Børn tørva hjálp í sorgini

Hvørt ár missa nógv føroysk børn mammu ella pápa av sjúku, vanlukku ella hjúnarskilnað.

- Verður barnið ikki hjálpt í sorgini kunnu avleiðingarnar vera, at tað steðgar upp, tí øll orkan verður brúkt uppá sorgina, og tí kann tað koma út í stórar trupulleikar, sigur Jákup Olsen.

Um vikuskiftið skipaði Føroya Felag Móti Krabbameini fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um krabbamein í Føroyum og um børn og sorg. Føroyski læknin, Jan Dalberg, helt fyrilestur um krabbamein, sjúkueyðkenni, sjúkuavgerð, viðgerð og hjáárin. Ávísar krabbameinssjúkur í Føroyum vórðu umrøddar.

Hvørt ár missa nógv føroysk børn faðir ella móður av sjúku, vanlukku ella hjúnarskilnað. Hvussu kunnu hesi børnini hjálpast, skulu tey vaksnu tosa við børnini um deyðan og um tað at syrgja, sum ein natúrligan part av lívinum. Per Bøge og Jes Dige, sum starvast hjá Kræftens Bekæmpelse í Danmark sum ávikavist pedagogiskur konsulentur og ráðgevi hjá børnum í kreppu og sorg, hildu fyrilestur um hesi viðurskifti. Í gjár, í dag og í morgin halda hesir somu skeið fyri lærarum og heilsusjúkrasystrum á Landsmiðstøðini um sama evni. Og hósdagin verður skeiðið endurtikið fyri pedagogum.

Í farnu viku vórðu fundir hildnir aðra staðni í Føroyum, eitt nú í Klaksvík og í Suðuroy undir heitinum "Krabbamein í Føroyum" og "Børn og sorg".

­ Tá ið vit tosa um børn og sorg verður hugsað um tey børn, sum hava mist eitt ella kanska bæði foreldrini. Á skeiðnum verður eisini nomið við tey børnini, sum uppliva eina sorg í sambandi við, at foreldrini fara frá hvørjum øðrum. Grundin til, at hesi verða tvinnað saman er, at børn syrgja eisini, tá ið foreldrini verða skild. Granskarar hava víst á, at børn hava eina vón um, at foreldrini koma saman aftur, sigur Jákup Olsen.


Í skúlan

Endamálið hjá Føroya Felag Móti Krabbameini at skipa fyri ráðstevnuni er, at fyribrigdið "børn og sorg" kemur inn um skúlagátt. Skeið verður hildið fyri teimum, sum onkusvegna hava við børn at gera.

- Vaksin skulu hava nøkur amboð og verða varhug við, at hesi viðurskiftini eru í okkara samfelag í dag, og at fleiri børn syrgja. Spurningurin er so, hvussu hesi skulu hjálpast víðari. Skeiðhaldararnir hava undirvísingartilfar, sum skúlarnir kunnu brúka, nøkur amboð sum heilsusjúkrasystrarnar kunnu gera nýtslu av, og onnur sum eg og tú kunnu fyrihalda okkum til, tí hetta rakar okkum øll. Í dag er eingin samskipan, sum tekur sær av hesum partinum, men sjálvandi veit man, at fleiri royna bæði innan skúlan, í familjuni og í nærumhvørvinum at taka sær av børnum í sorg, sigur Jákup Olsen.

­ Skúlin eigur at vera greiður yvir, at tað eru børn sum hava eina sorg. Tey skulu ikki yvirsíggjast, og sum lærari eigur tú at tosa við tey og hjálpa teimum at koma víðari í lívinum, soleiðis at tey ikki sjálv sita eftir við sorgini og eingin er har, sum kann hjálpa teimum. Men ein partur kann ikki gera alt, øll mugu vera við. Hinvegin skerst ikki burtur, at lærarar og pedagogar eru um børnini stóran part av degnum og tí eiga teir at vera við, men man má ansa eftir, at ábyrgdin ikki verður tikin frá foreldrunum.

- Verður barnið ikki hjálpt í sorgini kunnu avleiðingarnar vera, at tað kann ikki fylgja við í skúlanum ella tað virkar ikki sum tað eigur, tí øll orkan verður brúkt uppá sorgina. Verður barnið ikki vegleitt kann tað koma út í stórar trupulleikar, sigur Jákup Olsen.

Skeiðini, sum verða hildin í hesum døgum, eru í samstarvi við Landsmiðstøðina fyri undirvísingaramboð.