Kappróður
Teir hava verið tolnir á Tvøroyri. Tvørabáturin hevur verið drúgvur í at taka lut, síðani teir á Tvøroyri bjóðaðu seg fyrstu ferð fram við 6-mannafari í 2007. Fleiri ferðir hava teir verið tætt við at vunnið, men oftast hava marginalirnir ikki verið við, og Tvørabáturin er komin á mál sum nummar tvey og trý og onkra ferðina nummar fýra.
Síðsti sigurin var á Sundalagsstevnu í 2007, tá ið Tvørabáturin var ein tumma ella so frammanfyri Sundabátin.
Á Norðoyastevnu var Tvørabáturin eina bátslongd aftanfyri Riddaran. Miðvingar høvdu vunnið fýra tær seinastu róðrarnar og harvið FM heiti í fjør. Tí bendi einki á, at tað leygardagin á Skála skuldi verða so nógv øðrvísi.
Men teir á Tvøroyri vildu tað øðrvísi. Í Klaksvík varð Tvørabáturin sektaður, tí starturin var so trilvandi. Á Skála var tilvitanin stór um, at starturin skuldi verða øðrvísi, og tað eydnaðist.
Tvørabáturin leyp avstað og legði seg beinanvegin á odda. Í miðróðrinum hótti Riddarin, og so tóktist tað sum um, at søgan frá nógvu teimum undanfarnu ferðunum skuldi endurtaka seg.
Soleiðis endaði tað ikki. Tvørabáturin svaraði sannførandi aftur, og á málinum var munurin tað mesta av einari bátslongd.
Ei undur í at tað varð skipað fyri stórari móttøku á Krambatanga, tá ið Smyril leygarkvøldið kom suður. Fólkið var nógv, 10-mannafarið Suðuroyingur var flotaður at taka ímóti, og við Suðuroyarportalin segði róðursmaðurin á Tvørabátinum Jacob Eidesgaard:
–Hetta er bara ein fantastisk móttøka, ið eggjar okkum til at gera enn meira við kappróðurin.
Sambært Suðurrás er Tvørabáturin mannaður við seks rógvarum av Tvøroyri og einum úr Fámjin.










