Tá KÍ hvítusunnuaftan fer yvir til Gøtu at spæla seinnu semifinaluna í kappingini um løgmanssteypið, verður dysturin púra opin.
Fyrri hálvleikur í dupultuppgerðini varð avgreiddur í Klaksvík í fyrradagin. Um tað hevði verið sum í boksing, so hevði KÍ verið á odda við einum trimum ella fýra stigum.
Men tað var ikki boksing, hvørki so ella so. Spælið var sera hampuligt í dýrdarveðrinum, og tað var ein fragd at eygleiða Petur Erhard Kjærbo, sum helt skil á. Hann telist í dag millum bestu dómararnar í landinum. Hann veit, at í fótbóltsdysti er loyviligt við kropskontakt, og hann dugir sera væl á at skyna, hvar markið gongur millum, hvat er lógligt og hvat ikki er lógligt. Hesa ferð hevði hann gula kortið á lofti tríggjar ferðir, og tað var akkurát, sum tað skuldi vera.
Møguleikar fyri meira
Í fótbólti eru tað málini, sum telja, og klaksvíkingar kunnu bara takka sær sjálvum fyri, at teir ikki hava eina størri leiðslu undan seinnu semifinaluni.
GÍ gjørdi eina røð av mistøkum, serliga í 1. hálvleiki, og Magni Jarnskor og Sámal Joensen, sum plaga at vera høvuðsleikarar í samanspælinum, komu ongantíð til sín rætt.
Danski álopsmaðurin hjá GÍ, Søren Skov Jørgensen, var við í 1. hálvleiki. Hann var ikki meiri enn hálvur, og tað sigur nakað um trupulleikarnar, sum GÍ hevur við at manna álopið, at teir høvdu hann við. Í 2. hálvleiki var ungi Súni Olsen einsamallur í álopinum, og tað tykist ikki at vera mest upplagda plássið hjá honum at spæla í.
Burtursæð frá støðuni, sum bar málið við sær, hevði GÍ ongan upplagdan málmøguleika. Málið fingu teir, tá ein minuttur var farin av seinna umfarinum. Eftir horna í vinstru fór bólturin út á hálva KÍ hálvuna í vinstru. Klaksvíksverjan var ikki nóg væl skipað, og Svenn Olsen var púra leysur, tá hann staddur mitt fyri fekk diagonalsending, dró móti málverjanum og smekkaði flatt í kassan úr 11 metrum.
Meiri futtur í KÍ
Tað var nógv betri hjá KÍ, men tað var ikki nóg gott, tí mistøkini í samanspælinum vóru ov nógv. Men tað var nóg gott til at vinna, og sigurin kundi væl havt verið størri. Marek skoraði eftir 28 minuttir, tá hann úr 25 metrum sendi fríspark omanfyri manngarðin og inn í málhornið, og 28 minuttir út í seinna umfarið skoraði Rógvi Jacobsen, sum mannaði álopið saman við Zoran, tá hann við fremra stólpa setti innaru síðu á flatt innlegg frá John Hansen eftir gott uppspæl í vinstru.
Góðir útlendingar
Pólverjin og jugoslavin hjá KÍ spældu stak væl. Marek hevur verið og er góður samskipari á miðvøllinum, og nú tykist tað sum um Zoran rættuliga hevur fingið ta luftina undir veingirnar, sum hann ikki hevur havt. Hann hevði frágera gott tamarhald á bóltinum, og hann slapp sær hvørja ferð væl av við hann.
Arnold Joensen var maðurin, sum setti ferð á. Serliga í 1. hálvleiki var vinstra verjuborðið hjá GÍ sum ein opnahjallur, og Harley Bertholdsen og Arnold Joensen struku fleiri ferðir til baklinjuna og løgdu innfyri, uttan at meiri spurdist burturúr.
Evnini til eitt pláss millum tey bestu í landskappingini og til finalupláss í steypakappingini eru á liðnum, men skal tað eydnast at røkka heilt upp á toppin, so er neyðugt við størri neyvleika í sendingunum og við fleiri óvæntaðum flytingum og snaringum, samstundis sum fatanin fyri, nær Arnold Joensen skal spælast, tá hann setir turboina til, verður størri.
GÍ skal taka eitt mál inn aftur á heimavølli fyri at røkka steypafinaluni, og tað ljóðar ikki ómøguligt. Spurningurin er meiri, hvussu teir skulu gera tað. Í 2. hálvleiki høvdu teir ongan typiskan álopsspælara á vøllinum, og tá er tað torført at gera mál og harvið at hava møguleika at vinna!
KÍ-GÍ 2-1 (1-0)
1-0: Marek Wierbizki
1-1: Svenn Olsen
2-1: Rógvi Jacobsen