Tað var sum dagur og nátt

Fótbóltur: NSÍ var eyðmýkt á heimavølli av HB liði, sum slapp at gera tað, teir høvdu hug til

Toppuppgerð millum tey bæði einastu liðini, sum høvdu fult stigatal eftir tey bæði fyrstu umførini. Tað var útgangsstøðan, tá HB við stórum fylgi kom til Runavíkar.

Og tað var bæði lívligt og vónríkt, tá havnarmenninir vendu nøsini suðureftir aftur.

Teirra lið hevði vunnið 4-0, og soleiðis sum tað myndaðist í Runavík, var talan ikki um eitt mál ov stóran sigur.


Liðavrikið

HB vísti ikki so polerað og hugflogsríkt álopsspæl, sum teir onkuntíð hava gjørt, men talan var heldur um liðavrik, har ein spældi fyri allar og allir spældu fyri ein. Í ein móti einum støðum vunnu teir fýra av fimm bóltum, eftiransingarnar vóru tættar, tað vóru alla tíðina fleiri, sum bjóðaðu seg til at hjálpa bólthaldaranum, og ídni og nærlagni eyðkendi hvørja flyting.

Allan Mørkøre, sum hevði útgangsstøðu í høgru á miðvøllinum, er ongantíð sæddur betri, Jóhannes Joensen og Jens Erik Rasmussen tykjast hava lært at takla ígjøgnum, Hans Fróði Hansen og Hans á Lag vóru sannførandi í miðverjuni, Rúni Nolsøe fekk tingini at hanga saman á miðvøllinum, har Ingi Rasmussen var bóltvinnari, til hann í 2. hálvleiki leyp framav og hevndi seg ov sjónskt eftir innanhýsis ónollur, og Kaj Leo Johannesen á aftasta manni var tryggur skansi.

Bjarki Mohr, sum var ytstur í vinstru í fløtu verjuni, mundi skriva sítt navn inn í føroysku fótbóltssøguna, tí tað man vera sera sjáldan, at eitt mál av tí slagnum er skorað, sum hann fekk, tá bara tríggir minuttir vóru farnir: HB átti fríspark fimm metrar inni á egnari hálvu heilt úti í vinstra borði, kantspælarin sendi undan lítla lotinum, og bólturin endaði í meskunum. Málverjin rópti, at hann hevði, men í staðin fyri at verja fyri, so fór bólturin, eftir at hann hevði stiklað eina ferð, í tvørtræið og aftur í ryggin á málverjanum og upp undir nettakið. Fagnaður á HB fólkunum, og heimafólkið stóð sum Kánus.

Og bara tíggju minuttir seinni var aftur talan um verjukloss og mál til HB. Arnfinn Langgaard, sum saman við Dániali Hansen mannaði miðverjuna, rakti skeivt við høvdinum, bólturin stakk fram til Súna Fríða Johannesen (saman við John Hera Dam væl upplagdur á toppinum, og tað var Andrew av Fløtum eisini, tá hann kom inn), sum takkaði fyri tilboðið og smekkaði flatt dygst inn við stólparótini.

Eitt lítið korter farið, 2-0 og dysturin var avgjørdur.

Tað tóktist sum NSÍ royndi at trúgva uppá møguleikan, tá Ingi Rasmussen varð sendur undir brúsu, men í staðin fyri at heimaliðið kom afturíaftur, so økti HB tvær ferðir fram móti dystarenda, og harafturat misbrúkti Allan Mørkøre eitt brotsspark, tá hann ? eftir at Andrew av Fløtum var feldur úti í borðinum ? sendi einar seks metrar við síðuna av málinum.

3-0 syrgdi Jóhannes Joensen fyri, tá hann seytjan minuttir fyri leiklok slapp at standa púra leysur og stúta 30 metra langt innkast frá Allani Mørkøre í kassan, og í síðsta minuttinum staðfesti Andrew av Fløtum rimmar sigurin, tá NSÍ verjan var upployst, og ungi maðurin ? eftir sending frá Jóhannesi Joensen ? sneiddi málverjan av og trillaði í tóma kassan.


Tvey gear lægri

Í NSÍ gera teir best í at vaska talvuna og gloyma hetta avrikið ella rættari at gloyma, at teir einki avrik útinntu.

Tær ferðirnar, tá tað eydnaðist teimum at senda bóltin meiri enn tvær ferðir ímillum sín, kunnu teljast á fingrunum. Teir tóktust læstir og tungir, og orkuna brúktu teir at renna aftaná mótstøðumonnunum, sum spældu í fimta geari, meðan teir á heimaliðnum so at siga ivaðust í, um teir skuldu flyta úr 2. og í 3. gear. Eftiransingarnar vóru alt ov leysar, og flytingarnar og eksplosiónirnar sást einki til, tá teir høvdu bóltin.

Hóast hann týðuliga var darvaður av skaða, so var Helgi L. Petersen alla tíðina á miðvøllinum. Í borðunum komu Dann Knudsen og Jónstein Petersen ongantíð við í uppbyggjandi spælið, og bæði í miðverjuni og serliga á yvirfólkaða miðvøllinum var stutt sagt einki skil á, og tað hevði aftur við sær, at Óli Hansen og teir, sum skiftust um at hjálpa honum, bara hendinga ferðina nurtu bóltin, og Kaj Leo Johannesen fekk bara møguleika at royna seg eina ella tvær ferðir.

Gamaní var tað køld pøs av vatni at fáa oman yvir seg, at málverjin skuldi klossa so illa í tí beinanvegin, men var talan um klassa, so áttu teir at slett ein sovornan kvøkk av sær. Tað gjørdu teir ikki, og tað kundi bent á, at nervar vóru uppií, nú tað lá til, at teir kundu taka seg frá hinum liðunum í toppinum.

At tað kann ganga so vánaliga tvey vikuskifti upp í slag ber illa til at ímynda sær, so nú eru teir varðskógvaðir norðuri í Klaksvík!