Um vikuskiftið verður níggjunda umfar í landskappingini spælt, og tá tað er avgreitt, er fótbóltslandskappingin í 1998 hálvrunnin.
Tó restar ein dystur. Vit søgdu týsdagin, at VB fekk summarfrí, tá teir hava spælt seinna Intertoto Cup dystin niðri í kekkia, men hetta er ikki rætt. Sambært skipanina skuldu VB og B36 spælt stevnudyst í kvøld á jóansøkuni í Vági, men orsaka av altjóða luttøkuni er endurtøkan av dystinum, tá B36 vann FM í Vági í fjør, útsett í eina viku, og tað vil so aftur siga, at teir í B36 og teir í VB ikki fáa summarfrí fyrrenn sunnudagin 5. august.
HB, ÍF, GÍ og TB fáa longu summarfrí seinnapartin í dag. HB hevur heitt á ÍF um at framskunda dystin, sum var ásettur til at vera í Gundadali í morgin, tí nógvir av landsliðsspælarunum ætla sær í brúdleyp hjá landsliðsmálverjanum, Jákupi Mikkelsen, sum seinnapartin í dag í Christianskirkjuni í Klaksvík giftist við Eilen Niclasen.
TB hevur heitt á GÍ um at framskunda dystin, sum skuldi vera í Gøtu í morgin, og tað hava gøtumenn einki ímóti. TB hevur ikki nógvar landsliðsmenn, og søgan sigur einki um at Óli Johannesen ætlar sær í brúdleyp í Klaksvík, men tað er heldur tí, at tað er jóansøka í Vági, at tvørámenn vilja sleppa suður aftur í kvøld.
Sumbingar fara til Klaksvíkar í morgin. Sumba hevur heitt á KÍ um at framskunda dystin til í dag, men klaksvíkingar hava ikki viljað gingið umbønini úr Sumba á møti.
Úr Klaksvík frætta vit, at longu tá skipanin var klár, bjóðaðu teir sumbingum at býta um, soleiðis at Kí kundi spæla í Sumba á jóansøku, men hesum tilboðnum tóku sumbingar ikki av. Tað man vera tí at teir eru eins lítið hugaðir at fara til Klaksvíkar at spæla í átjanda umfarinum, sum klaksvíkingar eru at fara suður til Sumbiar í sama umfari.
Klaksvíkingar siga, at royndirnar vísa, at teir høvdu mist inntøkur frá umleið tvey hundrað áskoðarum, um teir spæla heimadyst leygardag í staðin fyri sunnudag.
Hvussu tað so verður við KÍ spælarunum og brúdleypinum hjá fyrrverandi liðfelaganum, Jákupi Mikkelsen, er ein onnur søga, sum vit ikki hava fingið greiðu á!
Summarfrítíðin
Tá vit hava fregnast um, hvussu liðini eru fyri undan níggjunda umfarinum, so er tað felags fyri allar heimildarmenninar, at teir stúra eitt sindur fyri, hvønn hugburð spælararnir fara at hava.
Vandin, sum lúrir er, at tað kann fara at vísa seg, at spælararnir sinniliga eru farnir í summarfrí. Teir hava vant síðani í januar, og so er spurningurin, um teir megna at varðveita rætta hugburðin eitt umfar afturat, áðrenn teir sleppa at taka sær av løttum í nakrar vikur.
Verður rætti hugburðurin ikki vístur, so er munurin á liðunum ikki størri enn so, at møguleikin er til staðar fyri óvæntaðum úrslitum. So mikið hava vit sæð áður.
NSÍ-B68
Fyrra stríðið um fótbóltsvaldið á Skálafjørðinum verður við Løkin í Runavík. Tað er altíð nakað serligt, tá grannarnir í Heiðum og á Toftum hittast, og tað er ikki minst spennandi hesa ferð. Burtursæð frá einstøkum svipsarum, so kunnu bæði liðini vera nøgd við tað, sum er farið av hesum kappingarárinum, og tað hevði verið kærkomið hjá báðum við sigri í grannauppgerðini undan summarsteðginum.
Hjá NSÍ er Kári Hansen leikbannaður. Hann hevur fyri tað mesta verið á miðvøllinum í ár. Gert Langgaard er so smátt farin at renna aftur, og teir vóna, at hann verður klárur eftir summarsteðgin. Helgi L. Petersen skal skerast í knænum í komandi viku.
B68 fekk ein orduligan lúsing á grasvøllinum sunnudagin. Tá saknaðu teir Olaf Højgaard, sum hevur ment seg nógv á miðvøllinum. Hann er farin til skips í summarfrítíðini og verður heldur ikki við í morgin. Burtursæð frá langtíðarskadda Jóhannesi Danielsen, so eru allir B68arnir tøkir. Spurningurin er so, hvat Petur Simonsen velur at gera við russararnir. Síðst sótu báðir á beinkinum frá dystarbyrjan, men báðir komu inn, og teir stóðu seg ikki verri enn ilt.
Í fjør var NSÍ greitt omaná í grannauppgerðunum. Teir vunnu báðu ferðirnar í steypakappingini og báðar landskappingardystirnar.
Í 1996 flutti NSÍ niður í 2. deild. Tað árið vann B68 báðar landskappingardystirnar.
KÍ-Sumba
Tað eru bara fýra dagar síðani, at tað á forsíðuni stóð við stórum stavum, at sumbingar hildu Mortan úr Hørg vera deyðan av stoytinum, sum hann fekk, tá teir spældu móti HB.
Tíbetur tók hetta seg væl upp, og í gjár bendi nógv á, at U-18 landsliðsmaðurin verður á vøllinum, tá bygdamenninir í morgin fara at royna seg í Klaksvík. Hann kom suður aftur av landssjúkrahúsinum longu mánadagin, og hann hevur runnið eitt sindur í vikuni.
Marlon Kjærbo, veteranurin í miðverjuni hjá sumbingum, er leikbannaður, meðan allir hinir frá HB dystinum eru klárir.
Hjá KÍ er Kurt Mørkøre klárur aftur eftir skaðan í lærkrikanum, sum hann hevði á Svangaskarði. Hinir eru allir tøkir.
At tað sinniliga kann spæla eitt puss er ikki dysturin millum KÍ og Sumba/VB í 1995 eitt gott dømi um. Í vikuni frammanundan, at suðuroyingarnir komu norður, hevði KÍ staðið seg so avbera væl í Europa Cup, men so taptu teir móti Sumba/VB, ivaleyst tí teir hildu seg hava vunnið frammanundan.
HB-ÍF
Eingin HB spælari er skaddur, og eingin hevur leikbann. Tað vil siga, at tað ber hjá venjaranum at spæla við sama liði, sum var eitt sindur kroyst men alíkavæl megnaði at draga øll stigini við úr Sumba.
Spurningurin er so, um venjarin, ið hevur nóg mikið av fólki at velja í, velur at gera onkrar smávegis broytingar.
Hjá ÍF er pólverski miðvallarin, Jatzek, klárur, eftir at hann hevur verið plágaður av meniskskaða tað mesta av kappingarárinum.
Bartal Eliasen var leikbannaður síðst, men hann spældi í 3. deild síðsta vikuskifti, tá 1. deildarliðið hjá ÍF hevði frí, tí VB spældi í Intertoto.
Higartil hevur kappingarárið hjá ÍF verið sera soltið, og tað er einki at ivast í, at teir fegnir vilja selja dystin móti HB fyri ein javnleik. Í fjør var ÍF í Gundadali og spældi móti HB í síðsta umfarinum, og tá endaði tað 3-3. HB vann 3-2 í Fuglafirði.
GÍ-TB
Higartil hevur TB ikki vunnið, men teir halda seg vera væl fyri, nú teir fara til Gøtu. Jón Johannesen, sum vanliga spælir í Glostrup IC, har Frank Skytte, sum vandi TB í 1995, hevur ábyrgdina av besta liðnum, og verjukendi miðvallarin, Sten Sørensen, sum gongur á skiparaskúla á Fanø, eru heima í summarfrí, og teir styrktu væl um móti NSÍ.
Í dag fer veteranurin, Rolf Christensen, sum fyri viku síðani kom aftur av skipi, at verja TB málið, og so fáa vit at síggja.
Hjá GÍ eru bæði Søren Skov Jørgensen og Jóan Petur Olsen sera ivasamir. Samson Nesá kom mikudagin aftur av námsferð, men um hann verður við frá byrjan er ivasamt. Símun Petur Justinussen venur meiri, enn hann hevur gjørt í fleiri ár, og hann fer at stýra verjuni í dag.
Tá TB, sum flutti niður, og GÍ, sum vann FM, spældu í 1996 vann GÍ báðu ferðirnar. Teir vunnu 3-1 í Gøtu og 3-0 á Sevmýri.