Eftir Hanus Kamban
????????????????????
TANN STÓRA BROTSGERÐIN
SO SKJÓTT SUM Operatión Ajax var av, varð farið undir at gera upp við demokratarnar rundan um Mossadegh. Sum nevnt í seinastu grein vórðu 60 heryvirmenn og nakrir studentaleiðarar skotnir. Uttanríkisráðharrin Hussein Fatemi - sum ikki hevði dult fyri sínum atfinningum móti shahinum - varð somuleiðis skotin. Teir fremstu í Tudeh og tí tjóðskaparligu fylkingini vórðu antin fongslaðir ella skotnir. Aðrir fingu linari revsing.
Høvuðsmaðurin í hesum tilburðum, Mohammad Mossadegh, sum nú var 71 ára gamal, fekk trý ára fongsul og húsavarðhald fyri lívið. Við sínar dómarar segði Mossadegh:
Mín einasta brotsgerð er, at eg tjóðartók tann iranska oljuídnaðin og beindi burtur úr hesum landi netverkið av hjálandakúgan og tað politiska og búskaparliga árinið hjá heimsins størsta hjálandaveldi.
Eftir at hann hevði sitið sína fongsulstíð á tamb, varð Mossadegh á sumri 1956 førdur til sína heimbygd Ahmad Abad, har hann, sum vit minnast, átti ein bóndagarð. Hann hevði frítt at fara á ogn síni, men bara skyldfólk og nakrir fáir vinir sluppu at vitja hann. Menn frá tí nýggju loynitænastuni hjá shahinum - SAVAK - hildu vakt innan og uttan fyri garðin, sum umgyrdi ognina.
MONTESQUIEU OG ROUSSEAU
TA DRÚGVU tíð, sum tann gamli ríkisovastin nú ráddi yvir, brúkti hann til at dyrka síni mongu áhugamál. Hann granskaði iranska heimspeki og las Montesquieu og Rousseau. Hann fekst við jarðarbrúk, lærdi bøndur í grannalagnum at brúka nútímans búnaðaramboð og vann - fyri eina ætlan, sum økti um framleiðsluna av sukurrótum - eina virðisløn.
Mossadegh var av eini ætt, sum var tiltikin fyri lærdóm, og sum hevði alt bæði løgfrøðingar og læknar. Við tað at hann visti meira um løgfrøði enn tey flestu, fór tann gamli politikarin nú, í sjálvdrátti, undir at lesa læknafrøði.
BYGDARFAÐIRIN
HANN LAS læknafrøðilig verk og gjørdi heiluvág móti malaria burtur úr rótum, sum hann kókaði. Hann gjørdist at enda so fermur lækni, at hann bleiv álitið hjá fólki í bygdini. Tey komu til hansara við teirra mongu trupulleikum, og altíð var hann til dystin fús at hjálpa. Fyri bygdafólkið var hann sum ein faðir, og sagt verður, at tann samhugi og tað hjartalag, sum lýstu av hansara persónleika, enn eyðkenna fólkið í Ahmad Abad.
Tey skyldfólk, sum vitjaðu Mossadegh, siga kortini, at hann var tungur í huga og mótleysur síni seinastu ár. Hann syrgdi, ikki um sína egnu lagnu, men um, at hansara dreymar um Irans framtíð vórðu farnir í sor.
Mohammad Mossadegh andaðist tann 5. mars 1967.
EITT HARÐRENT EINAVELDI
TAÐ STÝRIÐ sum fekk valdið aftan á stjórnarkvettið í 1953 var eitt kongadømi við - sum frá leið - meira og meira avmarkaðum demokratiskum rættindum. Kommunistaflokkurin var forboðin, og somuleiðis teir flokkar, sum myndaðu ta tjóðskaparligu fylking, ið hevði ført Mossadegh til valdið. Píning og morð gjørdust skjótt gerandiskostur í Iran, og ein og hvør móstøða móti stýrinum varð niðurbard við harðari hond. Tað gjørdist siðvenja at handtaka vinstrasinnað og demokratar. Tað nýggja shahstýrið var eitt harðrent einaveldi.
Um oljuna er at siga, at fólk í Iran høvdu slíka andstygd fyri Anglo-Iranian, at tann nýggja iranska stjórnin tordi ikki at geva felagnum (sum seinni skifti navn til British Petroleum) sína serstøðu aftur. Eisini varð hildið, at USA átti at fáa ágóðan av, at tað í roynd og veru bar kannuna av Operatión Ajax.
Sostatt var skipað eitt altjóða vinnusamtak, har Anglo-Iranian fekk 40% av partabrøvunum, fimm amerikonsk feløg 40% og Shell og eitt franskt felag 20%. Vinningsbýtið var eftir hetta broytt til 50-50. Men iranar sluppu framvegis ikki at síggja felagsins roknskap, og heldur ikki varð teimum loyvt at fáa stjórastarv í samtakinum.
TANN HVÍTA KOLLVELTINGIN
HESAR BROYTINGAR høvdu, saman við teimum skjótt vaksandi oljuprísunum, við sær, at Mohammad Reza shahur brátt fekk eitt ovurstórt ríkidømi at ráða yvir. Og oman á hetta fekk hann samstundis veldugar upphæddir til gávus úr USA. Hann brúkti ómetaliga stórar upphæddir av hesi inntøku til at keypa vápn - úr USA - í tíðarskeiðinum millum 1972 og 1976 heilar 10 milliardir dollarar.
Samstundis fór Mohammad Reza undir - eftir fyrimyndini hjá faðir sínum og Kemal Atatürk - at seta í verk umbøtur og nýskipanir í Iran. Konufólk fingu valrætt, islamskir dómstólar vórðu avtiknir, munagóð framstig hendu á heilsu- og undirvísingarøkinum. Ein nýskipan av landbúnaðinum varð sett í verk, og farið varð undir at byggja upp ein nútímans ídnað. Endamálið við hesi "hvítu kollveltingini" var at skapa Iran um til eitt samfelag við vesturlendskum virðum og dámi.
Men líkasum í 30-árunum undir Reza vórðu hesar royndir at skapa framburð smoygdar niður yvir fólkið. Aftrat tí kom, at framburðurin ongantíð kom at bøta um korini hjá tí stóru fjøldini.
Avgerandi fyri framtíðina hjá shahstýrinum var kortini helst tann sannroynd, at Iran nú flutti seg longur og longur burtur frá tí demokratiska vegi, sum Mossadegh hevði gingið. Og samstundis bleiv shahveldið meira og meira harðrent. Loynitænastan SAVAK varð bygd upp við hjálp frá USA og Ísrael. Áhaldandi frágreiðingar frá Amnesty International staðfestu, at fólk í tíggjutúsunda tali blivu fongslað, myrd og pínd - ella bara hvurvu.
MOHAMMAD REZA OG SORAYA
STÝRIÐ HJÁ Mohammad Reza helt við í eina fjórðingsøld. Meðan ósek fólk skríggjaðu í pínslukømrunum hjá SAVAK, var shahurin javnan at síggja í vesturlendskum myndabløðum. Í 1967 læt hann seg krýna, og í 1971 læt hann halda stórfingið 2.500 ára minningarhald fyri tí persiska ríkinum.
Mohammad Reza, fagnaður og gyltur av vesturlendskum fjølmiðlum, í kongsskrúði og við sólbrillum, mundi fáa mangt vesturlendskt kvinnuhjarta at bráðna, eins og Soraya drotning (sum hann seinni varð skyldur frá) ivaleyst kveikti loyniligar dreymar í mongum einsligum manshjarta.
Bretar og amerikumenn kundu ikki annað enn fegnast um tann politiska ágóðan av Operatión Ajax. Iran varð verandi ein partur av teirra velduga verjupolitiska kervi. Í 1955 fór landið upp í Bagdad-samtakið (frá 1959 nevnt CENTO), sum fataði um Turkaland, Irak, Pakistan og Bretland. CENTO lá sum ein brúgv millum NATO og tað suðurasiatisku samgonguna SEATO.
GLÆSTRIMYNDIN RIVNAR
ALT GEKK sostatt eftir vild, og Dulles-brøðurnir og Kermit Roosevelt kundu framvegis við stoltleika minnast sítt bragd - tað elegant fyriskipaða kvettið í 1953.
Men móti endanum á 70-árunum fór glæstrimyndin at rivna. Vaksandi stættamunur, ófatiligar oljuinntøkur søplaðar burtur til vápnakeyp, ágangur móti demokratum og heimligum trúarrørslum, SAVAK og hennara alsamt vaksandi yvirgangur og píning - alt hetta var við til at festa í eina mótrørslu, sum hevði stuðul í tí iranska fólkinum. Men henda rørsla var - við tað at hon bæði fataði um islamistar, kommunistar og tjóðskaparligar demokratar - ógvuliga samansett.
Shahurin royndi at bjarga sínum valdi við at linna kúganina og einaræðið. Tað var lagnunnar spei, at hann nú, illa sperdur, í januar 1979 noyddist at útnevna Shapour Bakhtiar, sum hevði verið vararáðharri í arbeiðsmálum undir Mossadegh, til forsætisráðharra. So skjótt hann hevði fingið hetta starv, fór Bakhtiar til grøvina hjá Mossadegh í Ahmad Abad, har hann helt eina røðu og lovaði at vera trúgvur móti meistarans hugsjónum.
SVIKALIGUR DEGNINGUR
MEN UM hetta mundið var tann alda, sum hevði reist seg, ikki til at steðga. Úr útisetu í Fraklandi kom Ruhollah Musavi Khomeini ajatolla tann 1. februar 1979 heim til Iran. Khomeini var kendur sum ovasti iranski myndugleiki í islamskari gudfrøði. Sum persónur var hann smákrevjin, eyðmjúkur og sannur móti sínum egnu trúarreglum. Hann vísti seg sum frá leið eisini at vera dugnaligur politiskur strategur. Hann samstarvaði í fyrstuni við aðrar flokkar og rørslur.
Um hetta mundið var greitt, at kongadømið hjá shahinum var farið í søguna. Mohammad Reza, annar shahurin av Pahlavi-ættini, hevði framt so harðrenda kúgan, at nú á stóð, var eingin flokkur í Iran fúsur at stuðla hann. Sostatt mátti hann tann 15. januar 1979 flýggja av landinum. Hann sá ongantíð sítt heimland aftur.
Ta fyrstu tíðina eftir kollveltingina kundi tykjast, sum eitt nýtt tíðarskeið við fólkaræði í Iran var byrjað. Nakrir av monnunum rundan um Mossadegh stigu nú inn á tann politiska leikpallin, hóast Bakhtiar, sum ikki kundi góðtaka Khomeini, tók seg aftur tann 11. februar.
Fyrsti forsætisráðharri undir Khomeini var Mehdi Bazargan, sum í 1951, tá oljuvirkið í Abadan var tjóðartikið, varð settur sum tess fyrsti stjóri. Forseti eftir fyrsta valið undir Khomeini bleiv Abolhassan Bani-Sadr, sum eisini hevði tikið undir við hugsjónunum hjá Mossadegh.
TEOKRATI SETT Á STOVN
MEN TANN liberali morgunroðin var stokkutur. Khomeini ajatolla hevði nevniliga heilt aðrar ætlanir. Tann islamska trúgvin var sambært tí ráðandi høvuðsprestinum ein alfevnd lívstolking, sum bæði stýrisskipan og verðsligar lógir máttu boyggja seg fyri.
Sambært hesi hugmyndafrøði høvdu shiamuslimskir høvuðsprestar, til tólvta imamsins afturkomu, skyldu at ráða í islamskum samfeløgum. Sum ovasti trúarleiðari, og virkandi sum imamsins varamaður, hevði Khomeini sjálvur skyldu at standa á odda í Iran.
Aftur mátti fólkaræðið lúta, og í tess stað varð sett á stovn ikki eitt kongsríki, men eitt teokrati, eitt gudsríki, har sharialóg gjørdist verðslig lóg, og mullar og ajatollar ráddu. Hetta var tann islamska kollveltingin. Teir ráðharrar, sum vóru runnir úr stýrinum hjá Mossadegh, vórðu sum frá leið frákoyrdir ella handtiknir. Høvuðsgøtan í Teheran, sum eftir kollveltingina hevði fingið navn eftir Mossadegh, var nú umdoypt og kallað upp eftir tí tólvta imaminum.
GÍSLATØKA OG SJÁLVMORÐSATSÓKNIR
TERRORISMA ER ikki, sum mong tykjast at halda í dag, avmarkað til tann islamska heimin, men hevur eisini røtur í europeiskari søgu. Umframt at mong, bæði vird og minni vird, ríkir upp ígjøgnum 20. øld hava framt ríkisterrorismu (teirra millum Nazi-Týskland, USSR, USA, Bretland, Ísrael og Irak), finna vit dømir um yvirgang í mongum frælsisrørslum, eitt nú ETA, ANC, IRA og PLO.
Ein tiltikin terrorbólkur í Miðeystri var tann jødiski Irgun Zevai Leummi, hvørs formaður var Menachem Begin, ið seinni bleiv forsætisráðharri í Ísrael og fekk nobelvirðislønina. Tá ið hesin bólkur, sum lið í sínum bardaga móti tí bretska Palestina-yvirræðinum, læt spreingja Kong Dávid-hotellið í luftina, doyðu 25 bretar, 41 palestinar og 17 jødar.
Um vit nú avmarka okkum til tann muslimska heimin, so tekur terrorisma seg upp har í Egyptalandi í mars 1928. Í tíðini 1928-78 er talan um eitt slag av tamdari terrorismu. Men við kollveltingini hjá Khomeini, sum tekur seg upp í 1978, byrjar eitt nýtt umfar í islamiskari terrorismu. Yvirgangur verður nú blindur, almennur og ikki-selektivur. Samstundis fara nýskapanir fram, sum m.a. fata um gíslatøku og sjálvmorðsatsóknir.
YVIRGANGUR SUM ÚTFLUTNINGSVØRA
OG UMFRAMT tað gera høvuðsprestarnir tað fascistiska teokratiið hjá Khomeini ajatolla til eitt reiður, haðani mælt verður til yvirgang í útheiminum. Fyri kanska fyrstu ferð í heimssøguni verður yvirgangur - terrorisma - hugmyndafrøðilig útflutningsvøra.
Hesin nýggi politikkur byrjaði við, at iranskir islamistar tann 18. august 1978 settu eld á Rex-biografin í Abadan við teirri avleiðing, at o.u. 400 sivilfólk brendu inni. Endamálið var at skapa ruðuleika og á henda hátt slætta vegin fyri kollvelting.
Árið eftir hertóku uppøstir iranar ta amerikonsku umboðsstovuna í Teheran, har teir hildu 52 amerikonskum diplomatum og starvsfólkum innibyrgdum sum gíslum í 14 mánar. Síðani fór prestastýrið undir at fíggja og vápna Hamas, Hezbollah og aðrar terrorbólkar í Miðeystri, sum høvdu morð, fólkarán og yvirgang á skránni.
FRÆIÐ BREIÐIR SEG
FRUKTIRNAR AV hesi gongd sóust skjótt. Í 1981 varð Shapour Bakhtiar myrdur í Fraklandi. Í 1983 drópu sjálvmorðsterroristar 214 amerikanskar flotahermenn í Beirut. Bumbuálopið í Buenos Aires í 1994, framt ímóti tí jødisku miðstøðini í býnum, kostaði 93 jødum lívið.
Tann terrormentan, sum kyknaði upp undir tí nýggja islamska valdinum hjá Khomeini ajatolla, breiddi seg eisini - um Pakistan - til teir ólærdu, sunnimuslimsku afghanar av pashtun-fólkinum, sum settu á stovn Taliban-rørsluna. Limir í hesi rørslu fingu í 1996 valdið í Kabul í Afghanistan. Har slapp tann saudiarabiski ríkmaðurin Osama bin-Laden at byggja upp eitt netverk av yvirgangi, sum fekk navnið al-Qaeda.
Tað vóru eftir øllum at døma yvirgangsmenn úr hesum bólki, sum tann 11. september 2001 tóku ræði á tveimum amerikonskum ferðaflogførum og flugu beint inn í tvíburatornini í New York.
FRÁ OPERATIÓN AJAX TIL KHOMEINI
UM VIT nú fara aftur til kvettið í 1953, so tykist ein bein strika at ganga frá Operatión Ajax til kollveltingina í 1979 og ta nýggja teokratiska shiamuslimska einaræðið hjá Khomeini ajatolla.
Hetta verður uppaftur skilligari, um hugsað verður um, hvørjir møguleikar stóðu Bretlandi og USA í boði í 1951. Mossadegh var sum politikari og ríkisleiðari ikki lýtaleysur, og als ikki nakar eingil. Hann tykist t.d. at hava verið alt ov góðtrúgvin, har tað snúði seg um at meta um vandan frá USSR og frá iranskum kommunistum. Hansara størsti veikleiki var kortini trótandi pragmatisma. Trupulleikin var bara, at var Mossadegh, av góðum grundum, stívrendur móti bretum, so vóru bretar uppaftur treiskari og stívari.
Í staðin fyri, av stuttskygni og ránshugi, at seta fót fyri Mossadegh, kundu Bretland og USA havt stuðlað hann og gjørt sítt til við ráðum og búskaparligari hjálp at styrkja fólkaræðið í Iran. Eru ikki líkindir til, at Iran undir slíkum umstøðum kundi búnast til eitt demokratiskt mynsturríki í Miðeystri?
Sum víst á í hesi greinarøð valdu USA og Bretland í staðin fyri at fella Mossadegh-stýrið. Tey valdu fyri løtuvinning at samstarva við yvirgangsmenn og korruptar búrkroppar og at lata valdið yvir tí iranska fólkinum upp í hendurnar á einum smásintum og harðrendum shahi, sum onki lógligt støði hevði at byggja á.
Og - og hetta er kanska tað versta - tey valdu at fara í brøðralag við antidemokratiskar mullar og islamskar fundamentalistar.
MØGULEIKIN SUM FÓRST
SAMBÆRT STEPEN Kinzer eru amerikanskir søgufrøðingar samdir um hesa meting av Operatión Ajax. Teir koma sum heild til ta niðurstøðu, at stjórnarkvettið í 1953 var ein krossvegur, sum hevði við sær, at søgan hjá Iran og øllum Miðeystri fekk eina heilt nýggja gongd.
Kinzer vísir í síni niðurstøðu til metingar eftir eitt nú James A. Bill, Richard W. Cottam, Mark J. Gasiorowski og Nikki R. Keddie. Ein av hesum søgufrøðingum, Mary Ann Heiss, tekur í síni meting soleiðis til:
Leikluturin hjá USA í kvettinum (í 1953)... sannførdi tað iranska fólkið um, at USA hevði lítla umsorgan fyri tess áhugamálum, at tað legði seg meira eftir at stuðla bretska imperialismu enn at veita hjálp til tjóðskaparligt sjálvræði og sjálvstýri. Henda sannføring fekk iranskar nationalistar at skýra USA Tann Stóra Satan og at geva tí skyldina fyri allar tjóðarinnar vanlukkur tey komandi 25 árini ... Oljustríðið í 50-árunum sáddi, við tað at tað setti fót fyri iranska nationalismu, fræið, sum tann islamska kollveltingin 25 ár seinni spratt úr.
Og Richard W. Cottam tekur soleiðis til:
Avgerðin at fella Mossadegh var av sonnum søgulig. Iran var á einum vegamóti, har tann prosentpartur av fólkinum, sum fór upp í ta politisku tilgongdina, ella var sinnaður til hetta, vaks við geometriskari hækking. Hesir vaknandi einstaklingar sóknaðust eftir leiðarum, teir kundu líta á, og sum umboðaðu normar, virðir og stovnar, teir vóru fúsir at taka undir við. Høvdu Mossadegh, tann tjóðskaparliga fylkingin og teir trúarleiðarar, sum tolkaðu Koranina á meira frílyntan hátt, varðveitt tamarhaldið á tí iransku stjórnini, kundu tey virkað sum sosialiserandi útvegur hjá hesi vaknandi fjøldini.
FRÁ AJAX TIL ÁLOPIÐ Á WORLD TRADE CENTER
SJÁLVUR FELLIR Stephen Kinzer henda dóm:
Trúgvir sum teir vóru ímóti víðgongdari islamismu og fúsir sum teir vóru at taka undir við sjálvt ræðuligastu valdsgerðum gjørdust kollveltarar í Iran hetjur fyri víðgongdum fólkum í mongum londum. Millum teirra, sum fingu íblástur av teirra fyridømi, vóru teir afghanar, sum stovnaðu Taliban, førdu rørsluna til valdið í Kabul og góvu Osama bin-Laden ta herstøð, haðani hann setti í verk síni oyðandi terrorálop. Tað er ikki burtur av leið at tekna eina striku frá Operatión Ajax gjøgnum tað kúgandi shahríkið og ta islamsku kollveltingina til tær eldkúlur, sum slúktu World Trade Center í New York.
Hesar metingar, bæði hjá Kinzer og hjá amerikonskum søgufrøðingum, fáa uppaftur meiri tyngd, um havt verður í huga, at bæði í USA og Bretlandi vóru í 1950-árunum politikarar, sum ávaraðu ímóti krossferðini hjá brøðrunum Dulles og tí víðgongdu imperialismuni hjá politikarum sum Winston Churchill.
Attlee iðraði seg ongantíð um sína mótstøðu ímóti uppílegging. Henry Grady, sendiharri í Iran undir Truman, helt, at ein kvettroynd fór at vera "reinur ørskapur" og fór at fýra Iran út í "ruðuleika". Harry S. Truman var ímóti at fella útlendskar stjórnir við kvetti, tí hann ásannaði, at ein ikki kundi spáa um langtíðar fylgjurnar av slíkum tiltøkum, og at tær kundu gerast vanlukkuligar.
MORÐIÐ Á ABRAHAM LINCOLN
SKALDINI ERU mangan tey, sum fyndugast og best duga at lýsa teir søguligu krossvegirnar. Í 1865 varð amerikanski forsetin Abraham Lincoln skotin í einum sjónleikarhúsi í Washington av J.W. Booth, einum víðgongdum suðurstatsmanni. Um hesa hending yrkti amerikanska skaldið Walt Whitman eina av sínum vakrastu yrkingum. Minni kent er helst, at norska skaldið Henrik Ibsen yrkti eina yrking um sama tilburð, har hann í fimta ørindi tekur soleiðis til:
Med glemte løfter, med svekne
ord,
med traktaters forrevne ark,
med brudd fra i år på jer ed fra i
fjor
har I gjødet historiens mark.
Og så ventet I enda, trygge i
sinn,
en høst av det edleste slags!
Se nu spirer jer sæd. Hvilket flammende skinn!
I undres; I vet hverken ut eller
inn, -
ti der vokser stiletter for aks!
Um ein ikki visti, at Ibsen doyði í 1906, og at hann í hesi yrking sipar til europeiskan realpolitikk í seinnu helvt av 19. øld, so kundi ein hildið, at henda yrking var ein viðmerking til álopið á World Trade Center.
Hugsa vit okkum kortini henda seinna møguleikan, so mugu vit leggja aftrat, at misgerðirnar hjá politikarum sum John Foster Dulles (og eftir teir eitt nú Nixon og Kissinger) á ongan hátt avmarka seg til svik ella lyftibrot. Sum víst á í hesi greinarøð, fevna teirra politisku atgerðir eisini um at fyrireika, seta í verk og fremja yvirgang, morð og terror í fremmandum londum, at samstarva við brotsmenn og - í mongum førum - at berja niður demokratiskar tilgongdir.
TAÐ NÝGGJA HEIMSVELDIÐ
SÆÐ Í einum víðari perspektivi var Operatión Ajax tað fyrsta, ella eitt tað fyrsta, stigið í eini menning, sum seinni fór at geva USA fremsta pláss í stríðnum um ríkidømi, tamarhald og vald í heiminum í 20. øld.
Stíva triðingsøld eftir kvettið í 1953 hendi tað merkiliga, og mótsagnarkenda, at samstundis sum USSR gavst við kappingini um heimshegemoni og slepti Breznjev-doktrinini, gjørdi USA somu doktrin til sítt hugmyndafrøðiliga grundarlag.
Hetta hevur havt við sær, at USA í dag er heimsins einasta imperium, eins og tað rómverska ríkið var tað í fornøld. Tað nýggja heimsveldið er tað sterkasta, hvat hermegi viðvíkir, hevur vald á einum stórum parti av heimsins ríkidømi og er enntá farið í holt við, einsamalt, at militarisera rúmdina.
Samstundis hevur landið loyst seg úr øllum moralskum og etiskum høftum, og tað hevur antin tikið seg burtur úr, ella er um at taka seg burtur úr, teimum altjóða sáttmálum av t.d. rættar-, umhvørvis- og hernaðarligum slag, sum tey flestu av heimsins londum enn eru fús at semjast um.
BAKSLÁTTURIN
TALAN TYKIST vera um eitt slag av imperialari hugmóð, sum setir USA (lutvís saman við Ísrael) í eina serstøðu "Jenseits von Gut und Böse" ella, orðað øðrvísi, um eina yvirmenniskjahugsan í andanum hjá Nietzsche, sum er førd yvir á einstakar úrvaldar tjóðir. Hesin hugsunarháttur kom, sum m.a slovenski heimspekingurin Slavoj Zizek hevur víst á (í Foreign Policy januar/februar 2004), á áhugaverdan hátt til sjóndar í fjør, tá USA legði trýst á Serbia.
Amerikanskir embætismenn kravdu, at Serbia flýggjaði sínar egnu møguligu krígsbrotsmenn út, so teir komu fyri altjóða krígsbrotsmannadómstólin fyri gamla Jugoslavia (í Haag).
Men samstundis vildu amerikanarar trýsta Serbia til at undirskriva ein tvílanda sáttmála við USA, har Serbia bant seg til ikki at útflýggja amerikanskar ríkisborgarar, skuldsettar fyri krígsbrotsgerðir ella brotsgerðir móti mannaættini, til tann nýggja altjóða kriminalrættin (ICC), sum fór at virka í fjør, og sum eisini heldur til í Haag.
Hetta er kortini ein onnur, men ikki minni áhugaverd, søga.
Fyribils kunnu vit staðfesta, at yvirgangurin í Miðeystri, og terroratsóknir sum álopið á World Trade Center, ikki bara eru verkið hjá bin-Laden og al-Qaeda, men m.a. eisini - og umvegis - ein avleiðing av tí imperialistiska, antidemokratiska og amoralska uttanríkispolitikki, sum brøðurnir Dulles og Kermit Roosevelt førdu, tá teir í 1953 feldu demokratin Mohammad Mossadegh.
Stephen Kinzer: All the Shah´s Men. An American Coup and the Roots of Middle East Terror. John Wiley & Sons, Inc. 303 krónur.