Kappróðraryvirskriftin á forsíðuni í blaðnum leygardagin var, at kappróðurin skal verða meiri áskoðaravinarligur, enn hann hevur verið. Og í útsøgnini frá formanninum í Róðrarsambandinum, Hannisi Joensen, lá, at bíðitíðin hjá teimum, sum møta upp at síggja kappróður, skal styttast munandi.
Og sama dag, sum hetta stóð í blaðnum, vóru áskoðararnir í Klaksvík í meiri enn fýra tímar til kappróður. Útvarpið noyddist djúpt niður í tónleikagoymslurnar, tí bíðitíðin var long, og skráin mátti broytast eitt sindur fyri at geva síðstu róðrunum rúmd.
? Nei, hatta var ikki nóg gott, og eg havi hoyrt nógv fyri tað, sum eg var endurgivin fyri at siga. Men vit eru framvegis av hasi áskoðanini, og eg eri fegin um, at tað verður arbeitt miðvíst við at fáa trupulleikarnar av vegnum, sum vóru orsøk til, at tíðin gjørdist so long.
Hetta sigur Hannis Joensen, sum saman við øðrum ábyrgdarfólkum í RSF longu mánakvøldið var á fundi við teir, ið hava ábyrgdina av kappróðrinum í Klaksvík. Málið var at lýsa trupulleikarnar og at finna loysnir, meðan róðurin var frískur í huganum, og sambært yvirlitinum í skipanini, so eru klaksvíkingar væl fyri við ábyrgdarfólkum, sjálvt um tað ikki gongst so væl í kappingini.
Trupulleikarnir
? Tað vóru trupulleikar av fleiri sløgum, sum tilsaman høvdu við sær, at tíðin gjørdist so long. Onkrar trupulleikar kunnu vit loysa við nýggjum avtalum, og onkrir hava við fasta startin at gera, og har eru allir partar sinnaðir at royna broytingar.
Tað er semja um, at í framtíðini skal tað vera soleiðis, at tá tað verður neyðugt við kvalifikatiónsumførum, tí manningarnar eru fleiri enn seytjan í tali, so skulu kvalifikatiónskappingarnar fáast frá hondini, áðrenn klokkan verður trý.
? Men skal hetta lata seg gera, so mugu vit fáa eina avtalu við Strandferðsluna, tí tað ber ikki til at leggja fasta startin út, fyrrenn Dúgvan er farin innum. Sami trupulleiki kann gera seg galdandi á Tvøroyri, har Smyril fer inn yvir róðrarøkið, men har er trupulleikin ikki so stórur, sum hann er í Klaksvík, tí Smyril kemur fyrri suður, enn Dúgvan kemur á Klaksvík fyri síðstu ferð undan kappróðrinum.
Fasti starturin
Hannis Joensen roknar ikki við, at trupulleikin við fasta startinum, ið var orsøkin til seinkingarnar í Klaksvík, fer at leingja um róðrartíðina í Hósvík. Í Klaksvík vóru teir noyddir at skifta ímillum túsund og fimtan hundrað metra málið, men í Hósvík fer at bera til at avgreiða róðrarnar í tí røð, sum hevur verið tann vanliga.
? Hvussu fasti starturin riggar er bæði tengt at, hvussu umstøðurnar eru og hvussu útgerðin er. Í Klaksvík er tað langt frá eystara enda á róðrarøkinum og inn á land, og tað hevur ikki riggað væl at hava enda á land. Men nú ætla teir at royna við nýggjari útgerð. Útgerðin fer at verða roynd frammanundan norðoyastevnuni, soleiðis at en haldgóð loysn verður funnin.
At formaðurin í RSF ikki roknar við trupulleikum av hesum slagnum í Hósvík kemst bæði av, at har eru umstøðurnar at leggja fasta startin góðar, og av at útgerðin, sum teir hava brúkt til fasta startin í Hósvík, hevur verið sera góð. Bátarnir, sum í Hósvík liggja fyri endunum á startmálinum, liggja við gronini móti róðrarøkinum og ikki tvørir. Teir hava síðuskrúvu, bógskrúvu og spæl, og tað ger, at teir eru sera væl fyri at laga fasta startin til umstøðurnar, uttan at tað órógvar manningarnar og startdómararnar.
? Vit kunnu ikki krevja, at útgerðin alla staðni er av tí slagnum, sum hon t.d. er í Hósvík, men tá teir, sum kring landið hava ábyrgdina av róðrunum, tosa saman og harvið fáa hugskot frá hvørjum øðrum, so gevur tað hugskot, sum aftur bera møguleikar við sær fyri at betra um umstøðurnar, og tað er hetta, sum vit í RSF royna at vera formidlarar av, sigur Hannis Joensen.
Formaðurin í RSF vísir annars á, at tá tað verður havt í huga, at tað á norðoyastevnu vóru fýra eyka startir, og at tað tók meiri enn ein tíma at fáa kvalifikatiónsróðrarnar hjá gentunum avgreiddar, so gekk tað ikki so heilt illa við hinum róðrunum.
? Men vit eru samd um, at samlaða kappróðrartíðin skal styttast niður í mesta lagið í tveir og ein hálvan tíma, og tað arbeiða vit miðvíst fram ímóti, eru boðini frá formanninum í Róðrarsambandinum.