(REYKJAVÍK) Besti spælarin hjá Leiftur sunnudagin og kanska besti spælari á vøllinum var føroyski landsliðsmálmaðurin Jens Martin Knudsen. Fleiri ferðir bjargaði hann Leiftursmonnum, tá eyjamenn høvdu góðar møguleikar fyri at skora, og hann heldur eisini, at hann kundi tikið, tá brotssparkið varð framt.
- Tað var brotsspark, eingin ivi um tað, men tað var óneyðugt, tí eg kundi tikið handa bóltin, helt Jens Martin aftan á dystin.
- Teir vóru betri í dag, eingin ivi um tað, men so leingi vit vóru fullmannaðir, var tað ein púra opin dystur, haldi eg.
Tað regnaði illa í íslendska høvuðsstaðnum allan sunnudagin, og vøllurin var eisini dýggjvátur, tá dysturin var spældur, men tað heldur Jens Martin ikki hevði so nógv at siga.
- Nei, tað haldi eg ikki. Teir eru vanir við at spæla soleiðis, og vit hava eisini verið her í seks mánaðir nú. Men bólturin var sera hálur - ring líkindi hjá málmonnum, men tað mást tú so eisini taka við, segði føroyski málverjin, ið sum vant ikki var heilt nøgdur við sítt egna avrik, hóast hann í eygunum hjá so at siga øllum stóð ein branddyst.
- Eg var eitt sindur keddur um tað seinna málið, har hann fangar meg á skeiva beininum, men annars haldi eg sum so, at tað var í lagi. Tað bleiv eitt sindur opið í verjuni móti endanum, tá vit sendu fólkið fram, men soleiðis verður tað altíð. Brotssparkið gitti eg, og eg iðraði meg aftaná, tí eg helt, at tann sum skeyt var høgrabeintur, og eg ætlaði mær at fara øvugt av beininum, segði Jens Martin Knudsen, sum, um tað verður upp til venjaran Páll Guðlaugsson, tekur í minsta lagi eitt ár afturat á Ólafsfirði.