Oddadystur í Gundadali

Fótbóltur: Í morgin kemur KÍ í Gundadal at spæla toppdyst móti HB. Við einum sigri kunnu klaksvíkingar taka seg framum HB á stigatalvuni. Annars hittast liðið aftur longu mikudagin, tá steypafinalan verður spæld

Í dag og í morgin skal 7. umfar av landskappingini avgreiðast, og í 1. deild hjá monnum verða tveir dystir spældir longu í dag, meðan tríggir bíða til í morgin.

Mest áhugaverdi dystur er uttan iva í Havn, har oddaliðið HB tekur ímóti KÍ, sum so at siga alt árið hevur verið nærmasti kappingarneyti hjá havnarfelagnum.

Dystirnir millum tey bæði feløgini frá 1904 eru altíð áhugaverdir, og serliga í ár er torført at taka dagar ímillum, hvør er betri fyri.

Fyri KÍ er tað tó rættiliga óheppið, at ein so týðandi dystur verður spældur nú. Seinasta vikuskiftið vórðu tveir klaksvíkingar ? Símin Waag Høgnesen og Jan Joensen ? riknir av vøllinum og eru teir tískil leikbannaðir í morgin. Og harafturat er liðskiparin og ein tann mest royndi á KÍ-liðnum, Kurt Mørkøre, sera ivasamur til toppdystin. Hann hevur ikki fingið vant í vikuni, og um hann ikki fær verið við í morgin, hava klaksvíkingar ein trupulleika í miðverjuni, har Kurt og Símin W. Høgnesen hava verið meir ella minni fastir saman við Jan Andreasen.

Ein møguleiki hevði verið at sett venjaran Jóannes Jakobsen inn í miðverjuna at spælt móti sínum gamla felag, men hann er eisini skaddur, so tann møguleikin verður neyvan brúktur. Ein annar møguleiki er at fara niður í 2. deild eftir fólki, og har eru fleiri góðir leikarar at taka av.

HB má vera Johannes Joensen fyriuttan í morgin. Hann fekk sítt triðja gula kort á Svangaskarði seinasta vikuskiftið og er leikbannaður. Á Toftum vardi Bárður Johannesen málið hjá havnarmonnum, men Kaj Leo Johannesen er komin heim aftur úr útlondum og stendur millum stengurnar í morgin. Eisini Hans Fróði Hansen, sum gjørdist sjúkur beint eftir túrin við landsliðnum í Estlandi, er komin fyri seg og spælir allarhelst í týdningarmikla dystinum í morgin.

Úrslitið av dystinum í Gundadali kann fáa avgerandi týdning fyri, hvussu landskappingin fer at mynda seg. Í løtuni hevur HB á fyrsta plássi 14 stig, meðan KÍ er beint í hølunum á teimum við 12 stigum. Á triðja plássi hevur B36 11 stig, meðan NSÍ hevur 10.

Um eitt nú HB vinnur í morgin, og B36 ikki vinnur í Runavík, er HB aftur klárt á odda í kappingini. Um KÍ hinvegin fer við stigunum í morgin, fara teir eitt stig framum HB, og so er tað sera javnt.

Dysturin skal eisini kappast við HM-fótbóltin í sjónvarpinum, men lítil ivi man vera um, at viðhaldsfólk hjá báðum liðunum fara at stuðla sínum liði í Gundadali í einum so týdningarmiklum dysti heldur enn at sita heima framman fyri sjónvarpinum.


Trý og fýra í Runavík

Tað verður ivaleyst eisini nógv fólk til fótbóltsdyst í Runavík í dag, tá B36 kemur at spæla stevnudyst móti NSÍ.

Hetta er dystur millum nummar trý og nummar fýra í kappingini, og bæði liðini kunnu spæla góðan og undirhaldandi fótbólt.

B36 kann fáa ein trupulleika at manna verjuna, har hvørki Jens Kristian Hansen ella Bjarni Prior hava vant í vikuni. Jens Kristian hevur framvegis trupulleikar í rygginum og var ikki við, tá føroyameistararnir seinasta sunnudag vunnu 7-0 á TB. Tað var Bjarni Prior heldur ikki, so væntandi verða tað teir somu, sum manna B36-verjuna í dag, sum gjørdu slætt borð móti tvørámonnum fyri eini góðari viku síðani.

Annars er venjarin Tomislav Sivic langtíðarleikbannaður og sleppur heldur ikki fram at vøllinum í dag.


Gipsið av

NSÍ hevur verið rættiliga nógv plágað av skaðum higartil í ár, og eisini í dag eru fleiri ivasamir.

Gert Langgaard hevur ikki spælt leingi, tí hann breyt armin tíðliga í kappingarárinum, men gipsið skuldi eftir sigandi takast av í gjár, og hann verður helst við í hópinum, hóast tað man vera ivasamt, hvussu hann er fyri við dystarvenjing.

Kári Hansen var ikki við í Fuglafirði, men hann verður helst við aftur í dag, og tað styrkir um NSÍ-verjuna.

Kristian Høgni Jacobsen hevur ikki spælt so nógv í ár, men royndi seg í Fuglafirði í 1-1 dystinum seinasta sunnudag. Hóskvøldið fekk hann ein snudd og kundi ikki fullføra venjingina, men tað sá ikki so álvarsamt út kortini.

Og so er tað Helgi L. Petersen, sum ikki verður við hesumegin summarsteðgin, og sum er saknaður á NSÍ-liðnum.


TB alt fólkið tøkt

Annars verður ein annar dystur í dag og tveir aðrir í morgin.

Í ár hevur Suðuroyggin trý lið við í bestu deildini, og tað gevur nógvar dystir sunnanfyri. Tveir av teimum verða hetta vikuskiftið, og tí er tað skilagott at spæla annan dystin leygardag og hin sunnudag, so teir ikki órógva hvønn annan ov nógv.

TB skal skjótt til at taka annað skinn um bak, skal teirra steðgur í 1. deild á hesum sinni gerast longri enn eitt ár. Tvørámenn eru komnir illa frá byrjan og hava heldur ikki havt eydnuna við sær. Fleiri dystir eru taptir við einum máli, og tað vísir seg jú ofta, at eydnan fylgir teimum liðunum, sum liggja væl fyri, meðan tey niðaru veruliga mugu stríðast. Og tað er tað, TB ger í løtuni.

Góð tíðindi eru kortini at heinta á Tvøroyri. Tað vísir seg, at eingi leikbann og eingir skaðar eru til dystin í dag, og sostatt hevur TB-venjarin Zoran Pavlovic allar spælarar tøkar, og tað hevur hann ikki havt síðani dystin móti VB í fyrsta umfari av landskappingini tann 2. mai!

Við aftur nú eru Alexander Radosavljevic og Óli Johannesen, sum báðir høvdu leikbann móti B36, og tað varð revsað við einum 7-0 ósigri.

B68 hevur eisini allar sínar mans tøkar. Jákup Eli Olsen hevur ligið sjúkur og fingið pensilin, men hann kom inn í dystinum seinasta sunnudag móti HB og stóð seg væl. Kanska byrjar hann inni frá byrjan í dag, men annars er ikki lagt upp til tær stóru broytingarnar hjá B68-liðnum, sum veruliga vísti stríðsanda seinasta vikuskiftið.


Bæði liðini brúk fyri sigri

Sunnudagin verður dystur í Gøtu millum tvey lið, sum einki høvdu havt ímóti at fingið í minsta lagi trý stig. Hvørki GÍ ella ÍF liggja serliga væl fyri, og tilsamans hava hesi liðini bert vunnið ein dyst í landskappingini. Tann sigurin átti GÍ á Toftum tíðliga í kappingini, men síðani hevur tað gingið verri enn illa, og hjá fuglfirðingum er støðan ikki frægari: Teir hava als ikki vunnið í landskappingini í ár.

Tvey leikbann eru í Gøtu í morgin. Søren Skov Jørgensen hjá GÍ fekk reytt kort móti Sumba seinasta vikuskifti, og tað sama fekk Bartal Eliassen móti VB mikukvøldið.

Annars má GÍ spæla uttan Samson Nesá, sum er farin á námsferð og missur tveir dystir.

Fimti dysturin er í Vági, har grannarnir úr Sumba koma at vitja.

Hetta verður væntandi ein tættur dystur millum tvey lið, sum fyri nøkrum árum síðani vóru saman í 1. deild undir heitinum Sumba/VB.

Men kenslur mótvegis gomlum liðfeløgum fara ivaleyst at dvína í morgin, tí hetta verður ein dystur, sum hvørgin vil tapa.