FM-favorittar hittast í Klaksvík

Fótbóltur: Tað verður ein dystur millum tveir av FM-kandidatunum, tá KÍ og B36 hittast í Klaksvík í 2. umfari av landskappingini í 1. deild. Í Havn hittast HB og TB í einum av teimum góðu gomlu føroysku fótbóltsklassikarunum

Í dag og í morgin verður 2. umfar í fótbóltslandskappingini hjá monnum spælt. Í 1. deild verða allir teir fimm dystirnir spældir í morgin. Sambært leikskránni skulu VB og NSÍ spæla í Vági í dag, men feløgini eru komin ásamt um at flyta tann dystin til sunnudagin eisini, eftirsum bæði vágbingar og runavíkingar skuldu spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini í gjárkvøldið.

NSÍ er á odda í 1. deild eftir 3-1 sigurin á GÍ seinasta sunnudag. Eitt 1. pláss eftir at bert eitt umfar er spælt í landskappingini kunnu runavíkingar ikki brúka til so nógv annað enn at fegnast um, at tað er fyrstu ferð nakrantíð, at NSÍ hevur verið fremst í bestu føroysku fótbóltsdeildini.

Sunnudagin skal NSÍ enn eina ferð upp móti søgu og hagtølum, tá teir skulu til Vágs at spæla. Eftir hvat Ítróttarsosialurin veit, hevur NSÍ ongantíð vunnið landskappingardyst móti VB í Vági. Í 1995 vann NSÍ 3-1 á Sumba/VB, sum høvdu eitt felagslið í 1. deild tað árið, men móti VB vesturi á Eiðinum hevur NSÍ enn ongantíð verið omaná.

Gert Langgaard breyt armin í steypadystinum móti KÍ herfyri og er ikki við í morgin. Góðu tíðindini hjá NSÍ eru hinvegin, at Helgi Lamhauge Petersen er farin aftur at venja. Hann hevur havt trupulleikar við meniskuni, men tað vísti seg ikki at vera neyðugt við skurðviðgerð, og hann verður kanska klárur til dystin í Vági. NSÍ-hópurin fer suður longu í dag, so teir kunnu vera so væl fyri sum gjørligt til dystin í morgin.

Hjá VB er spælandi venjarin Milan Milanovic framvegis ivasamur. Hann hevur havt ein skaða at drigist við meginpartin av árinum higartil. Móti TB á Tvøroyri seinasta sunnudag royndi hann seg, men noyddist út, tá bert tíggju minuttir vóru spældir. Magni Jacobsen er farin at venja aftur og verður kanska við í morgin.

Í landskappingini í fjør millum hesi bæði liðini vann VB 3-0 í Vági og 4-1 í Runavík.


Gøtumenn royna

at gloyma NSÍ-dystin

Gøtumenn fara út á Svangaskarð fyri aðru ferð í ár. GÍ og B68 vóru í bólki saman í kappingini um løgmanssteypið og kenna sostatt væl til hvønn annan longu nú.

GÍ fekk eina ringa byrjan upp á landskappingina við at tapa 1-3 í Runavík seinasta sunnudag.

? Vit royna bara at gloyma tann dystin, sigur Pauli Jarnskor úr GÍ.

? Tað er kanska ikki heilt so ring byrjan kortini, tí vit verða ikki einasta lið, sum tapir í Runavík í ár, sigur tann elsti av Jarnskor-brøðrunum á GÍ-liðnum í dag.

GÍ hevur so at siga alt fólkið klárt til dystin ? um einki óheppið hendi í steypadystinum móti NSÍ í gjár ? á Svangaskarði. Einasti maður, ivi er um, er Svend Olsen, sum hevur verið skaddur og ikki hevur vant hesa vikuna.

B68 byrjaði landskappingina við einum sigri í Sumba, og við einum sigri afturat kann B68 koma sera væl frá byrjanini.

Málverjin Magnus Poulsen hevur havt krím í vikuni, men skal enn einaferð verja málið hjá toftamonnum sunnudagin. Allir hinir eru klárir. Niels Suni Poulsen hevði leikbann í fjórðingsfinaluni í steypakappingini móti HB, men hann verður so við aftur í morgin.

GÍ klárar seg vanliga væl móti B68, bæði í Gøtu og á Toftum. Í landskappingini í fjør vunnu gøtumenn 4-1 á Svangaskarði, meðan dysturin í Sarpisgerði endaði við javnleiki 1-1.


Favorittar

hittast í Klaksvík

Í Klaksvík hittast tveir av teimum størstu FM-favorittunum, tá KÍ tekur ímóti B36.

Hvørki av liðunum fekk mál í fyrsta dystinum í landskappingini, men útlit eru fyri, at hetta ikki fer at endurtaka seg. Í fjør komu nevniliga seks mál í hesum dystinum, sum B36 vann 4-2. Í Havn vann B36 eisini, 2-1.

Hjá klaksvíkingum situr Allan Joensen framvegis uttan fyri við skaða, men restin av liðnum er til reiðar at taka dystin upp móti føroyameistarunum. Jan Joensen hevur verið skaddur, men er farin at venja aftur, og hann verður í øllum førum við í hópinum í morgin.

B36 hevur eisini alt fólkið tøkt. Allan Manai hevur verið sjúkur, men er komin fyri seg aftur. John Petersen hevur seinastu vikurnar drigist við ein skaða í fótliðinum og hevur verið noyddur at stuðla fótin við tape, men B36 kann illa vera hann fyriuttan, so væntandi verður hann eisini við í morgin.

Annars er Sigfríður Clementsen farin undir venjingina aftur, men tað restar framvegis nógv í hjá honum, áðrenn hann er komin í somu dystarvenjing sum liðfelagarnir.


Klassikari í Gundadali

Í Gundadali verður ein av føroysku fótbóltsklassikarunum, tá TB kemur at vitja HB.

Í fjør máttu føroyingar vera hendan klassikaran fyriuttan, tí tá spældi TB í 2. deild.

Tað var kanska heldur ikki so løgið, at TB var í 2. deild í 1997, tí tá teir spældu móti HB í landskappingini í 1996, taptu teir 1-7 í Havn og 2-9 á Tvøroyri!

Tvørámenn fara ivaleyst at gera alt fyri, at ein tílíkur sekkur ikki endurtekur seg, og TB hevur eisini eitt nógv betri lið í ár, enn teir høvdu fyri tveimum árum síðani.

Einasta ivamálið hjá tvørámonnum er spælandi venjarin Zoran Pavlovic, sum hevur ligið sjúkur í vikuni, men roknað verður við, at hann verður at síggja í Gundadali í morgin.

HB má framvegis spæla uttan Andrew av Fløtum, sum hevur skaða í lærkrikanum. Andrew er áleypari, og teir hevur HB ikki ov nógvar av, so tí hevur talan verið um at taka Hartvig Joensen, sum skeyt trý mál móti B36 í 2. deild seinasta vikuskifti, tá HB vann 5-1, upp á bonkin í 1. deild. Annars er Bárður Mortensen eisini farin undir at venja aftur.


Sumba og ÍF

fyri fyrstu ferð

Fimti og seinasti dysturin í 1. deild hetta vikuskiftið verður í Sumba, har ÍF kemur á vitjan.

Sumba og ÍF hava ongantíð fyrr spælt móti hvørjum øðrum í 1. deild. Tá Sumba í 1991 var í 1. deild, var ÍF í 2. deild, og tað vóru teir eisini í 1995, tá Sumba/VB var í 1. deild.

ÍF-liðskiparin Torstein Joensen hevur fingið trý gul kort í steypakappingini, og tískil var hann leikbannaður í fjórðingsfinaluni móti KÍ í gjárkvøldið, men hann verður so við í ferðalagnum til Suðuroyar.

Sumbingar hava havt nógvar skaðar at drigist við seinastu tíðina, og tað merkist eisini, tá hópurin ikki er so stórur.

Fleiri blaðungir spælarar hava av tí sama fingið kjansin á 1. deild og hava staðið seg væl í nýggja umhvørvinum.


Hálvfinalistarnir funnir

Í gjárkvøldið vórðu tær fýra fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið spældar, og skaðar og leikbann kunnu sjálvsagt hava tikið seg upp til landskappingardystirnar í morgin. Fjórðingsfinalurnar verða bert spældar yvir ein dyst, og tískil eru teir fýra hálvfinalistarnir funnir, tá blaðið verður borið út.

Men vit kunnu her bert endurtaka tær fýra fjórðingsfinalurnar, sum eru: B36-VB, GÍ-NSÍ, HB-B68 og KÍ-ÍF.

Í dag verður 2. umfar í kappingini í 2. deild eisini spælt, og eru dystirnir hesir: Royn-NSÍ, EB/Streymur-KÍ, LÍF-B36, HB-GÍ og B71-FS Vágar.