starturin riggar er bæði tengt at, hvussu umstøðurnar eru og hvussu útgerðin er. Í Klaksvík er tað langt frá eystara enda á róðrarøkinum og inn á land, og tað hevur ikki riggað væl at hava enda á land. Men nú [...] startin út, fyrrenn Dúgvan er farin innum. Sami trupulleiki kann gera seg galdandi á Tvøroyri, har Smyril fer inn yvir róðrarøkið, men har er trupulleikin ikki so stórur, sum hann er í Klaksvík, tí Smyril kemur [...] umstøðurnar, og tað er hetta, sum vit í RSF royna at vera formidlarar av, sigur Hannis Joensen. Formaðurin í RSF vísir annars á, at tá tað verður havt í huga, at tað á norðoyastevnu vóru fýra eyka startir
Í fagrastu líkindum er tað í dag kappróður á eystanstevnu. Tað er mest sum stilli á Skálafjørðinum, og tí var tað ikki so torført í dag at leggja gentubátarnar í barnaróðrinum, hóast talan var um 16 bátar [...] kort var á lofti. Eins og á norðoyastevnu so var tað aftur í dag nýggi báturin hjá Havnar Róðrarfelag, Títlingur, sum vann, og aftur í dag var ein bátur hjá Klaksvíkar Róðrarfelag næstfyrst á mál. Tað [...] Tað var Fípan Fagra. Á norðoyastevnu var munurin millum tveir teir fremstu bátarnar fimm sekund. Í dag var munurin millum teir báðar fremstu bátarnar eitt sekund. Teir báðir bátarnir úr Vágum – Dúgvan úr
við róðrunum og stuðla teimum á tann hátt • Kappróður er somuleiðis ein partur av mentan og samleika okkara. • Og so er hetta eisini ein gomul ítrótt, sum haraftrat er tjóðarítróttur okkara! _____________ [...] nærum borið á lógvum. Í ár er kortini fyrstu ferð, at hesar fýra genturnar - Silja, Klara, Sára, Ruth Jórun og tvær aftrat - skulu setast við árar umborð á Katlu at kappast við javnaldrar teirra á firðum og [...] - Ja, koyr á. Kom so - 1-2-3, og so spurta vit eitt sindur! Róðursmaðurin umborð á Katlu - Ólavur Nybo av Viðareiði - veit hvat tað snýr seg um. Og hann vil fegin hava genturnar umborð á Katlu at rógva
Jarnbardur næstur á mál. Jarnbardur vann á Norðoyastevnu, men tað sást skjótt, at í Hósvík ætlaðu tær umborð á Gongurólvi sær meiri enn næstfyrsta plássið, sum tær vunnu á Norðoyastevnu, tá ið tað bara vóru [...] Kappróður Tað var stórur fagnaður umborð á Gongurólvi, tá ið 6-mannaførini við kvinnum fóru um málið á Sundalagsstevnu í Hósvík. Og tað var ikki so undarligt. Seinnu árini hevur tað ikki verið á hvørjum [...] ikki verið á hvørjum ári, at Gongurólvur við kvinnumanning er farin fyrstur um málstrikuna. Síðani á Eystanstevnu í 2006 hevur Jarnbardur vunnið allar róðrarnar, og tað skal leitast aftur til á Varmakeldu
Verður tað kappróður millum 10-mannafør í 2020? Soleiðis hevur verið spurt og fregnast í vetur og í vár. Nú er tað greitt, at tað verður FM kapping millum 10-mannaførini, tí í hvussu so er tveir bátar [...] Samuelsen í kvøld legði í facebookbólkin kappróðrarkjak, er einki at síggja til Suðuroying. Men tað verður kapping millum 10-mannafør, tí Havnarbáturin er mannaður og fer at bjóða Orminum Langa av. Í fjør luttóku [...] millum lítið og einki at síggja til Ørv hjá Havnar Róðrarfelag. Fyrsti FM kappróðurin í ár verður á norðoyastevnu leygardagin 6. juni.
ni, og at Riddarin er tvey stig frammanfyri Tvørabátin. Tað er langt frá á hvørjum ári, at bátur úr Fuglafirði er millum teir, sum hava møguleika at vinna á varmakeldu. Soleiðis er tað hesa ferð. Kvinnurnar [...] 10-mannaførini er ógvuliga intens. Á norðoyastevnu fóru Eysturoyingur og Klaksvíkingur stavn um stavn um málið. Á fjarðastevnu var Eysturoyingur fremstur, og síðani hevur Klaksvíkingur vunnið á sundalagsstevnu [...] Tað er gott pláss og góðar umstøður at rógva í Fuglafirði. Tí er eingin trupulleiki at kappast á 1000 metrum, 1500 metrum og 2000 metrum. Hetta verður síðsta ferðin í ár, at tað verður kappast á longru
yvir á tær sjálvari. Tað er loyvt at rópa. ? Eg var í nógv ár róðurskvinna, og hetta var upp á ein máta tað sama. Tá ið róðurskvinnan sleppur, og rógvararnir seta á, so er bara at koyra á. Tað er upp á [...] uppá okkurt at siga alla tíðina. Tað er lættari upp á ein máta, tá ið róðurin er spennandi, tí tá kemur nógv av sær sjálvum, men er eingin spenningur, mást tú finna upp á okkurt annað at siga, eitt nú um líkindi [...] á sama máta hjá frásøgufólkinum. Tá ið startskotið hevur ljóðað, skalt tú koyra á, til komið er á mál, sigur Solby. Sjálvt um hon var nervøs upp undir frásøgnina á jóansøku, og hon ikki var heilt nøgd
in er komin á mál sum nummar tvey og trý og onkra ferðina nummar fýra. Síðsti sigurin var á Sundalagsstevnu í 2007, tá ið Tvørabáturin var ein tumma ella so frammanfyri Sundabátin. Á Norðoyastevnu var [...] Tí bendi einki á, at tað leygardagin á Skála skuldi verða so nógv øðrvísi. Men teir á Tvøroyri vildu tað øðrvísi. Í Klaksvík varð Tvørabáturin sektaður, tí starturin var so trilvandi. Á Skála var tilvitanin [...] Kappróður Teir hava verið tolnir á Tvøroyri. Tvørabáturin hevur verið drúgvur í at taka lut, síðani teir á Tvøroyri bjóðaðu seg fyrstu ferð fram við 6-mannafari í 2007. Fleiri ferðir hava teir verið tætt
Avrikini hjá dreingjamanningini umborð á Tjaldrinum í tveimum teimum fyrstu róðrunum í ár hava boðað frá, at støðan er soleiðis, sum hon plagar at vera. Á norðoyastevnu var tað ikki fyrrenn í seinna partinum [...] róðrinum, at Tjaldrið legði seg á odda og vann. Á Skála tóktust Tjaldurs dreingirnir hava fingið betri tak á startinum. Tjaldrið var beinanvegin millum fremstu bátarnar, og á málinum var guli báturin tað [...] Kappróður Eitt tað stinnasta róðrarfelagið av øllum er tað á Glyvrum. Serliga dreingirnir og menninir hava altíð staðið seg væl, og tað hevur verið gott samband millum keturnar – frá dreingjum og umvegis
fjør. Kjartan Mohr er bátsformaður umborð á Jarnbardi, og tað er hann, sum veit hesi tíðindini. Men hann er skjótur at leggja afturat, at nú má eingin heingja hann upp á nakað, tí hann er spildurnýggjur í [...] Kappróður Menninir á Jarnbardi gjørdu leygardagin sum kvinnurnar umborð á Jarnbardi. Teir vunnu sína kapping. At Jarnbardur vinnur á somu stevnu bæði við monnum og kvinnum kemur ikki fyri á hvørjum ári [...] tá ið teir aftur fáa høvi at kappast. Elsti maður umborð er bátsformaðurin, sum er 27. Stýrimaðurin er 16, og hinir eru har ímillum. Manningin er henda: Kristian Eysturoy, Schønning Hentze, Ásmund Zachariassen