Páll: Vit megnaðu ikki at taka kjansirnar, tá vit fingu teir

Fótbóltur: Leiftur-venjarin Páll Guðlaugsson helt, at bæði spælarar og viðhaldsfólk kundu vera errin av teirra avriki, hóast Leiftur tapti steypafinaluna móti eyjamonnum 0-2

(REYKJAVÍK) Íslendsku fjølmiðlarnir vóru sera áhugaðir í at tosa við Páll Guðlaugsson aftan á steypafinaluna. Fyrrverandi venjarin hjá bæði mans- og kvinnulandsliðnum hjá Føroyum hevur lyft Leiftur upp á eitt støði, sum eingin hevði kunnað ímyndað sær fyri fáum árum síðani, og hetta var eisini fyrstu ferð nakrantíð, at Leiftur var í eini steypafinalu.

Nú bleiv dysturin ikki vunnin, men sum Páll eisini segði áðrenn dystin, so var tað ikki nøkur fiasko, at Leiftur ikki bleiv steypavinnari hesaferð.

- Eg haldi, at vit byrjaðu dystin væl, men vit sløsaðu eitt sindur, tá teir komu inn í dystin og fingu hatta málið, segði Páll við Sosialin aftan á finaluna.

- Eg sá ikki, hvat hendi, tá teir fingu brotsspark, men hóast vit spældu við tíggju monnum móti ellivu, høvdu vit so avgjørt okkara møguleikar. Vit royndu at spæla okkum fram til nakrar kjansir og vera við til at mynda henda dystin, og tað haldi eg, at vit gjørdu, segði Páll Guðlaugsson, sum ásannaði, at hetta ikki var teirra dagur, og at ÍBV hevði eina sera góða verju, samstundis sum miðjan hjá Leiftur ikki riggaði eins væl og hon hevur gjørt fyrr, fyrst og fremst tí teir mistu henda eina miðvallaran seint í fyrra hálvleiki.

- Vit megnaðu ikki at taka teir kjansirnar vit fingu, bæði áðrenn og aftan á málið, og so endaði tað so sum tað gjørdi, segði Páll.

Hann helt, at bæði spælararnir og viðhaldsfólkini kundu vera errin aftaná, tí Leiftur hevði verið við til at skapt ein góðan og undirhaldandi dyst millum tvey lið, sum bæði spældu positivan fótbólt.

Páll segði, at næsta málið hjá Leiftur er nú at klára seg í teimum dystunum, sum nú eru eftir.

- Vit missa nakrar mans nú, og vit skulu tí til at spæla nakrar nýggjar mans inn á liðið. Men tað havi eg góðar vónir til, og nú fara vit í holt við at fáa teir seinastu sáttmálarnar upp á pláss.

Spurdur, um teir báðir føroysku spælararnir eru við í hesum framtíðarætlanunum hjá Pálli, svaraði hann, at tað eru teir so avgjørt.