Eftir seinasta vikuskifti skrivaðu vit, at B71 hevði sett beina kós ímóti 1. deild. Hetta sama kann sigast eftir hetta vikuskifti, men tað skulu aðrir bollar á súpanina, um sandoyingar skulu gera sær nakrar vónir um at verða verandi í bestu deildini komandi ár.
Tað var heimaliðið, sum byrjaði best. Unga manningin hjá heimaliðnum er væl samanspæld, millum annað tí at meiri enn helmingurin av spælarunum spæla saman í unglingadeildini.
Tá ið fyrri hálvleikur var um hálvrunnin, legði HB seg á odda, og tað vóru tveir av unglingaleikarunum á liðnum, sum syrgdu fyri tí málinum.
Høgri bakkur, Kristian E. Andersen, streyk avstað úti í síðuni og spældi síðani fram til evnaríka áloyparan, Bárð Mortansson, sum snýtti ein verjuleikara og síðani langaði til úr spískum. Onkursvegna so megnaði Valdemar í B71-málinum ikki at forða fyri, og bólturin smeyg sær inn í málið.
Støðan í hálvleikinum var eisini 1-0 til heimaliðið.
Brotsspark í gávu
Í seinna hálvleiki var tað B71, sum var við yvirlutan. Liðið menti seg so spakuliga, men tað skuldi ein gávu frá dómaranum til, so at liðið fekk javnað.
Eitt horna hjá B71 verður sent inn fyri, bólturin kemur í búkin á einum HB?ara og fer út, men dómarin, sum stendur aftan fyri HB?aran, dømir brotsspark til B71. HB?arnir eru, sum vera man, sera misnøgdir og vísa á linjuverjan, sum allatíðina veittraði fyri nýggjum hornasparki. Dómarin fer út til linjuverjan, sum sigur seg einki hava sæð. Hóast hetta dømir dómarin framvegis brotsspark. Hetta var bert ein av mongu óhepnu avgerðunum hjá Jens Peturi Brattalíð henda dagin.
Brotssparkið setti Eli Hentze trygt í netið.
Ikki vóru meiri enn fimm minuttir eftir at leika, tá ið sandoyingar fáa leiðslumál. Eitt hornaspark verður sent inn úr høgru, og har er Páll á Reynatúgvu hægstur og stútar ímóti málinum. Longur inni í brotsteiginum kemur bólturin í ein HB?ara og snýtir tískil málverjan, Carsten Andersen, og fer í málið til 2-1 til B71.
Í seinasta minutti av dystinum fær B71 enn eitt mál. HB roynir at fáa eitt útjavnandi mál, men ístaðin fer B71 í kontra. Páll á Reynatúgvu sendir ein góðan bólt inn um HB-verjuna til Eli Hentze, sum gerst púra leysur. Komin inn í brotsteigin tekur verjuleikarin, Hans Andreas Dahl, beinini undan Eli. Reytt kort til Hans Andreas og brotsspark til B71, sum Eli Hentze enn einaferð setur trygt í netið til endaligu støðuna 3-1 til oddaliðið B71.