HB er einsamalt á odda í 1. deild, eftir at trý umfør eru spæld. Havnarliðið hevur fult stigatal, 9 stig, fyri teir fyrstu tríggjar dystirnar, og við ferðini, sum HB hevur í løtuni, skulu gøtumenn geva ein fullan innsats í Gundadali í morgin fyri at steðga teimum.
Í steypadystinum móti B36 var Ingi Rasmussen leikbannaður, men hann er so tøkur aftur hjá Ion Geolgau í morgin. Spurningurin er so, um rumenski venjarin hevur hug at broyta upp á liðið, sum vant burtur úr grannunum Kristi himmalferðadag. Móti B36 spældi Hallur Danielsen á miðjuni saman við Rúna Nolsøe.
Jan Dam er framvegis skaddur, men eisini í verjuni er HB væl fyri í løtuni við Hans Fróða Hansen og Hans á Lag, so tað er helst ikki tað, sum gevur HB-venjaranum størsta høvuðbrýggið.
GÍ-venjarin Johan Nielsen hevur hinvegin nógv at hugsa um áðrenn uppgerðina móti felagnum, hann var venjari hjá í fjør.
Størsta hóttanin hjá gøtumonnum, Søren Skov Jørgensen, hevur framvegis eina fipurspreinging at dragast við. Hann hevði henda skaðan við sær, tá hann kom til Føroyar fyrr í ár, men hevur kortini spælt rættiliga nógv og hevur eisini víst, at dugur er í honum. Móti B68 á Toftum fyri tveimum vikum síðani breyt skaðin útaftur, og hóast Søren Skov Jørgensen var við í steypadystinum í Klaksvík hósdagin, kundi hann ikki spæla allan dystin, og tað er eisini sera ivasamt, um hann verður við í morgin. Um ikki, hevur GÍ ein álopstrupulleika. Ein møguleiki er Heini Heinason, sum var við móti VB seinasta vikuskiftið, men sum annars mest hevur spælt við 2. deild. Eitt annað, sum kann gerast, er at seta Henning Jarnskor fram í álopið, men so verður nógv mist úti í vinstru síðu. Fyri GÍ er dysturin í morgin enten-eller, um teir vilja vera við í toppinum, og allir spælararnir burtursæð frá Søren S. Jørgensen eru klárir.
Sasha leikbannaður
Í Sumba verður lokaluppgerð millum Sumba og TB. Sumbingar vunnu fyrr í ár 4-3 á TB, tá liðini hittust á Krossinum í steypakappingini.
Eyðbjørn Thomsen verður ikki við fyrr enn aftan á summarsteðgin, og Eirikur Joensen, sum seinasta vikuskifti, tá Sumba spældi móti B36, mátti út við skaða tíðliga í dystinum, er framvegis ikki heilt klárur enn. Kanska verður hann við kortini, tí dysturin móti TB er neyvan ein dystur, nakar av sumbingunum vil missa.
TB er í løtuni niðast í 1. deild, men spælið hevur ikki verið av leið, so tað er ivaleyst bert ein spurningur um tíð, nær tvørámenn fáa sín fyrsta sigur í landskappingini í ár. Móti Sumba noyðast teir at spæla uttan vandamiklasta áleyparan Sasha Radosavljevic, sum sá reytt móti KÍ seinasta sunnudag og tískil er leikbannaður. Hans Hammer lá sjúkur seinasta vikuskiftið, men er klárur aftur. Tað er ivasamt, hvussu TB-venjarin Zoran Pavlovic loysir álopsspurningin til dystin í Sumba, men ein møguleiki er ungi Vagnur Nolsøe, sum er sonur tann meira kenda TB-aran Trónd Nolsøe. Og Óli Johannesen kann eisini verða fluttur fram í álopið, har hann ikki er vanur at spæla, men væl kann brúkast.
Ætla at spæla
á grasvøllinum
B68 tekur í morgin ímóti VB, sum reisti seg aftur seinasta sunnudag við óvæntað at vinna 2-0 í Gøtu. Sum skilst hevur B68 ætlanir um at spæla dystin á grasvøllinum, men tað seinasta vit hava frætt, hevur VB sýtt fyri hesum.
? Hesin dysturin er ov týdningarmikil fyri okkum til, at vit knappliga skulu fara at spæla á grasi, sigur Bjarni Johansen, liðskipari hjá vágbingum.
? Vit fingu ein fyrispurning frá B68 gjøgnum telefonina so seint sum mikudagin, har teir spurdu, um vit vóru áhugaðir í at spæla dystin á grasvøllinum, men tað hava vit sýtt fyri, sigur hann.
VB hevur allar sínar spælarar klárar til dystin á Svangaskarði. Og harafturat er Jón Pauli Olsen komin aftur til landið. Hann kom heim fyrr í vikuni, men er smáskaddur, so væntandi verður hann ikki við longu í morgin, í øllum førum ikki frá byrjan.
Eisini B68 kann byrja við sterkastu uppstilling, so hvørki av liðunum kann brúka tað sum umbering, skuldi tað ikki gingið í morgin.
Helgi kanska undir knívin
Í Klaksvík hittast KÍ og NSÍ í týðandi dysti fyri triðju ferð í ár. Hetta eru tvey av fremstu liðunum higartil í ár, og báðir partar eru óðir eftir stigum fyri at halda sambandið við HB. KÍ hevur enn ikki tapt í landskappingini, og seinasta sunnudag kom fyrsti sigurin í hús, tá teir vunnu 3-1 á Tvøroyri.
Jan Andreasen noyddist av vøllinum við smáskaða móti GÍ hósdagin, men hann skuldi verið klárur. Tað sama er Marek Wierzbicki, sum eisini hevur ein lítlan skaða at dragast við. Jan Joensen er komin fyri seg aftur og gevur Marek kapping á KÍ-miðjuni.
NSÍ legði rygg til stórtap móti HB seinasta vikuskifti, og nú skulu teir so royna at reisa seg í torførum útidysti. Tað verður uttan Gert Langgaard, sum breyt armin, seinast NSÍ spældi móti KÍ, og sum má bíða eina ella tvær vikur afturat, áðrenn hann kann bjóða seg til aftur. Helgi L. Petersen hevur havt trupulleikar við knænum, sá út til at vera klárur aftur, men tað vísir seg at vera eitt sindur trupult kortini. Kanska skal NSÍ-arin leggjast undir skurð, men enn vita teir einki við vissu.
Skulu hyggja inn í knæið
B36 hevur spælt fleiri góðar dystir í ár, men seinast móti HB bar einki til, og nú ræður um hjá føroyameistarunum at fáa ferð á í landskappingini. Hesa ferð skal B36 til Fuglafjarðar, har teir hava havt spælt í steypakappingini. Tann dystin vann havnarliðið 4-2, men ikki uttan at stríðast fyri tað. Tomislav Sivic bleiv skaddur í Klaksvík fyri tveimum vikum síðani. Hann spældi ein hálvleik móti HB, men tað gekk illa. Men møguleiki er kortini fyri, at spælandi venjarin verður á vøllinum í morgin. Arnbjørn Danielsen var leikbannaður hóskvøldið, men er tøkur aftur og byrjar helst inni í vinstru síðu.
Annar av póllendingunum hjá ÍF, Jacek, verður ikki við í morgin. Hann er skaddur, og læknarnir skulu nú hyggja inn í knæið fyri at vita, hvussu illa tað er statt við honum. Allir hinir eru tøkir hjá Piotr Krakowski, sum kanska setir seg sjálvan á bonkin.









