NÓGV bendir á, at taðnú kemur gongd á aftur samráðingarnar um markið millum Føroyar og Bretland. Ikki minst hava røddir frá bretskari síðu - seinast í Sosialinum í dag - lagt upp til, at málið verður loyst einaferð med alla. Í farnu viku legði bretski orkumálaráðharrin út við eini innbjóðing til nýggjar samráðingar. Síðani bretar komu við einum útspæli í juni 1997 hava føroyingar mestsum lagt málið á ís, og nú vóna bretar, við tað at bæði londini hava nýggjar stjórnir, at føroyingar koma við einum nýggjum útspæli.
HÓAST tað er rætt at tiðna málið uppaftur, tí tað tænir ongum endamáli bara at standa og bíða, so ræður kortini um frá føroyskari síðu at halda høvið kalt. Her kann í veruleikanum verða talan um so stór virði, at hvørt eitt stig má viðgerast og umhugsast neyvt. Eftir okkara tykki er málið í góðum hondum hjá verandi løgmanni, hjá ótroyttiliga og dugnaliga samráðingarleiðara okkara og vónandi eisini hjá Uttanlandsnevndini. Vit hava varhugan av, at øll hesi vita, hvat tey gera og taka einki stigið, sum kann oyðileggja søk okkara. Hinvegin er tað eisini umráðandi, at hesi heldur ikki drála og seinka málið - uttan at tað tænir nøkrum endamáli.
VIT vita ikki, hvat útspæl føroyingar fara at koma við. Tað er eisini eitt sindur óheppið, tá danski orkumálaráðharrin letur leka út, at føroyingar eru tilreiðar at ganga vit til eitt kompromi. Hetta kann vera við til at skaða taktisku støðu okkara. Hinvegin er orðið kompromi sera breitt og liðiligt, so tað nýtist ikki at merkja, at føroyingar við tí eru við at draga í land og bara ganga inn fyri bretskum krøvum. Langtífrá.
HINVEGIN er greitt, at vilja vit eina samráðingarloysn, so má lorast onkunstaðni. Men sum blaðið hevur skilt, so eru bretsku krøvini framvegis so víðgongd, at tað er ikki hugsingur um hjá føroyingum at steðga her og góðtaka eitt kompromi. Hóast tað er rætt sum bretski sendiharrin sigur við Sosialin í dag, at tað ikki beinleiðis er rætt at leggja samráðingarnar um fiskimarkið á sinni til grund fyri landgrunnsmarkinum, so er hetta kortini eitt og sama mál.
ALTJÓÐA havrætturin gongur meira og meira tann vegin, at mark millum lond skulu vera logisk og praktisk. Og eitt bretskt landgrunnsmark, sum liggur langt innan fyri eitt føroyskt fiskimark er bæði ólogiskt og ópraktiskt fyri ikki at siga burturvið. Hvat gera bretskir okurmyndugleikar, tá føroyskir fiskivinnumyndugleikar ikki vilja góðtaka leiting í fiskiríkum økjum inni á føroyska landgrunninum!!! Nakað annað er so at tosa um loysnir ella kompromiir, sum kunnu hugast at liggja innan fyri ymiskar uppfatanir av einum fiskimarki. Og vit gita - við tí innliti vit gjøgnum tíðina hava fingið í hetta stóra mál - og tað er her svarið skal finnast. Og vit halda tað vera skeivt av føroyingum at ganga við til loysnir, sum víkja nógv frá teimum ymsu útleggingunum av fiskimarkinum. Tá avtornar má so finnast ein linja, sum liggur onkunstaðni millum ymsu versiónirnar av fiskimarkinum. Hetta vil vera logiskt og praktiskt og tá sleppa vit eisini undan at taka støðu til tey fullkomiliga órímuligu bretsku krøvini um eitt mark, sum gongur langt inn á tann føroyska landgrunnin.
TAÐ skal vera vón okkara, at bretska stjórnin ikki fer at seta kílar í eina komandi føroyska útbjóðing. Minsta-krav okkara, sum bretar mugu viðurkenna - um tað ikki finst eina loysn nú - má vera, at teir ikki fara at gera krøv galdandi innan fyri okkara designering, eftir at vit hava bjóðað út. Tað vil vera ein dáragerð, og mugu okkara fólk tryggja seg, at bretar ikki leggja okkum hesa forðing í vegin, um loysn ikki finst í bræði. Vísið tykkum sum góðar grannar, tá fara bæði tit og vit at heysta fruktirnar av einum oljuútviklingi á øllum Atlantsmótinum. Spælið ikki við vøddunum og tvingið føroyingar bara til at velja onnur lond og teirra fyritøkur sum okkara framtíðar samstarvspartnarar. Vit eru næstu granar, latið okkum eisini vísa tað í verki.










