FM-kappróðurin er saknaður

Færri fólk koma á stevnu tá eingin FM-róður er, men útboðið av tiltøkum er tað sama

Í ár er eingin FM-kappróður á Varmakeldu í Fuglafirði, og tað merkist á stevnuni.

Færrri fólk koma til býin, og sjálvur kappróðurin líður eisini undir, at eingin FM-stig eru at kappast um.

Men teinurin, sum róð verður á á Varmakeldu kann kanska lokka bátarnar til býin.

? Róð verður á 1000 metra málið, og tað verður tað eisini gjørt í teimum báðum FM-róðrunum, sum eru eftir í ár. Tað skuldi teimum st.ørri bátunum hug at roynt seg á Varmakeldu, sigur Unn Petersen, sum er formaður í ÍF.

Tað er ítróttarfelagið í Fuglafirði sum samskipar Varmakelduna, og tey eru eisini greið yvir, at tað er eitt minus, at kappróðurin ikki telir við í FM-kappingini.

? Tað koma færri fólk til stevnuna, og tað merkist serliga leygardagin meðan kappróðurin er. Tá tað er FM-róður er meiri lív í, enn tá tað ikki er FM-róður.

Men uttan fyrilit til FM-kappróður og ikki, leggur ÍF seg eftir at skipa fyri eini fjølbroyttari stevnu.

? Vit hugsa ikki um kappróðurin, tá vit leggja skránni fyri stevnuna, og vit kunnu bjóða líka nógv tiltøk í ár, sum vit gjørdu í fjør, sigur ÍF-formaðurin.


Nógvur fótbóltur

Lagt varð fyri mikukvøldið við einari rúgvu av fótbóltsdystum á vøllinum í Fløtugerði, og hildið varð fram í gjárkvøldið.

? Vit hava lið í teimum flestu deildunum, og vit leggja okkum eftir, at øll sleppa at spæla á stevnuni, sigur Unn Petersen.

Besta liðið hjá fuglfirðingum spælir leygarkvøldið klokkan 18.00, og í ár er mótstøðuliðið NSÍ. Hesi lið dystast vanliga móti hvørjum øðrum í 1. deild hjá monnum, har støðan á stigatalvuni er ymisk. NSÍ er við frammi í oddinum, meðan fuglfirðingar eftir summarsteðgin skulu stríða seg upp um niðurflytingarstrikuna. Leygardagin eru tað ikki stig, men steyp, sum er uppá spæl.

Eftir fótbóltsdystin leygardagin verður brotssparkskapping á vøllinum, og tá kunnu øll verða við. Sunnudagurin er so frætt fótbóltsfríur, sum tað kann blíva til í hesum HM-døgum.


Tónleikacafé burturdottin

Eitt av afturvendandi tiltøkunum á Varmakeldu hevur verið tónleikacafé?in, sum hevur staðfest, at fuglfirðingar og tónleikur eru tætt knýtt. Men í ár hevur tað ikki latið seg gjørt at fáa hesa ljómandi café upp at standa.

? Tað er stórt spell, tí tónleikacaféin hevur altíð verið væl vitjað og hevur sett ein góðan dám á stevnuna. Men í ár fingu vit heilt einfalt ikki nóg mikið av luttakarum, og so forbjóðaði tað sær sjálvt, sigur Unn Petersen.

? Vit hava nógvar tónleikarar og sangarar í Fuglafirði, men tað eru samstundis ofta teir somu, sum vit heita á, og tað er ikki altíð tað liggur fyri hjá teimum at verða við.

Ístaðin mugu fuglfirðingar og stevnugestirnir fyrst og fremst lata seg noyða við dansirnar, sum eru í ítróttarhøllini á Kambsdali og í Arbeiðsmannafelagshúsunum í Fuglafirði, men leygardagin fer manskórið í Fuglafirði tó at seta dám á, tá teir fara at syngja við matsøluna, sum ÍF hevur í bygninginum hjá Esmar Simonsen á Bug.


Fuglfirðingar heim at halda røðu

Sjálvt um tiltøkini á Varmakeldu byrjaðu mikudagin, verður stevnan alment sett í morgin, tá skrúðgonga verður við ítróttarfólki og tónleikarum av fótbóltsvøllinum og oman á bókasavnið. Har fer Símun Abrahamsen at seta stevnuna.

Leygarkvøldið verður tiltikna midnáttarsamkoman á Varmakeldu og har fer býráðsformaðurin í Fuglafirði, Hallbjørg Hansen, at halda røðu.

Sunnudagin verður fólkafundur við bókasavnið, og har fer Eilif Samuelsen, fyrrverandi landsstýrismaður, at halda røðu.

? Á fólkafundinum leggja vit okkum eftir, at fáa fuglfirðingar, sum búgva aðrastaðni, at koma til býin at halda røðu, og í ár hava vit fingið Eilif Samuelsen at gera tað, sigur Unn Petersen.

Beint fyri midnátt sunnukvøldið endar stevnan við bókasavnið, tá lutaseðlarnir, sum verða seldir um stevnuna, verða drignir, men í hølunum hjá Arbeiðsmannafelagnum fara dansitónarnir hjá Njálli og Georg at ljóma langt út á náttina.