viku vórðu fundir hildnir aðra staðni í Føroyum, eitt nú í Klaksvík og í Suðuroy undir heitinum "Krabbamein í Føroyum" og "Børn og sorg". Tá ið vit tosa um børn og sorg verður hugsað um tey børn, sum hava [...] hava við børn at gera. - Vaksin skulu hava nøkur amboð og verða varhug við, at hesi viðurskiftini eru í okkara samfelag í dag, og at fleiri børn syrgja. Spurningurin er so, hvussu hesi skulu hjálpast víðari [...] inum at taka sær av børnum í sorg, sigur Jákup Olsen. Skúlin eigur at vera greiður yvir, at tað eru børn sum hava eina sorg. Tey skulu ikki yvirsíggjast, og sum lærari eigur tú at tosa við tey og hjálpa
og Conoco við, men seinni eru eisini Murphy Oil og her til seinast Arco komin uppí. Tað er Texaco, sum er operatørur. Samtakið hevur nógvar teigar vestan fyri Bretland, og nú vónar tað at kunna vera við [...] hesum stóra ferðalagnum eru tveir landsstýrismenn. Umframt oljumálaráðharran verður eisini landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen við á ferðini til Alaska. Hini umboðini eru m.a. frá Oljufyrisitingini [...] størri enn alt Europa tilsamans. Kortini búgva ikki færri enn 800.000 fólk her, av teimum eru 200.000 inuittar. Hini eru tilfytarar mest úr øðrum statum í USA. Vælferðin frá oljuni er so mikið stór, at tú rindar
nøkrum endamáli. VIT vita ikki, hvat útspæl føroyingar fara at koma við. Tað er eisini eitt sindur óheppið, tá danski orkumálaráðharrin letur leka út, at føroyingar eru tilreiðar at ganga vit til eitt kompromi [...] við tí eru við at draga í land og bara ganga inn fyri bretskum krøvum. Langtífrá. HINVEGIN er greitt, at vilja vit eina samráðingarloysn, so má lorast onkunstaðni. Men sum blaðið hevur skilt, so eru bretsku [...] ymiskar uppfatanir av einum fiskimarki. Og vit gita - við tí innliti vit gjøgnum tíðina hava fingið í hetta stóra mál - og tað er her svarið skal finnast. Og vit halda tað vera skeivt av føroyingum at ganga
als ongan áhuga í at seinkað hetta málið. -Vit vóna nú, at føroyska nevndin ella umboðini vilja samráðast. Tá vit í fjør vórðu fúsir at samráðast, fingu vit onki svar frá føroyingum, sum áttu og framvegis [...] stigið. Um føroyingar nú eru sinnaðir til at taka eitt stig og koma við einum positivum uppskoti, so fara tit eisini at síggja, at vit frá bretskari síðu vilja vísa ein positivan vilja, vit vilja vera liðiligir [...] at embætismenninir eru ikki lidnir við sítt arbeiði. Tað er eingin orsøk her og nú til, at ovatu politisku leiðararnir í londunum møtast til at viðgera málið nú. Um báðir partar eru positivir og vilja
Leiftur er nú at klára seg í teimum dystunum, sum nú eru eftir. - Vit missa nakrar mans nú, og vit skulu tí til at spæla nakrar nýggjar mans inn á liðið. Men tað havi eg góðar vónir til, og nú fara vit í holt [...] hóast vit spældu við tíggju monnum móti ellivu, høvdu vit so avgjørt okkara møguleikar. Vit royndu at spæla okkum fram til nakrar kjansir og vera við til at mynda henda dystin, og tað haldi eg, at vit gjørdu [...] u. Nú bleiv dysturin ikki vunnin, men sum Páll eisini segði áðrenn dystin, so var tað ikki nøkur fiasko, at Leiftur ikki bleiv steypavinnari hesaferð. - Eg haldi, at vit byrjaðu dystin væl, men vit sløsaðu
Martin ikki hevði so nógv at siga. - Nei, tað haldi eg ikki. Teir eru vanir við at spæla soleiðis, og vit hava eisini verið her í seks mánaðir nú. Men bólturin var sera hálur - ring líkindi hjá málmonnum, men [...] bóltin, helt Jens Martin aftan á dystin. - Teir vóru betri í dag, eingin ivi um tað, men so leingi vit vóru fullmannaðir, var tað ein púra opin dystur, haldi eg. Tað regnaði illa í íslendska høvuðsstaðnum [...] men annars haldi eg sum so, at tað var í lagi. Tað bleiv eitt sindur opið í verjuni móti endanum, tá vit sendu fólkið fram, men soleiðis verður tað altíð. Brotssparkið gitti eg, og eg iðraði meg aftaná, tí
hava styrki til at endurvinna plássið í Intertoto Cup, heldur ikki sjálvt um teir eru væl betri á heimavølli, enn teir eru á útivølli. Úrslitini í fjúrtanda leikumfarinum staðfestu annars, at tað er stórur [...] venda gongdini, og skulu vit døma út frá fyrstu royndini eftir skiftið, so eydnaðist. Fyri fyrstu ferð í ár vann TB. Tað var í tí, sum verður rópt seks stigs dysti móti ÍF, sum nú rættuliga kennir niður [...] aftasta plássinum, men teir eru ikki komnir úr neyðini. Tað er greitt, at TB, Sumba ella ÍF skal beinleiðis niður í 2. deild. ÍF er eitt stig undan suðuroyarliðunum, men líta vit eftir uppgávunum, sum liðini
og nú var túrurin komin til Eyðstein Skipanes. Hann skjeyt bóltin í málið tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki. Sumbingar flatir Henda yvirskrift skal ikki misskiljast so, at sumbingar eru klænkaðir [...] væl á veg nú, verður sagt úr Sumba. Onkrir einstakir góðir spælarar eru, sum klára seg væl, men tað er verri enn so nóg mikið til at kunna halda seg í fyrstu deild. NSÍ gjørdi bart Tá NSÍ nú hevði fingið [...] hálvleiki. ? Venjingarstøðan hjá teimum er út av lagið vánalig og vit kundu gera sum vit vildu, verður sagt úr Runavík. NSÍ liggur nú rættuliga trygt á fjórða plássi. VB, sum er næsta liðið, hevur bert
Eftir seinasta vikuskifti skrivaðu vit, at B71 hevði sett beina kós ímóti 1. deild. Hetta sama kann sigast eftir hetta vikuskifti, men tað skulu aðrir bollar á súpanina, um sandoyingar skulu gera sær nakrar [...] HB?ara og fer út, men dómarin, sum stendur aftan fyri HB?aran, dømir brotsspark til B71. HB?arnir eru, sum vera man, sera misnøgdir og vísa á linjuverjan, sum allatíðina veittraði fyri nýggjum hornasparki [...] Páll á Reynatúgvu sendir ein góðan bólt inn um HB-verjuna til Eli Hentze, sum gerst púra leysur. Komin inn í brotsteigin tekur verjuleikarin, Hans Andreas Dahl, beinini undan Eli. Reytt kort til Hans Andreas
tað liðið, sum teir kappast ímóti fyri at sleppa undan beinleiðis niðurflyting. ? Vinna vit tann dystin, so eru vit seks stig frammanfyri, og so sær betri út endar Magnus [...] Vágar. ? Nú sær bjartari út Venjarin hjá FS Vágum, Albert Ari Thomassen letur væl at støðuni. ? Tað stóð rættiliga illa til einu tíðina, men spælararnir hava tikið seg saman. Hartil hava vit havt tað hepnið [...] tað verður torført hjá FS Vágum at klára uppflyting í ár, men sum hann tekur til: ? Vit fara í øllum førum at royna. Vit hava í hvussu er ikki givið skarvin yvir enn. Hann skundar sær at leggja aftuat, at