Fyrsta umfarið í landskappingini í fótbólti er á skránni í vikuskiftinum. Og longu frammanundan, at sjøtul er settur á kappingina, eru FSF og feløgini í stórum trupulleikum.
Talan er ikki um innanhýsis og sjálvgjørdar trupulleikar. Heldur eru tað trupulleikar, sum standast av verkfallinum hjá yvirmonnunum á brúnni á strandferðsluskipunum.
Verkfallið hevur við sær, at tað er sera torført at ferðast um Suðuroyarfjørð. Tí hevur FSF gjørt av at broyta fyrsta umfarið í landskappingini. Í 1. deild er sætta umfarið flutt til fyrsta umfar, og fyrsta umfarið er so flutt til sætta umfar. At tað júst er sætta umfarið, sum er flutt fram, kemst av at í tí umfarinum skuldu TB og VB spæla innanhýsis. Nú sær fyrsta umfarið soleiðis út: KÍ-B36, B68-GÍ, HB-NSÍ, TB-VB og EB/Streymur-Skála. Sambært kappingarskipanini skuldi tað verið spælt soleiðis í fyrsta umfarinum: KÍ-Skála, B68-HB, GÍ-VB, B36-NSÍ og TB-EB/Streymur.
Einki annað at gera
Karl Vidtfeldt er formaður í kappingarnevndini og kappingarstjóri í bæði ungdómsdeildunum og vaksnamannadeildunum:
- Vit vónaðu at verkfallið fór at vera liðugt, men mikudagin vóru vit noyddir at fyrihalda okkum til støðuna, sum hon er. Vit hava tosað við Skipara- og navigatørfelagið fyri at fáa undantaksloyvi at flyta ítróttarfólk, men tað var ikki talingur um. Vit hava arbeitt við øðrum flutningsmøguleikum enn Strandfeðsluni, men tað hevur eisini verið trupult. Og tað er eisini mark fyri, hvat FSF og feløgini kunnu taka ábyrgdina av. Hugsa bara um støðuna, sum B36 var i, tá teir næstsíðsta vikuskifti noyddust at venda aftur til Suðuroyar.
Tað er við hesum veruleikanum í huga, at teir í FSF hava gjørt av at umleggja kappingina:
- Um vit einki høvdu gjørt, so hevði kappingin haltað og tað kundi verið neyðugt at spælt í summarfrítíðini og út í oktober mánað. Vit eru fult greiðir yvir, at avgerðin um broytingar kemur illa við feløgunum, venjarunum og spælarunum, men hetta er tað, sum vit halda tænir fótbóltinum best, sigur Karl Vidtfeldt, sum hevur havt lítla tíð at reka sítt egna virki í hesi vikuni.
Hvat gera tit, um verkfallið heldur fram?
-Ta støðuna mugu vit taka upp í komandi viku, um tað framvegis verður verkfall. Men tað sigur seg sjálvt, at talan verður um eina sera óhepna støðu, sum tað verður ilt at hava tak á, um fleiri vikuskifti fara, uttan at skipini fara at sigla. Trygdin hjá teimum, sum ferðast telur sjálvsagt mest. Men vit kunnu heldur ikki síggja burtur frá, at prísirnir fyri ferðingina kunnu gerast nakrir aðrir, enn teir høvdu verið, um einki verkfall var, sigur Karl Vidtfeldt.
Umframt í 1. deild eru broytingar eisini gjørdar í hinum deildunum. Í 2. deild er skráin broytt soleiðis: B71-NSÍ, B36-HB, Sumba-VB, ÍF-KÍ og LÍF-FS Vágar. Har skuldi dystirnir havt verið hesir: B36-B71, Sumba-LÍF, ÍF-NSÍ, KÍ-FS Vágar og VB-HB.
- Í yngru deildunum hava vit ikki gjørt stórar broytingar. Har verður spælt sambært skipanini, har tað ber til. So mugu vit gera upp, hvar vit eru stødd, tá verkfallið verður liðugt, sigur Karl Vidtfeldt