Toftamenn vóru sera fegnir, tá Niklas á Líðarenda bríkslaði fyri síðstu ferð á Svangaskarði sunnudagin. Teir høvdu fingið trý stig niður í skjáttuna, og tað var sera týdningarmikið. Í staðin fyri at vera millum liðini, sum skulu ansa eftir niðurflytingarstrikuni, so liggja teir á Toftum mitt í røðini ? fyribils í hvussu so er.
At tað var stórur lætti hjá teimum, tá floytan ljóðaði fyi síðstu ferð, var einki at siga til, tí hóast heimaliðið hevði bóltin meiri og hevði fleiri vandamiklar atsóknir enn mótstøðumenninir (fyrstu fimm minuttirnar høvdu teir tveir stórar møguleikar, og VB hevði ein), so var talan ongantíð um serliga stóran mun á liðunum, og VB hevði í síðstu løtu eina roynd úr spískum í høgru, sum fór dygst við síðuna av málinum.
Sama uppskrift
Vágbingar vóru annað vikuskiftið á rað komnir í Eysturoynna at fáa í hvussu so er eitt stig, og tá teir eftir átjan minuttir fingu hol á, lá líka sum í luftini, at tað skuldi fara at eydnast hjá teimum, men leiðslan helt bara í tveir minuttir.
Leiðslumálinum syrgdi Jón Pauli Olsen fyri. Hann er júst komin av flatlondum, og at tað verður fongur í honum var sjón fyri søgn. Dan Djurhuus og hann vóru einsamallir á toppinum. Teir fingu ikki altíð so nógva hjálp, men serliga Jón Pauli megnaði sjálvur at skapa vandamiklar støður. Hann lobbaði tíðliga úr spískum í høgru upp um málverjan og málið, og málið gjørdi hann eftir umleið somu uppskrift, tá hann fekk góða tíð at lata bóltin støkka í vøllin, áðrenn hann sparkaði djúpt í hann.
So var lagt upp til, at varna útgangsstøðan hjá VB skuldi gerast uppaftur varnari, og at teir skuldu dúva uppaftur meiri upp á snarálop og evnini hjá Jón Paula Olsen frammi á vøllinum, men tað kiksaði.
Illa skipað verjuspæl
Tá VB kom á odda var verjan hjá B68 illa skipað og tøvandi, og í fleiri øðrum førum virkaðu teir eisini strongdir í miðverjuni hjá heimaliðnum.
VB verjan er tann sama í ár, sum hon var í fjør. Tá fóru ógvuliga fá mál ígjøgnum hjá VB, men higartil í ár hava teir ikki rokkið sama støðinum.
Útjavnandi málið hjá B68 var væl spælt. Eftir VB atsókn streyk Fróði Benjaminsen (hesa ferð fluttur av miðvøllinum og í álopið) framvið tveimum í høgru, legði upp á tvørs, har Øssur Hansen var fyrstur á mitt fyri málinum og smekkaði til. Vakurt avgreitt, men samstundis undirstriking av, at verjan hjá suðuroyingunum var alt ov illa skipað og tunn mitt fyri.
Russaramál
Mistøkini í fyrra hálvleiki vóru so sera nógv. Alt ov nógvir spælarar á báðum liðunum tóktust vera ov strongdir til at fáa skipað spæl í lag, og tað hevði eina røð av skeivum sendingum við sær, tí ferðin var hampuliga høg, og nærdystirnir vóru nógvir.
Spælið gjørdist betri eftir steðgin, men tað var ongantíð sannførandi.
Undanfarnu ferðirnar hevur Andréy Stakhánov spælt í B68 álopinum, meðan landsmaður hansara, Serghéy Kréksjin, hevur sitið á bonkinum. Hesa ferð var tann seinni nevndi á miðvøllinum, har hann dugdi væl at samanspæla, men ikki var so góður í nærdystunum. Í 2. hálvleiki varð Andréy Stakhánov skiftur inn, og hann vísti ein heilt øðrvísi hugburð til spælið, enn hann hevur víst undanfarnu ferðirnar. Hann var nærlagdur og íðin, og hann hevði fleiri royndir, sum vóru heilt tætt við.
Sigursmálið korter fyri leiklok var sera gott. Eftir innkast við miðstrikuna í høgru og stutta sending frá innskifta Inga Hansen setti russarin ferð á, sneiddi einar tveir av sær, tá hann dróg diagonalt og mitt fyri, fimtan metrar úr málinum, sendi hann upp í málhornið til vinstru fyri seg sjálvan og uttan møguleika hjá Bjarna Johansen at bjarga.
Í royndini at koma afturíaftur skifti VB Birgir Jørgensen inn. Hann er ikki heilt klárur eftir skaðan, og tað eydnaðist honum ongantíð at fáa orduligt skot á. Men at hann og Jón Pauli Olsen fara at vera boysnir hjá nógvum verjum er einki at ivast í.