FCK-venjarin: Brøndby nevyari í avgerandi løtunum

Fótbóltur: FCK vísti góðan vilja og gott spæl, men manglaði tað seinasta sum skuldi til fyri at vinna

KEYPMANNAHAVN: Tað var ilt at síggja hvør hevði vunnið og hvør hevði tapt, tá teir báðir venjararnir komu á tíðindafund eftir steypafinaluna.

Bæði Ebbe Skovdahl, venjari hjá Brøndby, og Kent Karlsson, venjari hjá FCK, eru róligir menn, og teir eru varisligir, tá teir úttala seg til pressuna.

? Tað er sjáldan at tað eru so nógvir nærdystir í eini steypafinalu, sum tað var í dag. Men tað var eisini pláss fyri góðum fótbóltsspæli, og eg eri nøgdur við avrikið hjá mínum liðið, segði Ebbe Skovdahl.

FCK-venjarin var eisini nøgdur við avrikið hjá sínum liði, men hann var greiður yvir, hví Brøndby vann og ikki hansara lið.

? Brøndby var neyvari í teimum avgerandi løtunum enn vit vóru, og tí vunnu teir. Teir njóta gott av, at teir hava vunnið nógvar dystir her í vár, og tí er sjálvsálitið í topp, segði Kent Karlsson.

? Vit komu sera illa frá byrjan, og fyrsta málið oyðilegði nógv fyri okkum. Vit klára tó at koma inn í dystin aftur, og vit skuldu havt javna áðrenn hálvleikin. Men aftur tá eru vit óhepnir, ella tit kunnu siga, at vit eru ikki nóg neyvir og kaldir, tá vit hava møguleikan.


Goldbæk skaddur

FCK-venjarin hevði valt, at lata landsliðsspælaran Bjarne Goldbæk byrja á vøllinum, hóast hann hevur verið skaddur seinastu tíðina.

Tað vísti seg ikki at verða skilagott, og tað hevði eisini við sær, at í hálvleikinum var Goldbæk tikin út.

? Tað var upp til Goldbæk at fáa so nógv burtur úr sum gjørligt, men hann var týðuliga merktur av skaðanum. Hann var ov passivur, og tí tók eg hann út, segði Kent Karlsson.

Svenski venjarin hjá FCK royndi at venda dystinum við at senda áleyparan David Nielsen á vøllin frá byrjan í seinna hálvleiki, og tá ein góður tími var spældur kom eisini Martin B. Larsen inn, og tá spældi FCK við fýra álopsspælarum.

? Vit hava nógv spæl og vísa góðan vilja, men vit mangla tað seinasta sum skal til, fyri at vinna á Brøndby, staðfesti FCK-venjarin.