Í dag og í morgin verður 2. umfar í fótbóltslandskappingini hjá monnum spælt. Í 1. deild verða allir teir fimm dystirnir spældir í morgin. Sambært leikskránni skulu VB og NSÍ spæla í Vági í dag, men feløgini [...] seinasti dysturin í 1. deild hetta vikuskiftið verður í Sumba, har ÍF kemur á vitjan. Sumba og ÍF hava ongantíð fyrr spælt móti hvørjum øðrum í 1. deild. Tá Sumba í 1991 var í 1. deild, var ÍF í 2. deild, og [...] skuldu spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini í gjárkvøldið. NSÍ er á odda í 1. deild eftir 3-1 sigurin á GÍ seinasta sunnudag. Eitt 1. pláss eftir at bert eitt umfar er spælt í landskappingini kunnu ru
Martin Olsen, sum er venjari hjá føroyska U16-landsliðnum, hevur úttikið 28 spælarar í ein bruttohóp, sum skal á venjingarlegu á Svangaskarði í dag og í morgin. U16-landsliðið luttekur í bæði NM- og EM-kapping [...] , har tað skal spæla móti Svøríki, Onglandi og Finnlandi. Teir dystirnir verða fyrst í august, og í september er tað so EM-kappingin, har Føroyar skulu spæla móti Finnlandi, Noreg og Wales. [...] EM-kapping seinni í ár og skal spæla tilsamans seks dystir í august og september. Úttiknu spælararnir koma úr øllum landinum. B36, KÍ og NSÍ eru best umboðað í bruttohópinum við fýra spælarum. HB hevur tríggjar
verður í øllum førum við í hópinum í morgin. Lagið er gott í Runavík í hesum døgum, nú fótbóltsliðið úr býnum er í tí fyri teir eitt sindur óvanligu støðuni at liggja ovast í deildini. Men teir eru greiðir [...] var TB í 2. deild og spældi tískil ikki móti besta liðnum hjá KÍ, men í bæði í 1996 og 1995 endaði javnt á Tvøroyri, 1-1 í 1996 og 2-2 í 1995. Í 1994 var eingin ivi, tá KÍ vann 6-0, men í 1993 endaði tað [...] vera áskoðari í morgin. GÍ vann í fjør 4-1 á VB í Gøtu. Fyri tveimum árum síðani vann GÍ 1-0, og í 1995 vunnu gøtumenn 3-0 á Sumba/VB í Sarpisgerði. Í 1994 var VB ikki í 1. deild, men í 1993 taptu teir
var darvaður av skaða, so var Helgi L. Petersen alla tíðina á miðvøllinum. Í borðunum komu Dann Knudsen og Jónstein Petersen ongantíð við í uppbyggjandi spælið, og bæði í miðverjuni og serliga á yvirfólkaða [...] útgangsstøðu í høgru á miðvøllinum, er ongantíð sæddur betri, Jóhannes Joensen og Jens Erik Rasmussen tykjast hava lært at takla ígjøgnum, Hans Fróði Hansen og Hans á Lag vóru sannførandi í miðverjuni, [...] i, til hann í 2. hálvleiki leyp framav og hevndi seg ov sjónskt eftir innanhýsis ónollur, og Kaj Leo Johannesen á aftasta manni var tryggur skansi. Bjarki Mohr, sum var ytstur í vinstru í fløtu verjuni
FSVágar, sum í fjør noyddist at flyta næstbesta liðið niður í 3. deild, tí besta liðið flutti úr 1. og niður í 2. deild. Annan mánadag, sum er 2. hvítusunnudagur, hittast tey bæði oddaliðini vesturi í Vágum. [...] hjá KÍ Í fjør legði KÍ bragdliga fyri í 3. deild, men so taptu teir nógv í seinnu helvt. Onnur ár hava teir verið vánaligir nógvu tey fyrstu umførini, men so hava teir tikið seg saman fram móti kappingarenda [...] luttøku í deildini. Í ár hevur tað hilnast illa hjá KÍ. Eftir 8-3 tapið í Fuglafirði høvdu teir vitjan av B36. Munurin á liðunum vóru Jákup Martin Joensen og Carl Høgnesen, sum høvdu verið eykamenn í 1. deild
fullan innsats í Gundadali í morgin fyri at steðga teimum. Í steypadystinum móti B36 var Ingi Rasmussen leikbannaður, men hann er so tøkur aftur hjá Ion Geolgau í morgin. Spurningurin er so, um rumenski [...] vil missa. TB er í løtuni niðast í 1. deild, men spælið hevur ikki verið av leið, so tað er ivaleyst bert ein spurningur um tíð, nær tvørámenn fáa sín fyrsta sigur í landskappingini í ár. Móti Sumba noyðast [...] adag. Móti B36 spældi Hallur Danielsen á miðjuni saman við Rúna Nolsøe. Jan Dam er framvegis skaddur, men eisini í verjuni er HB væl fyri í løtuni við Hans Fróða Hansen og Hans á Lag, so tað er helst ikki
. Gunnar Mohr er formaður í HB. Í ár situr hann uttanfyri og hyggur at, og sjálvandi er hann fegin um gongdina higartil: ? Nú havi eg verið í HB í nógv ár, og eg má siga sum er, at eg havi ongantíð sæð [...] John Heri Dam við í 1. deildarhópinum. John Heri spældi ikki móti GÍ, tí hann í síðstu viku og í hesi vikuni er niðri í skúla, og Jan Dam, ið hevur verið mettur sum ein av lyklaspælarunum í nógv ár, situr [...] tá seinna semifinalan verður móti grannunum fyri sunnan. Sjálvandi er hýrurin góður í HB húsinum og í HB skýlinum, og tað er einki at ivast í, at tað fer at síggjast aftur í úttøkuni av landsliðnum, sum
Í dag og í morgin skal 7. umfar av landskappingini avgreiðast, og í 1. deild hjá monnum verða tveir dystir spældir longu í dag, meðan tríggir bíða til í morgin. Mest áhugaverdi dystur er uttan iva í Havn [...] Um eitt nú HB vinnur í morgin, og B36 ikki vinnur í Runavík, er HB aftur klárt á odda í kappingini. Um KÍ hinvegin fer við stigunum í morgin, fara teir eitt stig framum HB, og so er tað sera javnt. Dysturin [...] Trý og fýra í Runavík Tað verður ivaleyst eisini nógv fólk til fótbóltsdyst í Runavík í dag, tá B36 kemur at spæla stevnudyst móti NSÍ. Hetta er dystur millum nummar trý og nummar fýra í kappingini, og
niðri í kekkia, men hetta er ikki rætt. Sambært skipanina skuldu VB og B36 spælt stevnudyst í kvøld á jóansøkuni í Vági, men orsaka av altjóða luttøkuni er endurtøkan av dystinum, tá B36 vann FM í Vági [...] ásettur til at vera í Gundadali í morgin, tí nógvir av landsliðsspælarunum ætla sær í brúdleyp hjá landsliðsmálverjanum, Jákupi Mikkelsen, sum seinnapartin í dag í Christianskirkjuni í Klaksvík giftist við [...] vera í Gøtu í morgin, og tað hava gøtumenn einki ímóti. TB hevur ikki nógvar landsliðsmenn, og søgan sigur einki um at Óli Johannesen ætlar sær í brúdleyp í Klaksvík, men tað er heldur tí, at tað er jóansøka
eisini gjørt í teimum báðum FM-róðrunum, sum eru eftir í ár. Tað skuldi teimum st.ørri bátunum hug at roynt seg á Varmakeldu, sigur Unn Petersen, sum er formaður í ÍF. Tað er ítróttarfelagið í Fuglafirði [...] at tað er eitt minus, at kappróðurin ikki telir við í FM-kappingini. ? Tað koma færri fólk til stevnuna, og tað merkist serliga leygardagin meðan kappróðurin er. Tá tað er FM-róður er meiri lív í, enn tá [...] mótstøðuliðið NSÍ. Hesi lið dystast vanliga móti hvørjum øðrum í 1. deild hjá monnum, har støðan á stigatalvuni er ymisk. NSÍ er við frammi í oddinum, meðan fuglfirðingar eftir summarsteðgin skulu stríða seg