HB tryggjaði sær hósdagin Kristi himmalferðadag pláss í finaluni í kappingini um løgmanssteypið. HB vann 4-1 á B36 í fyrru hálvfinaluni, og tað munnu bert vera teir mest bjartskygdu B36-ararnir, sum rokna við, at liðið hjá teimum kann venda hesum úrslitinum í seinnu hálvfinaluni, sum verður um eina viku.
HB var alla tíðina omaná móti grannunum, og tað var bert óhepni, sum gjørdi, at einki mál kom í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki gingu bert tveir minuttir, áðrenn HB fekk sítt fyrsta mál, og so var hepnið hjá B36 uppbrúkt.
Og hesaferð skal HB hava rós fyri, at teir ikki bert løgdu seg aftur at verja, men hildu fram við álopsspælinum, eftir at teir høvdu fingið fyrsta málið. Við at halda fram við góða spælinum og ikki grava seg niður góvu teir teimum mongu áskoðarunum í góðveðrinum eina ábending um, at HB ikki verður lætt at syfta í ár.
Hinvegin var so lítið um B36 í seinna hálvleiki, at HB-ararnir skjótt sóu, at her var einki at vera bangin fyri, og í veruleikanum skulu føroyameistararnir vera fegnir um, at teir sluppu so bíliga sum at tapa 1-4.
Frá fyrsta minutti legði HB trýst á langt uppi á vøllinum, og tað hóvaði als ikki B36-liðnum, sum ongantíð fekk sítt spæl at koyra. Miðvøllurin kom ongantíð veruliga í gongd, og arbeiðstilfarið hjá álopinum bleiv hareftir.
Arnbjørn Danielsen var leikbannaður, og í hansara stað í vinstru síðu spældi Ninoslav Milenkovic, sum var ein av teimum betru á einum B36-liði, sum spældi sín avgjørt ringasta dyst higartil í ár. Eingin ivi var tó um, at B36 saknaði Arnbjørn Danielsen meir enn HB saknaði Inga Rasmussen, sum eisini var leikbannaður. Hallur Danielsen var komin inn á miðjuna fyri Inga og gjørdi tað næsta málið hjá HB.
HB var betra liðið í fyrra hálvleiki, men hóast onkrir stórir kjansir komu burturúr ? m.a. tá Súni Fríði stóð leysur við meir ella minni tómum máli frammanfyri sær, men ikki megnaði at troka bóltin innum ? so kom einki mál í fyrra hálvleiki.
Tannleys miðja
Tað var lætt at síggja, at B36 hevði brúk fyri onkrum nýggjum íblástri á miðjuni, og smáskaddi venjarin Tomislav Sivic var til reiðar at koma á vøllin, tá Andrew av Fløtum við einum frálíkum skoti úr spískum vinkli í vinstru síðu legði HB á odda.
Tað er gott at koma á odda 1-0 beint áðrenn hálvleik, men tað er enn betri at gera tað beint aftan á hálvleik, ikki minst í einum dysti sum tí hósdagin.
Allar avtalurnar, sum B36 hevði gjørt í hálvleikssteðginum, máttu nú endurskoðast, men áðrenn árstalsliðið var komið yvir skelkin, økti Hallur Danielsen til 2-0 eftir ógvuliga passivt B36-verjuspæl.
Ninoslav Milenkovic hevði í fyrra hálvleiki demmað væl upp úti í vinstru síðu hjá B36, men tá hann var farin út, fekk Allan Mørkøre lættari spæl í høgru álopssíðu hjá HB. Tað var eisini eitt innlegg frá honum, sum slapp at sveima tvørturum B36-málið til Jens Erik Rasmussen, sum var leysur, men púra ópressaður legði bóltin út frá til Hallur Danielsen, sum skeyt flatt úr 16 metrum. Eingin B36-ari hugsaði um at seta fótin fyri bóltin, sum endaði niðri í málhorninum til 2-0.
Vónirnar hjá B36 at vinna dystin vóru nú sløktar, men eftirsum talan er um tvær hálvfinalur, kundi tað framvegis rættast upp í seinna dystinum.
Men B36-liðið var í upploysningi, og HB bleiv vandamiklari og vandamiklari. Hans á Lag, sum saman við Hans Fróða Hansen mannar Føroya í løtuni bestu miðverju og sum í hesum dystinum vísti meira landsliðsstøði enn allir landsliðsspælararnir hjá B36 tilsamans, slapp ótarnaður at stúta bóltin inn til 3-0 eftir hornaspark úr høgru. Dysturin avgjørdur, og fyri B36 ráddi tað nú bert um at avmarka tapið. Men 3-0 bleiv til 4-0, tá Egin Høgnesen legði eitt málspark beint fyri føturnar á Andrew av Fløtum. B36-málverjin helt, at tað var fríspark longri úti á vøllinum og skeyt bóltin út, men Andrew, sum var vakin, legði bóltin pent í netið til 4-0.
Nakað seinni pyntaði Tomislav Sivic til 1-4 upp á ein leysan kjans inni í HB-brotsteiginum, men tað var bert kosmetiskt. Og B36, sum av onkrari ókendari orsøk framvegis hevur svárar trupulleikar, bara teir síggja grannarnar norðanfyri, skal nú veruliga yvirganga seg sjálvan, skulu teir sleppa í sína fyrstu finalu síðani 1991.
Menn sum Pól Thorsteinsson, John Petersen og Jens Kristian Hansen skulu vera fegnir um, at landsliðsvenjarin Allan Simonsen ikki var í Gundadali hósdagin. John Petersen hevði tað trupult í sterku HB-verjuni og fekk ongan stuðul frá miðjuni, har Pól Thorsteinsson hevði trupult við yvirhøvur at raka bóltin rætt.
Hinvegin kunnu menn sum Hans á Lag og Hans Fróði Hansen iðra seg um, at landsliðsvenjarin ikki var á staðnum. Hans Fróði var úttikin til bruttohópin á Svangaskarði herfyri, meðan Hans á Lag framvegis ikki hevur verið inni í hitanum. Men tað man fara at koma skjótt við tí støðuga spælinum, hann vísir í løtuni.
HB-B36 4-1 (0-0)
1-0: Andrew av Fløtum
2-0: Hallur Danielsen
3-0: Hans á Lag
4-0: Andrew av Fløtum
4-1: Tomislav Sivic