Kappróður
Menninir á Jarnbardi gjørdu leygardagin sum kvinnurnar umborð á Jarnbardi. Teir vunnu sína kapping. At Jarnbardur vinnur á somu stevnu bæði við monnum og kvinnum kemur ikki fyri á hvørjum ári.
- Tað var beinanvegin onkur, sum segði, at hetta var søguligt, tí hetta skuldi vera fyrsta ferðin, at báðar manningarnar vunnu á somu stevnu. Men hetta varð skotið niður aftur beinanvegin. Tað varð upplýst, at eina ferð áður hevur Jarnbardur vunnið við bæði monnum og kvinnum á somu stevnu, og tað var á Vestanstevnuni í fjør.
Kjartan Mohr er bátsformaður umborð á Jarnbardi, og tað er hann, sum veit hesi tíðindini. Men hann er skjótur at leggja afturat, at nú má eingin heingja hann upp á nakað, tí hann er spildurnýggjur í róðrarumhvørvinum.
Og tú ert longu bátsformaður á 6-mannafarinum, sum er betri enn hini?
- Hetta er fyrsta árið, at fleiri okkara leggja álvara í kappróðurin. Onkrir okkara hava luttikið í kappróðri fyri einum tveimum árum síðani, men tá vandu vit ikki seriøst. Tað gera vit nú. Tveir ganga á sjómansskúla, ein er liðugur í sjómansskúlanum fyri stuttum, og ein gongur í maskinmeistaraskúla. Tíðliga í ár gjørdu vit av, at vit skuldu royna at manna Jarnbard. Málið var fyrst og fremst at missa eitt sindur av vektini, sum kanska var vorðin í so stór. Nógva og miðvísa venjingin hevur havt við sær, at vit hava rokkið primera málinum. Nú eru vit komnir í so mikið góða venjing, at tað ber til at kappast um fremstu plássini, og nú vit vunnu á Skálafjørðinum, eru vit vornir heilt spentir, greiðir Kjartan Mohr frá. Hann og bátsfelagarnir umborð á Jarnbardi hava ilt við at bíða inntil leygardagin, tá ið teir aftur fáa høvi at kappast.
Elsti maður umborð er bátsformaðurin, sum er 27. Stýrimaðurin er 16, og hinir eru har ímillum. Manningin er henda: Kristian Eysturoy, Schønning Hentze, Ásmund Zachariassen, Petur Kristian Nielsen, Árant Løkjá, Rúni Mohr og Kjartan Mohr, sum altso er bátsformaður.
Nær vart tú greiður yvir, at tað kundi bera til hjá tykkum at vinna?
- Eftir Norðoyastevnuróðurin vóru vit greiðir yvir, at vit kundu standa okkum betri, enn vit gjørdu ta ferðina. Tá høvdu vit onkrar smávegis trupulleikar, sum gjørdu tað eitt sindur torført hjá okkum. Men kortini vóru vit við í kappingini heilt har frammi, har fjarstøðan frá nummar eitt og til okkum á fjórða plássinum bara var tvey sekund.
- Hesa ferð var alt, sum tað skuldi vera. Eg haldi, at vit vóru fremstir, eftir at tey fyrstu fimtan tøkini vóru tikin, og so vóru vit á odda alt málið. Munurin var ikki so stórur. Aftur hesa ferð vóru tað Sundabáturin, Gongurólvur og Strálan, sum kappaðust við okkum, og eg rokni við, at tað eisini tær næstu ferðirnar í hvussu so er fara at vera hesir, sum fara at bjóða okkum av.
Hvat er stóra styrkin hjá tykkum?
- Vit eru í góðari likamligari venjing. Vit eru treiskir, men eg haldi ikki, at vit eru serliga góðir kapprógvarar. Vit eru ikki upplærdir at rógva taktiskt, og vit hava heldur ikki serliga gott lag, men vit orka, og vit vilja vinna, heldur Kjartan Mohr.
Bátsformaðurin umborð á Jarnbardi heldur, at unga manningin umborð á Gongurólvi hevur stak gott róðrarlag. Hann væntar eisini, at nýggja Strálan fer at gera nógv fyri at vinna, og hann vísir á, at Sundabáturin longu á Norðoyastevnu gjørdi vart við seg.
Fyri tey norðuri í Sundi kendist leygardagurin eitt sindur snópisligur. Fitt av áskoðarum fylgdu Sundabátinum um Leirvíksfjørð og út á Skálafjørðin. Gongurólvur vann kappingina við Sundabátin um næstfremsta plássið, men munurin var lítil og eingin.
Sundbáturin fekk syndarliga vánaligan start. Eftir startspurtin vóru teir eina løtu aftastir, men so komu teir so spakuliga fyri seg. Tað vóru trupulleikar umborð á Sundabátinum fyrstu løtuna. Ein reim, sum spenti pútuna hjá einum av rógvarunum fasta, slitnaði, og eina løtu lá ikki fyri hjá hesum at spenna rættuliga í. Strálan endaði bara eitt sekund aftanfyri Sundabátin. Eingin ivi er um, at teir báðir saman við Gongurólvi fara at bjóða Jarnbardi av í Hvalvík leygardagin.
6-mannafør, menn:
1Jarnbardur07.45.18
2Gongurólvur07.47.07
3Sundabáturin07.47.18
4Strálan07.48.18
5Lómur07.53.11
6Sølmundur07.55.11
7Hósvíkingur07.59.12
8Víkingur08.04.10
9Hvessingur08.07.22
10Sandingur08.09.24










