Landskappingin er bara fýra vikur gomul, og royndirnar hava lært okkum øll, at tað skal ansast væl eftir, áðrenn nakar meistari verður krýndur so tíðliga á árinum. Og allar minst í HB vilja tey tosa hart og nógv um, at í ár verður tað, sum teir hava vónað og bíðað eftir síðani 1990.
Men hagtølini eru nakin og sonn, og tey siga, at HB eigur tað liðið í 1. deild, sum hevur fingið so nógv ta bestu byrjanina. Meðan hini liðini hava tikið stig frá hvørjum øðrum, so hevur HB bara vunnið, og tað hevur við sær, at tað longu nú er greitt, at oddaliðið eftir fimta umfar eisini fer at eita HB, sjálvt um tað skuldi hent, at VB vinnur øll stigini, tá HB kemur suður á Vágseið mánadagin, sum er 2. hvítusunnudagur.
Gunnar Mohr er formaður í HB. Í ár situr hann uttanfyri og hyggur at, og sjálvandi er hann fegin um gongdina higartil:
? Nú havi eg verið í HB í nógv ár, og eg má siga sum er, at eg havi ongantíð sæð nakað HB lið, ið hevur verið so væl fyri, sum liðið hjá okkum hevur verið higartil í ár. Vit hava lagt nógv fyri, og tá er tað sjálvandi serliga hugaligt, at úrtøkan er góð. Rumenski venjarin er sera nógv avhildin og virdur millum spælararnar, og tað er sjón fyri søgn, at hann hevur givið liðnum nakað nýtt. Allir spælararnir eru í so góðari venjing, sum teir ongantíð áður hava verið í, og HB spælararnir vinna nógv fleiri nærdystir nú, enn HB spælarar nakrantíð áður hava gjørt.
Verður títt lið FM vinnari í ár?
? Tað fært tú meg ikki at siga nakað um. Vit taka eina viku í senn. Eina ferð fer HB at missa stig og tapa, og so verður spurningurin, hvussu tað fer at ávirka avrikini aftaná.
HB hevur ein rættuliga breiðan hóp. Teir hava skrivað sáttmála við sekstan spælarar, og umframt hesar eru Kaj Leo Johannesen og John Heri Dam við í 1. deildarhópinum. John Heri spældi ikki móti GÍ, tí hann í síðstu viku og í hesi vikuni er niðri í skúla, og Jan Dam, ið hevur verið mettur sum ein av lyklaspælarunum í nógv ár, situr uttanfyri við skaða, uttan at tað inni á vøllinum verður lagt merki til tað.
GÍ ikki longur á kambinum
Tað er ein møguleiki fyri, at GÍ sleppur at royna seg móti HB í Gundadali eina ferð afturat fyri summarsteðgin. Tað sleppa teir, um tað fer at eydnast teimum at vinna seinnu semifinaluna í steypakappingini, sum teir skulu spæla móti KÍ í Gøtu komandi fríggjakvøld (FSF hevur flutt seinnu semifinaluna frá leygardegnum fyri at geva luttakandi feløgunum longri hvíld áðrenn fimta umfar í landskappingini). Men skulu vit meta út frá avrikunum og úrslitunum sunnudagin, so er tað ikki serliga nógv, sum bendir á, at GÍ fer at megna at koma í steypafinaluna.
Gøtumenn hava verið mest vinnandi felagið í fremstu røð í nítiárunum, og teir sleppa eisini at royna seg í Europa Cup í summar, tí teir vunnu løgmanssteypið í fjør, men avrikini í ár benda týðuligt á, at nú ber illa til hjá teimum gulu og bláu, sum hava givið okkum so nógvar góðar løtur, framvegis at ríða á aldukambinum. Summir av spælarunum, sum hava borið liðnum uppi, tykjast vera eitt sindur illa fyri og slitnir, og tá ungu menninir ikki megna at fara inn og taka fulla ábyrgd, so sæst tað aftur á úrslitunum. GÍ hevur tunnan hóp, og teir hava bara ein álopsspælara, og tá tað berst einum ella tveimum frá og serliga álopsspælaranum, so eru teir um ein háls.
Oddaliðið hevur breiddina
HB er longu so at siga komið í steypafinaluna, og tað kann gott vera, at venjarin fer at geva onkrum av teimum, sum ikki eru fastir menn á liðnum, møguleikan fríggjakvøldið, tá seinna semifinalan verður móti grannunum fyri sunnan.
Sjálvandi er hýrurin góður í HB húsinum og í HB skýlinum, og tað er einki at ivast í, at tað fer at síggjast aftur í úttøkuni av landsliðnum, sum skal til Estlands, at HB er væl fyri. Men fyri spenningin í landskappingini hevði tað komið væl við, um HB tapti, og tí er einki at siga til, at øll tey, sum ikki eru HB viðhaldsfólk, síggja fram ímóti, at HB skal liggja eftir á. Akkurát soleiðis var tað í fjør, tá tað var B36, sum í nógvum teimum fyrstu umførunum vann hvørja ferð.
Sum í gomlum døgum
Spurningurin er bara, nær tað skal koma fyri, at HB fer at missa stig. Eftir at VB hevur havt møguleikan skal HB inn á Toftir, og 14. juni fáa teir vitjan av KÍ í Gundadali.
Klaksvíkingar hava eftir eitt sindur trilvandi byrjan rættuliga fingið vind í seglini, og gongur tað væl hjá teimum, tá teir fyri aðru ferð í tríggjar dagar fara til Gøtu at spæla ? steypadysturin verður fríggjakvøldið og landskappingardysturin verður 2. hvítusunnudag ? og tá ið VB kemur til Klaksvíkar annan sunnudag, so verður talan um sanna toppuppgerð, soleiðis sum tað plagdi at vera í gomlum døgum, tá KÍ fer í Gundadal. Um kassameistarin hjá HB ynskir KÍ at vinna nógv, áðrenn teir koma í Gundadal, so er einki at siga til tað, tí talan verður um sanna innrás úr Klaksvík, um KÍ hevur møguleika at leggja seg upp á síðuna av HB 14. juni.
Soltið hjá TB
Enn er so lítið fráliðið, og tað kann framvegis fara at laga seg soleiðis, at okkurt av liðunum, sum liggja í botninum, fara at enda væl hægri, og tað kann eisini myndast soleiðis, at okkurt av liðunum, sum eru omanfyri miðjuna á støðutalvuni, fara at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. At trý stig verða latin fyri at vinna ger, at støðan kann broytast heilt nógv eftir tveimum vikum.
Higartil hevur tað skorist út av lagi vánaliga hjá TB. At teir taptu 4-3 í Gundadali móti HB kunnu teir ivaleyst liva við, men tað má svíða ómetaliga dygt at tapa í Sumba. Annan hvítusunnudag skal TB aftur í Gundadal, og so fæst at síggja, um teir fara at fáa meiri burturúr móti B36.
Tað ber ikki til at tosa um kreppu í B36, tí teir hava bara tapt eina ferð í ár, og tað var móti HB, sum teir hava kompleksir yvirfyri. Men tað er dyggur smeitur hjá meistarunum, at teir ikki megna at vinna, tá teir hava stóra yvirvág og eina rúgvu av møguleikum. Javnleikurin í Fuglafirði hevði við sær, at B36 misti tvey stig í mun til HB, og nú eru teir sjey stig aftanfyri grannarnar og silvurvinnararnar í fjør, og tað verður tungt at draga inn aftur.
Fyri fyrstu ferð síðani 27. apríl í fjør, tá støðan varð gjørd upp eftir fyrsta umfar í landskappingini í 1997 eru toftamenn á støðutalvuni omanfyri grannarnar í Runavík. NSÍ er ikki væl fyri í løtuni. Tríggir lyklaspælarar ? Helgi L. Petersen, Dánial Hansen og Gert Langgard eru skaddir, og hóast teir hava nógv fólk, so tykjast teir vera sárbærir.










