Droymir um at sleppa út um kongaríkið at spæla

Um 17 dagar kann Jákup Mikkelsen vera við til at skriva føroyska fótbóltssøgu. Hetta um hann sum fyrsti føroyingurin verður við til at vinna eitt danskt meistaraheiti. Fyri stuttum fingu vit okkum eitt prát við landsliðsmálverjan

Tá Jákup Mikkelsen í 1994 fór til Danmarkar at royna seg, hevði hann helst ikki roknað við, at hann seks ár seinni skuldi verða aftasti skansin hjá oddaliðnum í donskum fótbólti. Hvussu bar tað tó til, at tað júst gjørdist Herfølge, sum fekk gleði av føroyska málverjanum, og hví er lítla felagið brádliga at finna ovast í donskum fótbólti? Hetta vóru nakrir av spurningunum, sum vit settu Jákupi Mikkelsen, tá vit herfyri hittu hann á máli.


Nærum av tilvild

Jákup greiður sjálvur frá, at hann og gentan í 1994 gjørdi av at fara til Danmarkar í lestrarørindum, eftir at hann, orsakað av sparingum, varð uppsagdur á Postverkinum. Í fyrsta umfari var talan bert um HF, men tá hann eftir tvey ár hevði fingið møguleika at spæla í superliguni, broyttist støðan, og ístaðin fór hann á læraraskúla.

- At tað júst gjørdist Herfølge, sum gjørdist felagið hjá mær, var eitt sindur tilvildarligt. Allan Simonsen hevði gjørt mær greitt, at um eg framhaldandi skuldi spæla á landsliðnum, mátti eg finna mær eitt felag, á rímuliga høgum støði. Eg setti meg so í sambandi við fyrrverandi KÍ-venjaran, Jens Hvidemose, sum býr í Haslev, fyri at vita, um hann kundi hjálpa mær. Hann tosaði so við Næstved, uttan at nakað tó kom burtur úr hesum, men brádliga fekk eg boð frá Allani Simonsen aftur. Hann hevði tosað við Ole Mørch, sum tá var venjari hjá Herfølge. Triði málverji teirra var tá júst seldur til Hollands, og sostatt kom eg til Herflølge sum triði málverji, greiður Jákup frá.

Herfølge var tá statt í sonevndu superkval. røðini, sum varð røðin har uppflytingin til bestu deildina tá varð avgjørd, og væl gekst. Árið eftir var Herfølge at finna í superliguni, har teir hava havt fastan sess síðani.


Altíð undirtippaðir

Spurdur um tey málini, sum hann tá setti sær fyri, samsvara við støðuna í dag, svarar Jákup, at tað gera tey í stóran mun.

- Eg hevði sett mær fyri, at eg skuldi spæla superliga fótbólt. Tá vóru vit tríggir málverjar, og meðan eg Kai Larsen vera tann besta av okkum, helt eg meg sjálvan vera fult so góðan sum táverandi annar málverjin. Leiðin upp á besta liðið var tó styttri enn eg hevði væntað, og longu í august mánaði í ?95 spældi eg mín fyrsta superliga dyst. Eg varðveitti so sessin í eitt hálvt ár, áðrenn eg varð skaddur, og síðani eg tá vann fyrsta málverjasessin aftur, havi eg spælt tá eg havi verið klárur.

Undan kappingini í ár vóru nógv á einum máli um, at Herfølge taldist millum dumpikandidatarnar í røðini, men støðan í dag er jú ein heilt onnur. Hvørja hugsan hevur málverjin um hetta?

Vit vóru undirtippaðir í ár, og tað hava vit satt at siga verið hvørt ár. At fólk soleiðis rokna við, at vit skulu flyta niður, passar okkum bara heilt væl, tí tá verður tað nógv lættari hjá okkum at spæla. Hóast oddastøðuna, sum vit hava í løtuni, so verið eg ikki kløkkur, um bløðini aftur hava okkum sum niðurflytingarevni komandi ár, men sjálvur eri eg ikki bangin fyri hesum. Eg haldi hinvegin, at vit hava eitt ótrúliga gott lið. Vit hava kanska ikki nakrar profilar, men spælararnir eru javnt góðir, og vit hava ein hampuliga breiðan hóp, soleiðis at liðið kann bera, at nakrir spælarar eru skaddir v.m. Hini feløgini hava kanska størri profilar, men hetta merkir eisini, at missurin er størri, tá hesir ikki kunnu vera við. Eisini haldi eg, at samanhladi hjá okkum er ein ótrúlig styrki, sum viðførir at viljin til at stríðast altíð er til staðar.


Faxe stóran týdning

Undan hesum kappingarárinum varð fyrrverandi landsliðsleikarin, John Faxe Jensen, settur sum venjari hjá Herfølge, og sambært Jákupi hevur hann havt eina stóra ávirkan á avrikini hjá liðnum.

- Fyrst og fremst merkist tað sera væl, at tað er stutt síðani, at hann hevur spælt fótbólt á hægsta støði. Ja, hann spælir faktist enn, og hetta merkja vit sum leikarar rættuliga væl. Eitt nú eru venjingarnar rættuliga nógv rættaðar móti støðum, sum íkoma í dystum. Harumframt gevur hann nógv, bara við at vera til staðar. Navnið sjálvt, og tað, sum hann stendur fyri, er sjálvsagt við til skapa virðing fyri honum, tí hann hevur í fleiri ár prógvað, at hann ikki er bangin fyri at taka ábyrgd ella ganga á odda, og hetta er eitt avgjørt pluss fyri hansara viðkomandi.

Eisini hevur hann gjørt ymiskt, sum vit ikki vanliga verður tengt at venjing. Undan kappingin vóru vit t.d. á sonevndari yvirlivilsisferð, og eisini hava vit vera felags um onnur ting, so sum úti í báti at fiska, koyrt go-cart. Hetta hevur avgjørt styrkt um samanhaldið á liðnum, eins og hetta eisini gevur møguleika fyri at gloyma fótbóltin fyri ein dag.

Av prátinum hjá teimum liðfeløgunum, sum eru hjástaddir undir práti okkara, skilst eisini, at Føroyaferðin í summar avgjørt eisin var við til at styrkja samanhaldið. Jákup ásannar eisini, at hetta er ein ferð, sum teir framvegis tosað um, og serliga er tað ólavsøkan, sum av ymsum ávum hevur fest seg í minnini hjá liðfeløgunum.


Góðar vónir

Tá vit tosaðu við Jákup, hevði Herfølge bert vunnið tveir av undanfarnu seks dystunum, men kortini hevði málverjin góðar vónir um eina endastøðu í oddinum.

- Vit hava spælt góðan fótbólt, men vit hava kortini ikki megnað at gjørt neyðugu málini, og uttan hesi ber altso ikki til at vinna ein fótbóltsdyst. Megna vit at fáa gongd á hendan partin eisini, so rokni eg við at vit kunnu standa okkum heilt væl.

- Vit eru eisini farnir at merkja, at fók nú eru farin at rokna meira við okkum. Hini liðini hava eisini sett stig til alla tíðina, og tí eru kanska fleiri, sum halda, at tað eins væl kunnu gerast vit sum nakar annar. Vit skulu tó ikki taka nakað sum givið, og heldur ikki fara at rona okkum sjálvar sum favorittar, bara tí Tipstjenesten ella onkur annar ger tað. Vit skulu hinvegin út at spæla okkara spæl, har stríðsviljin stendur ovast á skránni.

- Hetta er eisin nakað, sum Faxe leggur stóran dent á undan dystunum. Tá vit hava taktikfund, skrivar hann altíð »fight« ovast á talvuni, og so kemur restin. Tað vísur seg eisini aloftast, at um so er, at liðið er fyrst á flestu bóltunum og vinnur nærdystirnar, so kemur restin eisini av sær sjálvum.

Spurdur um leikararnir eisini merkja, at fólkið á stðanum er um at fáa fótbóltsfepur, svara Jákup, at tað heldur hann ikki.

- Tað er so lítið av fólki í Herfølge. Bara eini 5.000 fólk, og tí er áhugin um liðið eisini tað minni. Tey, sum búgva í býum nærhendis halda aloftast við Brøndby ella FCK, so í so máta er tað ógvuliga róligt her á staðnum.


Framtíðin

Um framtíðina sigur Jákup, at vón hansara heilt klárt er at koma uttanlands at royna seg. Royndarvenjingin í Leeds fyri hálvum ári síðani gav ikki nakað úrslit, og sjálvur hevur Jákup bert valt at taka hetta sum eina uppliving.

- Eg royni bara at gera mítt besta her á staðnum, og so vóna tað besta. Faxe hevur eisin tosað við onkrar umboðsmenn í Onglandi, men hetta er ikki nakað, sum eg hugsi um í gerandisdegnum. Seinastu tíðina havi eg eisini gjørt fleiri óneyðugar feilir, og tí ræður fyrst og fremst um at fáa hetta í rættlag aftur, áðrenn eg kann hugsa um útlendsk feløg.

- Eisini er tað av stórum týdningi í so máta, at vit megna at halda okkum í oddinum av stigatalvuni. Verða vit meistarar verður áhugin um liðið sjálvsagt nógv størri. Alt hongur saman í so máta.

- Málið er tó framvegis at koma víðari. Eg valdi at leingja sáttmála mín við einum ári, soleiðis at hesin nú gongur fram til summarið 2001. Hetta varð sjálvandi gjørt við tí fyri eyga, at tað tá kann verða lættari at koma til okkurt útlendskt felag. Gongur dreymurin út til tað tíð, átti eg framvegis at havt eini fimm góð ár eftir í mær.

- Tað týdningarmesta er tó, at eg fái gongd á spælið hjá mær aftur. Sjálvur haldi eg, at eg stóð rættuliga væl í heyst, har eg gjørdi fáar feilir. Tá vit so spældu móti AGF, gjørdi eg tvey stór mistøk, og hóast man kanska ikki hugsar um tað, so ávirkar slíkt kortini sjálvsálitið.

Hóast hann sostatt droymir um tað stóra ævintýrið uttanfyri kongaríkið, so er danska kappingin tað málið, sum er mest ítøkjuligt. Vit spurdu tískil at enda, hvat lið verður danskur meistari, og hesum svaraði føroyski málverjin avgjørdur.

- Sjálvur trúgvi eg uppá, at vit fara at megna tað. Kanska hava vit eisini ein fyrimun við, at vit á seinasta leikdegi skulu spæla á heimavølli móti FCK. Um teir tá ikki hava nakað at spæla fyri, fara teir ikki at geva alt tað teir megna, fyri at gera Brøndby til danskan meistara, og laga umstøðurnar seg soleiðis, eiga vit at fáa fyrimun av hesum.Um Todi Jónsson og liðfelagarnir eru samdir í hesum, sigur søgan einki um, men tað vildi kortini verið stuttligt, um teir fyrrverandi liðfelagin kundi verið fyrsti mótstøðumaðurin, sum ynskti Jákupi tillukku við meistaraheitinum, um tað nú kemur so langt.