Nú er eldur í botninum

Fótbóltur: Spenningurin, sum er eftir í landskappingini, snýr seg um niðurflytingina og um hvør skal spæla í UEFA Cup kappingini

Munurin millum fýra tey bestu liðini og so øll hini varð staðfestur í vikuskiftinum. HB vann stórsigur á heimavølli, har teir ofta áður hava havt tað torført móti VB. Sigurin var stórur, men hann kundi havt verið nógv størri, um roknað verður í misnýttum málmøguleikum.

HB er við nógvari ferð á veg móti FM heitinum, meðan vágbingar ikki tykjast hava styrki til at endurvinna plássið í Intertoto Cup, heldur ikki sjálvt um teir eru væl betri á heimavølli, enn teir eru á útivølli.

Úrslitini í fjúrtanda leikumfarinum staðfestu annars, at tað er stórur munur á botninum og fýra teimum fremstu. HB og NSÍ vunnu sera sannførandi á ávikavíst VB og Sumba, og hóast B36 var eitt sindur kroyst í torføra útidystinum á Toftum, so drógu teir longra stráðið. Toftamenn vóru raskir og høvdu rætta hugburðin, men úrslitið var ein undirstriking av, at B36 hevur so nógvar ferðir størri breidd, hvat spælaratilfari viðvíkur, enn B68 hevur.

Tað hevði ikki verið rætt at sagt, at KÍ vann móti einum botnliði. Men eftir at málmaskinan hjá GÍ av álvara tóktist vera farin í gongd, tá teir í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin vunnu stórt móti NSÍ, eru teir meiri ella minni steðgaðir upp.

Tað er samstundis sjón fyri søgn, at luttøkan í Europa Cup og tøttu dystirnir í tí sambandinum hava kostað nógv í heimligu kappingini.


Tey fremstu

Millum liðini í ovara partinum á støðutalvuni er tað eftir hetta vikuskiftið uppaftur nærri veruleikanum, enn tað var fyri viku síðani, at HB í ár fer at vinna FM heitið. Tað er kapping um næstfremsta plássið og harvið silvurkrónurnar, men nú tá FM heitið hjá HB so at siga er tryggjað, er tað ein veruleiki, at KÍ skal spæla í Europa Cup kappingini fyri steypavinnarar.

B36 er framvegis eitt gott boð uppá næstfremsta plássið og harvið atgongd til UEFA Cup, men um NSÍ fær øll trý stigini, tá teir 20. september (sama dag sum HB skal til Klaksvíkar) skulu spæla móti B36 í Gundadali, so fara teir at hava møguleikan at koma framum B36 og harvið vinna sær pláss í UEFA Cup.

Tað er næstan greitt, at NSÍ komandi summar fyri fyrstu ferð sleppur at royna seg í altjóða kapping, um enn tað kanska verður í Intertoto Cup.


Millumlagið

VB, GÍ og B68 hava ikki annað enn æruna at spæla um. Tað skal myndast heilt undarligt, um hesi liðini skulu røkka fjórða plássinum, sum hjá VB, ið er ovast av hesum trimum, er fimm stig burtur, og sjálvt um niðasti botnurin kom nærri at GÍ, so er tað eingin, sum hevur síni fullu fimm, ið fer at rokna gøtumenn millum niðurflytingarevnini.

Men tað er langt frá støðuni, sum GÍ nú er í og til glæsiligu úrslitini, teir hava rokkið fyrr í nítiárunum.


Eldurin

Og so er tað botnurin. Í blaðnum leygardagin greiddi formaðurin í TB frá, hví teir høvdu skift annars væl dámda venjaran út. Okkurt mátti gerast fyri at venda gongdini, og skulu vit døma út frá fyrstu royndini eftir skiftið, so eydnaðist. Fyri fyrstu ferð í ár vann TB. Tað var í tí, sum verður rópt seks stigs dysti móti ÍF, sum nú rættuliga kennir niðurflytingina hótta.

TB er fyri fyrstu ferð síðani eina ferð í mai mánað ikki á aftasta plássinum, men teir eru ikki komnir úr neyðini. Tað er greitt, at TB, Sumba ella ÍF skal beinleiðis niður í 2. deild. ÍF er eitt stig undan suðuroyarliðunum, men líta vit eftir uppgávunum, sum liðini eiga á, so sær tað kanska torførari út hjá fuglfirðingum og sumbingum, enn tað ger hjá TB, og tað kann væl henda seg, at endin verður, at ÍF skal út í tvær drápiligar grannauppgerðir móti LÍF, áðrenn tað er greitt, hvørt av hesum báðum liðunum skal spæla í 1. deild komandi ár.

Tá tú liggur í botninum, er hvør royndin torfør og eitt stríð fyri lívinum. Úrslitini kunnu vera púra óvæntað, men tað verður ikki minni enn talan um sensatión, um Sumba fær stig móti GÍ í Gøtu, HB í Gundadali og KÍ suðuri á Krossinum. Møguleikin er størri, tá teir 20. september fáa vitjan av VB, men tað verður torført hjá Sumba.

Fuglfirðingar vunnu í Runavík í fjør, men hesa ferð mugu teir finna seg í at verða uppaftur meiri undirmettir, enn teir vóru ta ferðina. Hetta verður kanska bjargingin! ÍF fær síðani vitjan av GÍ, áðrenn teir skulu til Vágs. Í síðsta umfarinum kemur HB til Fuglafirðar, og tað er møguleiki fyri, at støðan tá verður nett tann sama, sum hon var í fyrraárið, tá GÍ fekk gull og skreyt á Sevmýri, meðan TB, sum noyddist tungu leiðina niður í 2. deild, hugdi at.

Sum sagt er einki lætt, tá tú ert so illa fyri, sum hesi trý nevndu liðini eru, men kanska hevur TB á pappírinum ikki torførari uppgávur, enn hini bæði liðini hava. TB fær vitjan av B36, áðrenn teir skulu spæla móti trimum eysturoyarliðum. Fyrst skulu teir á Svangaskarð og í Runavíkina, og í síðsta umfarinum, sum verður spælt leygardagin 3. oktober, kemur GÍ suður.

Í hesi vikuni fara vit at hugsa mest um fyrsta EM undankappingardystin, sum verður móti Kekkia á Svangaskarði komandi sunnudag. Fimtanda umfarið í 1. deild verður 13. september.


Skála er uppi

og B71 er á veg

Í 2. deild, har B71 í vikuskiftinum styrkti um sína oddastøðu, verður spælt komandi leygardag. Tá verður ikki minst spennandi at fylgja við í, hvussu tað fer at ganga, tá LÍF, sum ? sjálvt um teir meiri enn hálvkiksaðu móti NSÍ ? er næstfremst, fær vitjan av B71. Vinna sandoyingar leygardagin so skal vilja meiri enn illa til, um teir ikki flyta upp.

Í m.a. tennis, badminton og borðtennis plaga teir at tosa um gummiarm, tá tað síðsta skal fáast til høldar. Kanska kunnu vit siga, at ungu menninir á Skála høvdu gummibein, tá teir skuldu avgera beinleiðis uppflytingina úr 3. deild. Men í síðstu løtu eydnaðist teimum at vinna 2-1 móti væl stríðandi FS Vágar. Vit ynskja Skála tillukku við uppflytingini og fara annars at hoyra meiri um hetta seinni í vikuni.