Soleiðis fer nýggi miðbýurin í Vági at síggja út - einaferð

Tekningar av nýggja miðbýnum hanga uppi í býráðshúsinum til almennar viðmerkingar. Tey, sum hava sagt sína meining halda, at miðbýurin fer at síggja gott út

­Her skal vera virksemi og her skal vera fjálgt.

Hetta er tankin, sum Albert Isfeld arkitektur, hevur arbeitt fram ímóti, nú hann hevur gjørt eitt uppskot til, hvussu miðbýurin í Vági skal skipast í framtíðini.

Vágs Kommuna hevur nú í eina tíð havt samstarv við arkitektin um, hvussu miðbýurin í Vági kundi verðið skipaður.

Kommunan heldur, at tað er neyðugt at skipa miðbýin øðrvísi, skal trivnaður verða í Vági.

Men tað fer samstundis at gera møguleikarnar hjá handilsvinnuni og tænastuvinnuni at virka nógv betri.

Tann parturin í Vági, sum kemur undir ætlanina, er strekkið frá Heilsumiðstøðini út til minnisvarðan fyri teimum sjólætnu.

­ Ætlanin er, at miðbýurin skal hýsa felagsskapum, fyritøkum og stovnum, sum vanliga eru at finna í einum miðbýi, sigur Kommunan.

Frammanundan er samkomuhús Heilsumiðstøð, peningastovnur, gistingarhús, handlar, buss-steðgipláss og stovnar á hesum strekkinum, sum hvørt í sínum lag eru við til at savna fólk á staðnum.

Ætlanir eru frammi um at byggja nýggjan peningastovn á økinum, umframt at ætlanir eru frammi um handilshús.

Ætlanin er, at tað, sum verður bygt á økinum, skal byggjast eftir miðbýarætlanini.

Ætlanin er at leggja flisar, sum eisini tola tunga ferðslu á ein part av vegnum, samstundis sum flisar verða lagdar á gongubreytina báðumegin við vegin.

Men hóast tað framvegis fer at bera til at koyra ígjøgnum miðbýin, fer tað at verða neyðugt hjá bilførarum at minka um ferðina.

Hinvegin verða parkeringsviðurskiftini munandi betri.

Ætlanin er at hava fleiri, smá parkeringspláss.

Vágs Býráð hevur nú hongt tekningar av miðbýarætlanini upp í Ráðhúsinum, har ið tað ber til hjá fólki at kanna tær nærri og at spyrja um ymiskt og at koma við viðmerkingum og uppskotum um broytingar.

Eitt sindur av fólki hevur verið og hugt.

Og tær viðmerking, sum Býráðið higartil hevur fingið, vísa, at Vágbingar taka væl undir við ætlanini.


Løðhamar er kjarnin

Løðhamar hevur altíð verið ein miðdepil í Vági.

Har vóru stór arbeiðspláss fyrr og har gistu arbeiðsfólkið, sum tá á døgum kom úr øllum Føroyum til Vágs at arbeiða.

Arkitekturin, Albert Isfeld, sigur, at tað hevur havt týdning í ætlanini at skapa ein samanhang í henda partin í Vági, sum longu hevur fingið støðu sum miðbýur, og at gera eitt býartorg har.

­ Torgið er hugsað sum staðið, har ið fólk hittast. ­ Her er miðbýurin og her skal verða virksemi og her skal verða fjálgt, sigur Albert Isfeld.

­ Framvið suðursíðuni er ætlanin, at tað skulu verða bygningar, sum skulu verða við til at skapa virksemi. Her verður t.d. hugsa um handilshús og tænastuvinnu.

­ Í smáum sølubúðum, sum verða settar á hóskandi støðum, kunnu kioskvørur verða seldar, t.d. pylsur, ísur o.a.

Arkitekturin sigur, at útfrá torginum eru smá pláss, sum verða nevnd urtagarðar, har ið kunna seta seg niður eina løtu.

Har er eisini eitt pláss, har ið fólk kunnu savnast á merkisdøgum til ymisk tiltøk, t.d. á Jóansøku, flaggdegnum, á jólum o.s.fr.

Úti við sjálvan minnisvarðan er ætlanin at planta runnar og trø, og annars at fríðka um.


Ikki tey fyrstu árini

Jógvan Krosslá, Býráðsformaður sigur, at tað er ongin tíðarætlan á nær farið verður undir miðbýin.

Men tað verður ikki tey fyrstu árini, sigur hann.

Men hann sigur, at tað hevur týdning at hava eina ætlan fyri økið, so at tað ikki verður farið fram eftir fummum, táið almennir og privatir bygningar verða reistir á økinum.

­ Býráðið hevur samtykt, at gera eina heildarætlan fyri økið. Nú er tað so teknað og lagt fyri almenningin. ­ Nú skal tað so gerast liðugt og endaliga samtykkjast í Býráðnum einaferð afturat.

Jógvan Krosslá sigur, at tað, sum liggur í hesum er, at tað, sum verður bygt, skal byggjast eftir nýggju miðbýarætlanini.

Hann sigur, at Suðuroyar Sparikassa arbeiðir við eini ætlan um at byggja uppí Sparikassan, ella at byggja nýtt.

Og tað er nógv, sum bendir á, hetta verður fyrsta stigið í nýggju miðbýarætlanini.

Somuleiðis eru umsóknir frá handilsfólki, sum vilja sleppa at byggja handilshús.

Annars er eisini ætlanin at gera vegin ígjøgnum Vág.

Men tað heldur Jógvan Krosslá, er so dýrt, at tað verður ikki fyrrenn um nøkur ár, táið avtalan um kommunuskuldina er gingin út.

Jógvan Krosslá sigur, at miðbýurin fer sostatt ikki at kosta kommununi nakað serligt

­ Tað, sum kommunan skal gera, verður einans gjørt í sambandi við arbeiði, sum kortini skal gerast. Eitt nú slepst ikki undan ábótum á vegin innanfyri eitt rímiliga stutt áramál.

­ Og hvat privatir byggja, skal so gerast eftir ætlanini, sigur býráðsformaðurin í Vági.