biða um vinskap. Tað var stuttligt at lesa sjónarmið hjá vinum mínum, og mangan havi eg frætt tíðindi á facebook og havi fingið hugskot at skriva greinir. Tað er eisini stuttligt at sita eitt nú ein s [...] sína egnu heimasíðu. Onkur felagsskapur á netinum er, sum eg als ikki tími at vera limur í. Men eg sleppi ikki frá øllum peikifingrunum um málburð, grenjið um vánaligt málbrúk o.a., tí fleiri av vinum mínum [...] , sum bjóða mær til tiltøk. Felagsskapir, sum eg als ikki eri limur í. Tá haldi eg, at facebook er farið at stinka. Handilslig áhugamál og royndir at selja atgongumerki troka seg í so nógv fram. Av óvart
hvussu so er ógvuliga fá, sum bíða við at gerast virkin ítróttarfólk til tey eru farin um tey 40. Men 46 ára gamla Maj-Britt Vestergaard úr Lopra, er eitt livandi og talandi dømi um, at tað er aldrin ov [...] eru á skránni. Hon er fullgreið yvir, at hon kemur ikki at gera seg galdandi í olympiskum leikum. Men tað er heldur ikki tað, sum ítrótturin snýr seg um hjá henni. ? Tá ið eg renni, er endamálið at klára [...] tí nú orki eg nógv betur. Hon leggur afturat, at hon hevði leingi verið plágað av ovurviðkvæmi , men tað er eisini horvið. Hon heldur, at ein orsøk kann vera, at immunverjan er styrknað, nú hon er blivin
seinnapartin er farið í gongd, og talan er um fýra ymisk tiltøk børnini skiftast um at ganga ímillum. Bátasigling, ítriv, grilla og hoppa band. Fjórða ferðin Børnini ganga og mala allastaðni. Sjálvt um regnið [...] Vit mála krúss við Dávid á, greiðir Gunhild Bjørk frá. Hon er 13 ár og er av Argjum. Hetta er fjórða ferðin hon er á summarlegu í Nesvík. Hon er komin á legu saman við nøkrum av vinkonunum. ? Mær dámar væl [...] mánadagin og legan er liðug fyri teirra viðkomandi fríggjadagin. Veðrið er ikki av tí allarbesta henda dagin tá Sosialurin kemur á vitjan. Tað regnar illa, og mjørkin hongur langt yvir fjøllini. Men hetta
karmur um eina forkunnuga kapping, ið ikki hevur verið serliga ofta her á landi, men er fastur táttur hvørt ár í flestum øðrum londum úti í heimi. Tíðin var nú komin til at finna útav, hvør er tað vakrasta [...] heystmótin sær út í ár. Úrvalið var stórt bæði til yngri og eldri, og tað er vist, at eingin nýtist at ganga kaldur, nú heystið er í hondum. Tá mótasýningin var liðug, segði eitt umboð fyri íslendska la [...] tann elsti var farin nakað um tey 20. Ymiskt var hvussu nógva tíð teir ymisku luttakararnir høvdu havt at fyrireika seg í. Summi høvdu meldað seg til beinanvegin, tá tað frættist um kappingina, meðan onnur
ormaður. Tað er rættilga margháttligt soleiðis at velja sama persón í tvey parlament í tveimum ymiskum londum. Hóast hendan siðvenjan er aldargomul í Føroyum, so er tað ikki vanligt [...] sum kunnu eggja honum at skriva út val, meðan støðan er øvugt hjá Lars Løkke Rasmussen. Men heilt vist er, at tað ikki verður stutt ímillum valini, so hví ikki skera yvir ein kamb og halda bæði [...] politikarar ikki vórðu valdir í bæði tingini. Tað er rættiliga áhugavert, at vit hvørjaferð velja løgtingsmenn í fólkatingið. Vanliga er eisini talan um leiðandi persónar í flokkunum - og seinast
bleiv. – Men hetta er úrslitið av telvingini. Ongin regla er brotin, og ongin mannagongd er, sum ikki er fylgd. Tí er tað heldur ikki formliga skeivt, at kyndilin nú kemur á aðrar hendur, um enn tað smakkar [...] smakkar mær illa, segði Heðn Mortensen. Men hann ásannar eisini, at hann er fullgreiður yvir, at hetta er ikki fyrstu ferð, at fleiri samgonguavtalur eru gjørdar, ella at orð ikki verða hildin. - Og við hetta [...] Taki væl við valdinum í Tórshavnar Kommunu, og farið um tað við virðing, ídni og kærleika. Tað eru ynskini hjá Heðin Mortensen fyri nýggju samgonguna í Tórshavnar Býráð, sum tekur við valdinum á midnátt
bretar, 41 palestinar og 17 jødar. Um vit nú avmarka okkum til tann muslimska heimin, so tekur terrorisma seg upp har í Egyptalandi í mars 1928. Í tíðini 1928-78 er talan um eitt slag av tamdari terrorismu [...] ríkidømi og er enntá farið í holt við, einsamalt, at militarisera rúmdina. Samstundis hevur landið loyst seg úr øllum moralskum og etiskum høftum, og tað hevur antin tikið seg burtur úr, ella er um at taka [...] at hann var tungur í huga og mótleysur síni seinastu ár. Hann syrgdi, ikki um sína egnu lagnu, men um, at hansara dreymar um Irans framtíð vórðu farnir í sor. Mohammad Mossadegh andaðist tann 5. mars 1967
Hvat er kyn? Í hesum kjakinum er sera umráðandi at vit fyrst vita hvat tað er vit tosa um. Fyrst og fremst haldi eg vit mugu seta spurning við hvat kyn er. Vit kunnu bólka kyn í tvey, tað eina er okkara [...] kynsamleika. Tað er einans á pappírinum at ein skiftir kyn. Løgfrøðiligt kynskifti er ikki loyvi i Føroyum, og tað skal broytast. Eins og í øllum vesturheiminum er hetta loyvi í Danmark. Sum nú er, kunnu øll [...] t kynskifti um tey eru yvir 18 ár. Ætlanin hjá samgonguni í Danmark er nú at strikað markið, soleiðis at øll børn undir 18 ár kunnu fáa eitt løgfrøðiligt kynskifti, við váttan frá verja um tey eru undir
landskappingini í fótbólti er á skránni í vikuskiftinum. Og longu frammanundan, at sjøtul er settur á kappingina, eru FSF og feløgini í stórum trupulleikum. Talan er ikki um innanhýsis og sjálvgjørdar [...] at tað er sera torført at ferðast um Suðuroyarfjørð. Tí hevur FSF gjørt av at broyta fyrsta umfarið í landskappingini. Í 1. deild er sætta umfarið flutt til fyrsta umfar, og fyrsta umfarið er so flutt [...] trupult. Og tað er eisini mark fyri, hvat FSF og feløgini kunnu taka ábyrgdina av. Hugsa bara um støðuna, sum B36 var i, tá teir næstsíðsta vikuskifti noyddust at venda aftur til Suðuroyar. Tað er við hesum
fara útaftur í góðum hýri. »Lívið er ofta baldrut« svarar abbi mær, tá eg spyrji hvat hann hugsar um, nú tá enn eitt ár er við at fara aftur um bak, »tað, sum ræður um, er at halda kósina«, »og ert tú nøgdur [...] strondum. Vit hyggja og hyggja, inntil farið einans er ein svartur blettur í havsbrúnni. Góða ferð abbi. Hvat er tað, sum ger eitt menniskja eyðkent, hvat er tað, sum fær okkum at minnast? Hygg í andlitið [...] »abbi er farin« sigur kenslurørda røddin í mammu. Abbi er farin, í gjár hevði hann føðingardag, hann gjørdist 87, 87 ár og ein dag gamal. Góði abbi-. Hevði ynskt at eg kundi sagt tykkum søguna um abba við