Hóast ein slík samskipan neyvan er realistisk, so eru fleiri spennandi perspektiv í slíkum. Vit hava ikki roynt tað í Føroyum, at hava fleiri val samstundis. Í Danmark royndu tey tað 20. november í 2001, tá tey høvdu kommunuval og fólkatingsval sama dag. Í 1988 høvdu vit bæði fólkatingsval og løgtingsval, og í 1990 somuleiðis, tá vóru bara eina tríggjar vikur ímillum valini bæði.
Samfelagsfrøðingurin vísti á, at eitt fólkatingsval órógvar politikkin annars, og ofta snýr valstríðið til fólkatingsvalið seg um viðurskifti, sum fara fram í Føroyum heldur enn um fólkatingsviðurskifti, og hann vísti á aðrar fyrimunir við at leggja valini sama dag:
Tað hevði verið ruddiligari hjá flokkunum, tað hevði verið bíligari fyri flokkarnar og tað hevði ført til, at somu politikarar ikki vórðu valdir í bæði tingini.
Tað er rættiliga áhugavert, at vit hvørjaferð velja løgtingsmenn í fólkatingið. Vanliga er eisini talan um leiðandi persónar í flokkunum - og seinast var tað formaðurin í Tjóðveldi og Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður – og táverandi løgtingsformaður.
Tað er rættilga margháttligt soleiðis at velja sama persón í tvey parlament í tveimum ymiskum londum. Hóast hendan siðvenjan er aldargomul í Føroyum, so er tað ikki vanligt í eitt nú Danmark, sum eisini velur fólk í ES-parlamentið. Tey fólk, sum verða vald í ES-parlamentið, leggja fólkatingsarbeiðið frá sær, eru tey frammanundan vald í fólkatingið. Og tey stilla ikki upp til bæði valini heldur.
Her er ein munur á donskari og føroyskari siðvenju. Vit hava bara havt tveir fólkatingsmenn, sum hava verið valdir á løgting. Teir eru Poul Adrian Andreassen, sum umboðaði Fólkaflokkin frá 1964-1968, og Johan Nielsen, sum umboðaði Javnaðarflokkin frá 1960 til 1979.
Hvussu leikur fer, er ilt at spáa um, men valla fer Kaj Leo Johannesen at skriva út val fyrr enn í fyrsta lagi í heyst – og í Danmark er magt sum bendir á, at Lars Løkke Rasmussen heldur ikki trýstir á reyða knøttin fyrr enn í heyst. Kaj Leo Johannesen hevur tó tann fyrimun, at hann hevur góðar veljarakanningar, sum kunnu eggja honum at skriva út val, meðan støðan er øvugt hjá Lars Løkke Rasmussen. Men heilt vist er, at tað ikki verður stutt ímillum valini, so hví ikki skera yvir ein kamb og halda bæði valini sama dag...?