miðjuni saman við Rúna Nolsøe. Jan Dam er framvegis skaddur, men eisini í verjuni er HB væl fyri í løtuni við Hans Fróða Hansen og Hans á Lag, so tað er helst ikki tað, sum gevur HB-venjaranum størsta hø [...] seg til aftur. Helgi L. Petersen hevur havt trupulleikar við knænum, sá út til at vera klárur aftur, men tað vísir seg at vera eitt sindur trupult kortini. Kanska skal NSÍ-arin leggjast undir skurð, men enn [...] morgin fyri at steðga teimum. Í steypadystinum móti B36 var Ingi Rasmussen leikbannaður, men hann er so tøkur aftur hjá Ion Geolgau í morgin. Spurningurin er so, um rumenski venjarin hevur hug at broyta upp
Suharto stuðlar. Suharto er í dag fyrrverandi forseti, men tað eru tey fægstu sum trúgva, at hann gevst at spæla uppá streingirnar. Tað eru fleiri orsøkir til, at Suharto varð noyddur at leggja frá sær. Ein [...] orðunum: » Eg havi avgjørt at taka meg aftur sum leiðari fyri republikkini Indonesia í hesi løtu. Fyri tann stuðul eg havi fingið frá fólkinum meðan eg havi stjórnað Indonesia takki eg. Havi eg gjørt mistøk [...] í iva um tað bert er fólksins krav, sum hevur fingið forsetan at pakka saman. Mikudagin handaðu fleiri ráðharrar Suharto eitt bræv. Fleiri halda, at tað var hetta brævið, sum fekk Suharto at leggja frá
reiðar at koma á vøllin, tá Andrew av Fløtum við einum frálíkum skoti úr spískum vinkli í vinstru síðu legði HB á odda. Tað er gott at koma á odda 1-0 beint áðrenn hálvleik, men tað er enn betri at gera [...] í góðveðrinum eina ábending um, at HB ikki verður lætt at syfta í ár. Hinvegin var so lítið um B36 í seinna hálvleiki, at HB-ararnir skjótt sóu, at her var einki at vera bangin fyri, og í veruleikanum skulu [...] tararnir vera fegnir um, at teir sluppu so bíliga sum at tapa 1-4. Frá fyrsta minutti legði HB trýst á langt uppi á vøllinum, og tað hóvaði als ikki B36-liðnum, sum ongantíð fekk sítt spæl at koyra. M
, sum GÍ hevur við at manna álopið, at teir høvdu hann við. Í 2. hálvleiki var ungi Súni Olsen einsamallur í álopinum, og tað tykist ikki at vera mest upplagda plássið hjá honum at spæla í. Burtursæð frá [...] kassan úr 11 metrum. Meiri futtur í KÍ Tað var nógv betri hjá KÍ, men tað var ikki nóg gott, tí mistøkini í samanspælinum vóru ov nógv. Men tað var nóg gott til at vinna, og sigurin kundi væl havt verið [...] heimavølli fyri at røkka steypafinaluni, og tað ljóðar ikki ómøguligt. Spurningurin er meiri, hvussu teir skulu gera tað. Í 2. hálvleiki høvdu teir ongan typiskan álopsspælara á vøllinum, og tá er tað torført
teir úttala seg til pressuna. ? Tað er sjáldan at tað eru so nógvir nærdystir í eini steypafinalu, sum tað var í dag. Men tað var eisini pláss fyri góðum fótbóltsspæli, og eg eri nøgdur við avrikið hjá mínum [...] hevði valt, at lata landsliðsspælaran Bjarne Goldbæk byrja á vøllinum, hóast hann hevur verið skaddur seinastu tíðina. Tað vísti seg ikki at verða skilagott, og tað hevði eisini við sær, at í hálvleikinum [...] í teimum avgerandi løtunum enn vit vóru, og tí vunnu teir. Teir njóta gott av, at teir hava vunnið nógvar dystir her í vár, og tí er sjálvsálitið í topp, segði Kent Karlsson. ? Vit komu sera illa frá byrjan
Vit spæla væl, men eg haldi framvegis, at tað er ov nógv smáspæl. Vit koma ov sjáldan til baklinjuna, og tað mangla bóltar í dýpdina, sum eg kann renna eftir. Ofta hava vit møguleikan at gera skjótt av, men [...] teir fremstu. Hann kláraði tó ikki at gera nakað við John Faxe Jensen hjá Brøndby, sum fekk flestu atkvøðurnar. ? Eg haldi tað gekk rímuliga væl hjá mær, men eg manglaði at skora, segði Todi Jónsson við Í [...] hann hitaði upp tað mesta av seinna hálvleiki, slapp hann ikki á vøllin. Og tað mundi verða ein staðfesting av, at FCK-venjarin helt, at Todi og Thorninger gjørdu sítt arbeiðið nóg gott, sjálvt um teir
saman at kanna møguleikarnar at finna olju og gass í hesum stóra øki og ætla eisini saman at lata inn umsókn um at sleppa at bora eftir kolvetni. Í einum tíðindaskrivi frá feløgunum stendur, at feløgini [...] Jan Müller Tvey av heimsins størstu oljufeløgum, tað amerikanska Phillips og tað franska ELF hava gjørt samstarvsavtalu um at vera við í leitingini eftir olju og gassi á føroyskum øki og í Hvíta økinum [...] ætla sær at vera við í fyrstu lisensrunduni á føroyskum øki, sum er væntast at verða kunngjørd seint í 1998 ella tíðliga í 1999. Hvat viðvíkur fyrstu lisensrunduni í Hvíta økinum, so verður hon tá stjórnirnar
Men hóast tað framvegis fer at bera til at koyra ígjøgnum miðbýin, fer tað at verða neyðugt hjá bilførarum at minka um ferðina. Hinvegin verða parkeringsviðurskiftini munandi betri. Ætlanin er at hava fleiri [...] økið. Nú er tað so teknað og lagt fyri almenningin. Nú skal tað so gerast liðugt og endaliga samtykkjast í Býráðnum einaferð afturat. Jógvan Krosslá sigur, at tað, sum liggur í hesum er, at tað, sum verður [...] sleppa at byggja handilshús. Annars er eisini ætlanin at gera vegin ígjøgnum Vág. Men tað heldur Jógvan Krosslá, er so dýrt, at tað verður ikki fyrrenn um nøkur ár, táið avtalan um kommunuskuldina er gingin
sunnan. Sjálvandi er hýrurin góður í HB húsinum og í HB skýlinum, og tað er einki at ivast í, at tað fer at síggjast aftur í úttøkuni av landsliðnum, sum skal til Estlands, at HB er væl fyri. Men fyri [...] øðrum, so hevur HB bara vunnið, og tað hevur við sær, at tað longu nú er greitt, at oddaliðið eftir fimta umfar eisini fer at eita HB, sjálvt um tað skuldi hent, at VB vinnur øll stigini, tá HB kemur suður [...] longur á kambinum Tað er ein møguleiki fyri, at GÍ sleppur at royna seg móti HB í Gundadali eina ferð afturat fyri summarsteðgin. Tað sleppa teir, um tað fer at eydnast teimum at vinna seinnu semifinaluna í
skjáttuna, og tað var sera týdningarmikið. Í staðin fyri at vera millum liðini, sum skulu ansa eftir niðurflytingarstrikuni, so liggja teir á Toftum mitt í røðini ? fyribils í hvussu so er. At tað var stórur [...] Bjarna Johansen at bjarga. Í royndini at koma afturíaftur skifti VB Birgir Jørgensen inn. Hann er ikki heilt klárur eftir skaðan, og tað eydnaðist honum ongantíð at fáa orduligt skot á. Men at hann og Jón [...] vikuskiftið á rað komnir í Eysturoynna at fáa í hvussu so er eitt stig, og tá teir eftir átjan minuttir fingu hol á, lá líka sum í luftini, at tað skuldi fara at eydnast hjá teimum, men leiðslan helt bara