Tvey 10-mannafør úr høvuðsstaðnum fara at kappast

Í kappingini millum 8-mannaførini fara seks bátar at kapprógva í summar

Verður tað kappróður millum 10-mannafør í 2020? Soleiðis hevur verið spurt og fregnast í vetur og í vár. Nú er tað greitt, at tað verður FM kapping millum 10-mannaførini, tí í hvussu so er tveir bátar fara at kappast.

Tað er langt síðani, at tað varð greitt, at FM vinnarin Ormurin Langi hjá Róðrarfelagnum Knørri varð mannaður, meðan lítið og einki hevur verið at frætt um onnur 10-mannafør.

Í fjør luttóku eisini Suðuroyingur og Havnarbáturin.

Í yvirlitinum, sum Teitur Samuelsen í kvøld legði í facebookbólkin kappróðrarkjak, er einki at síggja til Suðuroying.

Men tað verður kapping millum 10-mannafør, tí Havnarbáturin er mannaður og fer at bjóða Orminum Langa av.

Í fjør luttóku fimm 8-mannafør, og talið verður ikki lægri í ár. Yvirlitið vísir, at seks bátar ætla sær at taka lut í hesi kappingini Bátarnir eru Argjabáturin, Nevið Reyða, Knørrur, Gullbrandur, Heiðabáturin og Ørvur.

8-mannafarið Heiðabáturin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ hevur ikki luttikið seinastu árini, og tað hevur verið millum lítið og einki at síggja til Ørv hjá Havnar Róðrarfelag.

Fyrsti FM kappróðurin í ár verður á norðoyastevnu leygardagin 6. juni.