Fyrr í ár gekst stak illa í hond hjá vágamonnum. Teir lógu eitt skiftið heilt niðarlagað í aðru deild, og tað sá einki út hjá teimum.
Niðurflytararnir vóru í vanda fyri at flyta enn longur niður um teir ikki tóku seg rættuliga nógv saman.
Og tað var júst tað teir gjørdu.
Síðan summarsteðgin hevur gingist rættiliga væl í hond hjá teimum og nú nærkast teir av álvara toppinum.
Seinasta vikuskiftið vunnu teir dystin móti leirvíkingum á heimavølli og hetta vikuskiftið skuldu teir um Vestmannasund at vitja EB/Streym.
Úrslitið var vágamonnum til vildar.
Júst sama úrslit sum síðsta vikuskiftið, við somu málskjúttum og enntá í somu raðfylgju.
Men tað tók sína tíð at fáa hol á.
Fyrri hálvleikur gekk rættiliga javnt á, EB/Streymur megnaði væl at fylgja við spælinum hjá FS Vágum, og spælið var til tíðir heilt gott.
Men mál kom einki í fyrra hálvleiki, og tað sá enntá út til at dysturin skuldi málleysur tí tá 20 minuttir vóru eftir stóð enn 0-0.
Men so fingu vágamenn glið á.
Eins og í dystinum móti leirvíkingum var tað eisini hesaferð John Johansen, sum var fyrri málskjúttin hjá vágamonnum.
Hetta mál kom tá einir fimtan minuttir vóru eftir at leika, og stutt eftir kom tað næsta.
EB/Streymur var so at siga fallið úr dystinum í hesi løtu og vágamenn áttu alt spælið.
Eina løtu eftir fyrra málið, var tað Tór-Ingar Akselsen, sum gjørdist leysur og hatt setti bóltin trygt í kassan til endaligu støðuna 2-0 til FS Vágar.
? Nú sær bjartari út
Venjarin hjá FS Vágum, Albert Ari Thomassen letur væl at støðuni.
? Tað stóð rættiliga illa til einu tíðina, men spælararnir hava tikið seg saman. Hartil hava vit havt tað hepnið, sum skal til fyri at vinna teir dystirnar, sum fyrr koppaðu hinvegin, sigur hann.
Hann viðgongur, at tað verður torført hjá FS Vágum at klára uppflyting í ár, men sum hann tekur til:
? Vit fara í øllum førum at royna. Vit hava í hvussu er ikki givið skarvin yvir enn.
Hann skundar sær at leggja aftuat, at tað tó ikki er realistiskt, at vænta sær uppflyting í ár.
Stendur illa til
í Sundalagnum
Hinvegin stendur ikki so væl til í Sundalagnum.
? Nei, sigur Magnus á Stongunum.
? Tað gongur ikki so væl í løtuni, men vit liggja ikki á niðasta plássið.
? Vit kunnu ikki klaga um viljan hjá monnunum. Teir hava verið raskir at møta til venjingar. Serliga eftir summarsteðgin. Men úrslitini hava bara ikki okkum til vildar, tíverri.
? Vit eru komnir inn í eina ónda ringrás, og hon er ofta torfør at koma úr aftur, sigur Magnus á Stongunum.
Næsti dysturin verður ein rættur lagnudysrut fyri sundalagsmenninar.
Tá skulu teir spæla móti NSÍ og tað er júst tað liðið, sum teir kappast ímóti fyri at sleppa undan beinleiðis niðurflyting.
? Vinna vit tann dystin, so eru vit seks stig frammanfyri, og so sær betri út endar Magnus