Eldraráðsvalið í Havn endar mánadagin klokkan 16

Seinasti møguleiki at greiða atkvøðu til eldraráðsvalið í Tórshavnar kommunu er mánadagin.

Atkvøðugreiðslan er opin til mánadagin 15. desember 2025 klokkan 16. Tú kanst atkvøða talgilt á Vanganum ella brævatkvøða í Snarskivuni.

 

Á kunningarsíðu okkara um eldraráðsvalið kanst tú lesa um valevnini, og hvussu tú greiðir atkvøðu.

 

Tú mást vera í minsta lagi 60 ár og vera búsitandi í Tórshavnar kommunu fyri at atkvøða. Hesaferð ber til at greiða atkvøðuna talgilt, og tað vil siga, at tú kanst greiða atkvøðu, har tú ert, og tá tú vilt. Tær tørvar bara Samleikan og snildfon ella teldu. Les niðanfyri, hvussu tú gert.

 

Eldraráðsvalið 2025