Tað svíður at eg má leggja frá mær

– Men eg veit, at tey, sum taka við, hava evnini, og at tey eru góð, og skilagóð fólk so vónandi hava tey eisini hugburðin, segði Heðin Mortensen í síni seinastu heilsu sum borgarstjóri í Havn

Taki væl við valdinum í Tórshavnar Kommunu, og farið um tað við virðing, ídni og kærleika.

Tað eru ynskini hjá Heðin Mortensen fyri nýggju samgonguna í Tórshavnar Býráð, sum tekur við valdinum á midnátt í annaðkvøld

 

Nýggja býráðið varð skipað í kvøld við Anniku Olsen sum borgarstjóra, og Gunvør Balle sum varaborgarstjóra.

 

Og í síni seinastu heilsu sum borgarstjóri, staðfesti Heðin Mortensen, at hóast tað svíður, at hann nú noyðist at leggja frá sær, ynskir hann nýggju býráðssamgonguni blíðan byr og hepnað hond.

 

– Eg veit, at tit hava evnini. So eg vóni, at tit eisini hava hugburðin sum skal til, fyri at verja og lívga um hesar dýrgripirnar, segði hann.

 

– Eg kenni tykkum fyrst og fremst sum góð fólk, og sum skilagóð fólk, ið vilja Tórshavnar kommunu og Føroya landi alt tað allarbesta, legði hann afturat.

 

– Tí eri eg hampiliga tryggur við at lata tykkum lyklarnar. Tað fer valla at lukkast at fáa tað at ganga reiðiliga av skriðuni til, áðrenn vit fáa tikið um endan aftur, helt hann fyri, við skálkinum aftanfyri oyrað. 

 

Hann staðfestur, at politikkur er eitt torskilt spæl, og tí eru helst eisini nógvar orsøkir til, at støðan bleiv, sum hon bleiv.

 

– Men hetta er úrslitið av telvingini. Ongin regla er brotin, og ongin mannagongd er, sum ikki er fylgd. Tí er tað heldur ikki formliga skeivt, at kyndilin nú kemur á aðrar hendur, um enn tað smakkar mær illa, segði Heðn Mortensen.

 

Men hann ásannar eisini, at hann er fullgreiður yvir, at hetta er ikki fyrstu ferð, at fleiri samgonguavtalur eru gjørdar, ella at orð ikki verða hildin.

 

- Og við hetta lag kunnu vit stúra fyri, at tað verður heldur ikki seinastu ferð. Men tað nýtist ikki at vera so tað átti avgjørt ikki at verið soleiðis, sigur Heðin Mortensen.

 

 

Trýst HER og les meiri um, hvat Heðin Mortensen heldur, eigur at vera gjørt, soleiðis at hetta ikki hendir eina ferð afturat.