Keðir seg ongantíð

123 børn hugna sær í hesum døgum á legu í Nesvík. ? Tað stuttligasta við leguni er, at fáa nýggjar vinir, heldur 13 ára gamla Gunhild Bjørk av Argjum

Nesvík: So skjótt sum summarfrítíðin hjá føroyskum skúlaungdómi byrjar, fara summarlegurnar í Nesvík í gongd. Fleiri summarlegur hava longu verið í summar, og nakrar vera eisini afturat.
Í hesum døgum eru 123 ungdómar úr 5.-7. flokki á legu í Nesvík. Tey komu mánadagin og legan er liðug fyri teirra viðkomandi fríggjadagin.
Veðrið er ikki av tí allarbesta henda dagin tá Sosialurin kemur á vitjan. Tað regnar illa, og mjørkin hongur langt yvir fjøllini. Men hetta tykist ikki at ávirka lagið á øllum ungdómunum inni í húsinum.
Skógvar liggja tveittir eftir gólvinum við inngongdina, og innanfyri hoyrist málageipan, og lukturin av vátum klæðum og báli snýkir seg upp í nasagluggarnar.
Í salinum beint innanfyri úthurðina hoppa tey band. Ella ikki tey øll, men nøkur av teimum. Virksemið seinnapartin er farið í gongd, og talan er um fýra ymisk tiltøk børnini skiftast um at ganga ímillum. Bátasigling, ítriv, grilla og hoppa band.

Fjórða ferðin

Børnini ganga og mala allastaðni. Sjálvt um regnið dýkir á uttanfyri, so eru nakrir dreingir at síggja á fótbóltsvøllinum uttanfyri leguhúsið. Nøkur sita í eini sofu og hyggja, meðan hini hoppa band, og uppaftur nøkur onnur renna bara runt í salinum.
Niðri í kjallaranum verður roykurin av báli sterkari. Vit ganga eftir luktinum, og skjótt finna vit útav, at tað roykurin kemur útifrá. Tað er uttanfyri at børnini grilla sær sno-breyð, sum tey kalla tað. Men ongi børn eru eftir. Tey eru longu liðug, bæði við at grilla og at eta, og eru farin víðari. Tey tíma ikki at vera í frið, so eftir standa eini fýra vaksin, og fáa sær hvør sítt sno-breyð.
Longri inni í kjallaranum hoyrist málageipan. Har eru nøkur borð, og koppar og tusjir liggja á borðinum. Kring borðini sita gentur og dreingir við hvør sínum koppi og tekna.
? Vit mála krúss við Dávid á, greiðir Gunhild Bjørk frá. Hon er 13 ár og er av Argjum. Hetta er fjórða ferðin hon er á summarlegu í Nesvík. Hon er komin á legu saman við nøkrum av vinkonunum.
? Mær dámar væl at vera her. Tú kemur at kenna nógv nýggj fólk, og her er alla tíðina nógv at gera, so man keðir seg ongantíð.
Gunhild heldur, at tað stuttligasta við leguni er, at ein kemur at kenna so nógv nýggj fólk.
? Vit hava sparkað og verið í jollum, og so hava vit eisini bíbliutímar. Evnið í bíbliutímunum í ár er Dávid og Goliath.
Lagið er gott, meðan tey sita og mála. Prátað og flent verður, og tusjirnar flúgva aftur og fram á borðinum. Tá tey eru liðug at tekna kopparnar, verða teir givnir einum leiðara, sum síðani syrgir fyri, at teir verða brendir, so litirnir ikki fara av aftur.
Uppi í køkinum er eisini gott lag. Har sita nakrar konur og eisini onkur maður rundan um eitt borð, og fáa sær ein kaffimunn við heimabakaðari skuffikøku. Døgurðin er tikin av borðinum, og skjótt verður nátturðin, ið skal fyrireikast, tí tað tekur eina løtu at gera nátturða til eini 150 fólk.
Regnið heldur á at oysa niður uttanfyri, men innanfyri er heitt og fjálgt. Vit takka fyri okkum, og fara útaftur í váta føroyska summarveðrið.

Summarlegur í leguhúsinum í Nesvík

Í ár verða tilsamans 13 legur í Nesvík

Tvær av teimum eru ungdómslegur

1350 børn og ung hava tá summarfrítíðin er liðug, verið í Nesvík á legu