Koyr í bukkuspannina

Randi Jacobsen
---------
Fyri umleið tveimum árum síðan læt eg meg yvirtala til at fara á facebook.
Ein ung genta gjørdi alt tað praktiska, legði mynd út av mær, og eitt-tvey-trý frætti eg frá vinfólkum, sum bóðu meg sum vin.
Tað var stuttligt, og eg hættaði mær eisini sjálv at biða um vinskap.
Tað var stuttligt at lesa sjónarmið hjá vinum mínum, og mangan havi eg frætt tíðindi á facebook og havi fingið hugskot at skriva greinir.
Tað er eisini stuttligt at sita eitt nú ein sunnumorgun og práta við vinir.
Í so máta kundi eg næstan ikki verið facebook fyriuttan.
Men so koma fyritøkur og bjóða tær til eitt og annað, og at koma til hugnakvøld av ymsum slag.
So eru tað felagsskapir, sum bjóða mær til tiltøk. Felagsskapir, sum eg als ikki eri limur í.
Tá haldi eg, at facebook er farið at stinka. Handilslig áhugamál og royndir at selja atgongumerki troka seg í so nógv fram.
Av óvart gjørdist eg limur í einum bólki á facebook við keypti og sølu, men sleppi ikki burtur úr tí aftur. Tey brøvini fylla so nógv, at alt annað druknar. Hví kunnu hesi átøk ikki bara hava sína egnu heimasíðu.
Onkur felagsskapur á netinum er, sum eg als ikki tími at vera limur í. Men eg sleppi ikki frá øllum peikifingrunum um málburð, grenjið um vánaligt málbrúk o.a., tí fleiri av vinum mínum eru limir, og teirra sjónarmið bólta inn yvir meg. Eg mæli teimum fólkunum til at gera sín egnu grenjiheimasíðu.
Burtur við øllum hasum og lat okkum vinir fáa frið at skriva saman.