Tjaldrið hevur sama flog

Nú Tjaldrið vann fyri aðru ferð á rað, tykist framtíðin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ at vera bjørt

Kappróður

 

Eitt tað stinnasta róðrarfelagið av øllum er tað á Glyvrum. Serliga dreingirnir og menninir hava altíð staðið seg væl, og tað hevur verið gott samband millum keturnar – frá dreingjum og umvegis 6-mannafarið Sølmund og 8-mannafarið Heiðabátin og upp í 10-mannafarið Eysturoying.

Avrikini hjá dreingjamanningini umborð á Tjaldrinum í tveimum teimum fyrstu róðrunum í ár hava boðað frá, at støðan er soleiðis, sum hon plagar at vera.

Á norðoyastevnu var tað ikki fyrrenn í seinna partinum av róðrinum, at Tjaldrið legði seg á odda og vann. Á Skála tóktust Tjaldurs dreingirnir hava fingið betri tak á startinum. Tjaldrið var beinanvegin millum fremstu bátarnar, og á málinum var guli báturin tað tað mesta av einari bátslongd undan báðum bátunum hjá Argja Róðrarfelag – Teistanum og Bliki. Hesir báðir vunnu kappingina um silvur og bronsu krónurnar í tøttum stríði við Junkaran og Royndina Fríðu.