Eyðun Elttør og Karsten Hansen á oljuferð til Alaska

Komandi sunnudag fara landsstýrismenninir í oljumálum og fíggjarmálum á kunningarferð til Alaska. Saman við teimum eru eisini 14 umboð fyri ymsar stovnar. Ferðalagið skal vitja amerikanska oljufelagið ARCO og annars síggja, hvussu oljuvinnan og fólkið og samfelagið í Alaska annars hava staðið seg í útviklinginum seinastu 30 árini

Ikki meira enn heimaftur komin av fyrstu ferð síni í útlandinum skal Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum aftur av landinum. Hesaferð gongur leiðin í ein heilt annan heimspart, men framvegis er tað oljan, sum kallar.

Komandi sunnudag fara ikki færri enn 16 føroyingar til Alaska, og fremst í hesum stóra ferðalagnum eru tveir landsstýrismenn. Umframt oljumálaráðharran verður eisini landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen við á ferðini til Alaska. Hini umboðini eru m.a. frá Oljufyrisitingini, Fróðskaparsetrinum, Fiskirannsóknarstovuni, Mentamálastýrinum, Landsverkfrøðingsstovninum, Menningarstovuni og fjølmiðlunum.

Tað er amerikanska oljufelagið Arco, ið saman við hinum feløgunum í oljubólki, sum arbeiðir á føroyska økinum, Texaco, Conoco og Murphy, hevur boðið føroysku umboðunum at vitja í Alaska. Talan er um at síggja, hvussu Arco arbeiðir, hvussu oljuvinnan hevur ment seg í landinum, hvussu fólkið hevur tikið ímóti henni, hvørjar avleiðingar hon hevur havt á samfelagið har og hvussu roynt verður at verja náttúruna.

Fyrti steðgur á ferðini er London, har vitjað verður á høvuðsskrivstovuni hjá Arco. Síðani verður farið við flogfari til Seattle í Oregon, og haðani víðari til Anchorage í Alaska, har Arco hevur sína høvuðsstøð. Higani verður farið við flogfari til Prudhoe Bay heilt har norðuri. Har liggja stóru oljukeldurnar og oljan, sum verður flutt gjøgnum tær 800 fjórðingar longu oljuleiðingarnar til Valdez oljuhavnina fyri sunnan.

Eisini skulu føroyingar vitja í Barrow, sum er norðasta búplássið í hesum partinum av heiminum. Her búgva bert 1200 fólk, og ætlanin er, at føroyingarnir skulu hitta inutittafólkið, sum býr her.

Eitt av endamálunum við túrinum er eisini at vísa føroyingum, hvussu tað hevur eydnast at liva upp til tey sera strongu umhvørviskrøvini frá myndugleikunum.

Tað er greitt, at umframt at síggja, hvussu oljuvinna og eitt so viðkvamt land hóska saman, so verður eisini møguleiki hjá eitt nú landsstýrismanninum í fíggjarmálum at hoyra, hvussu myndugleikarnir og oljufeløgini hava megnað at gera avtalur um skatt og avgjøld.


Stórt ríkidømi

Tað er ein sannroynd, at oljan hevur skapt stórt ríkidømi í hesum risastóra amerikanska statinum, ið er størri enn alt Europa tilsamans. Kortini búgva ikki færri enn 800.000 fólk her, av teimum eru 200.000 inuittar. Hini eru tilfytarar mest úr øðrum statum í USA.

Vælferðin frá oljuni er so mikið stór, at tú rindar ikki skatt í Alaska. Meðal inntøkan hjá einum íbúgva er millum 350.000 og 400.000 kr. Aftrat hesum fáa allir íbúgvar eina ferð um árið ein kekk uppá 14.000 kr. sendandi.

Eins og hjá norðmonnum fer ein stórur partur av avgjaldinum frá oljufeløgunum í ein oljugrunn, sum er ætlaður at brúka úr, tá verri tíðir koma.

Sosialurin skilur, at amerikanska oljufelagið Arco metir tað vera áhugavert hjá fólkinum í einum nýggjum og eisini sera viðkvomum náttúruøki sum Føroyum at síggja, hvussu oljuvinnan hevur ávirkað - uppá gott og ilt - eitt annað land og tess íbúgvar. Hóast føroyingar higartil mest hava sæð, hvussu norðmenn og bretar hava borið seg at, so kundi tað verið áhugavert at hugt heilt aðrar staðir eisini. Eisini verður mett, at tað kann vera sera áhugavet fyri føroyingar, sum nú skulu til at áseta reglur og treytir til oljufeløgini, ikki minst á umhvørvisøkinum, men eisini tá talan er um at áseta skattir og avgjøld, at hyggja at gongdini í Alaska. Her er talan um eina eins spennandi søgu sum tann um Norðsjógvin.


Nýggj oljuleiting

Tað eru tvey stór oljufeløg, sum arbeiða í Alaska. Umframt Arco er tað eisini BP. Hesi bæði feløgini royna nú at fáa loyvi til at bora eftir olju í nýggjum økjum har norðuri, í tí teir nevna tað órørda Wilderness. Tað er óvist um feløgini fáa loyvi til tess, tí mong halda tað vera skeivt at nema tey náttúruvøkru og fullkomiliga óspiltu økini har norðuri og vesturi í Alaska.

Oljusamtakið, sum hevur boðið føroyingunum til Alaska, hevur arbeitt við Føroyar í eina tíð. Fyrst vóru bert Texaco og Conoco við, men seinni eru eisini Murphy Oil og her til seinast Arco komin uppí. Tað er Texaco, sum er operatørur. Samtakið hevur nógvar teigar vestan fyri Bretland, og nú vónar tað at kunna vera við í leitingini við Føroyar eisini.

Føroyska ferðalagið verður í Alaska í eina viku.