiðir, tí okkurt blað hevur umrøtt hendingina, eins og tað hevur verið at lisið á tekstvarpi hjá onkrari sjónvarpsrás.










