Tá ið 40 ljós standa í føðingardagskakuni, munnu allarflestu ítróttarfólk hava lagt frá sær.
Og tað eru í hvussu so er ógvuliga fá, sum bíða við at gerast virkin ítróttarfólk til tey eru farin um tey 40.
Men 46 ára gamla Maj-Britt Vestergaard úr Lopra, er eitt livandi og talandi dømi um, at tað er aldrin ov seint at fáa lív aftur í stirðnaðar kroppar.
? At renna hevur givið mær eitt heilt nýtt innihald í lívinum og nú ætli eg mær ikki at setast aftur, sigur Maj-Britt.
Vit hittu hana ein dagin í Lopra, nú hon var komin heim í nakrar dagar.
Hon hevur nevniliga búð í Reykjavík, síðani hon blaðung fór til Íslands í 1975.
Tað var bara ætlanin, at tað skuldi vera ein fyribilssteðgur í Íslandi. Men tað endaði, sum so mangan: Hon fekk bæði mann, børn og hús og so kom hon ongantíð heimaftur at búgva, tó at hon javnan er her og vitjar.
Øll tey fyrstu árini gekk alt sína dagligu gongd, uttan tey stóru útsvingini. Hon fekk sær útbúgving sum sjúkrahjálpari og fekk arbeiði á íslendska Landssjúkrahúsinum í Reykjavík, har hon arbeiðir enn.
Men fyri seks árum síðani, tá ið hon var farin um tey 40, hendi nakað, sum síðani hevur havt stóra ávirkan á hana.
Tá lokkaðu nakrar vinkonur hana at melda seg í eitt rennifelag í Reykjavík. Og síðani hevur renningin verið hennara fremsta frítíðarítriv.
? Í Íslandi er heilt vanligt við rennifeløgum av hesum slagnum.
Í felagnum, sum hon er í, eru einir 30 limir, bæði mannfólk og konufólk
? So hava vit ein, sum stílar fyri, tað er eitt slag av einum formanni, sum ger av, hvagar og hvussu langt vit skulu renna, tá ið vit møtast.
Og møtast, tað gera tey ofta, tí tey renna fýra ferðir um vikuna. Tríggjar ferðir um vikuna renna tey einar 8-10 kilometrar, men leygardag renna tey eitt sindur longri, kanska 15-20 kilometrar.
? Men eru kappingar fyri framman, renna vit meiri, kanska fimm, seks ferðir um vikuna í einar tríggjar mánaðir, leggur hon afturat.
Og hóast Maj-Britt var komin væl til árs, í hvussu so er í ítróttarhøpi, tá ið hon rann síni fyrstu fet, ræðist hon ikki kappingar.
Hon hevur verið við í fleiri kappingum í ymsum londum, mest í maraton, hálvum maraton og øðrum kappingum, har longri teinar eru á skránni.
Hon er fullgreið yvir, at hon kemur ikki at gera seg galdandi í olympiskum leikum. Men tað er heldur ikki tað, sum ítrótturin snýr seg um hjá henni.
? Tá ið eg renni, er endamálið at klára allan teinin, og so kanska renna eitt sindur skjótari hvørja ferð. Meiri krevji eg ikki, sigur hon, sum hevur ímillum fýra og fimm tímar um teir stívliga 42 kilometrarnar, sum eitt fult maraton er.
Men í Íslandi hava tey eina serliga útgávu av maraton, nevnt ultra maraton, sum er ein teinur upp á 55 kilometrar yvir dalar og fjøll og um stórar áir. Eitt slíkt maraton klárar hon uppá einar átta tímar, viðhvørt eitt sindur undir, viðhvørt nakað yvir. Tvær ferðir hevur hon runnið ultra maraton, tvær ferðir vanligt maraton og fleiri ferðir hálvt maraton og styttri teinar.
? Men tað stuttligasta at renna, tað er ultra maraton, tí tá renna vit í ymsum lendi, bæði í fjøllunum og vassa yvirum áir, so tað er nógv meiri fjølbroytt.
Næst á skránni er, at hon ætlar sær til Føroya at renna í eini kapping í summar og í heyst fer hon til Rumenia at vera við í eini kapping í Bukarest.
? Rennibólkurin hjá okkum er nevniliga ikki bara ítróttur. Vit hava ein góðan felagsskap á mangan hátt og ein partur av hesum er, at vit skipa fyri útferðum saman. Fyri tveimum árum síðani var rennibólkurin í Føroyum, her tey runnu hálvt maraton.
Nýtt innihald
Maj-Britt Vestergaard sigur, at renningin hevur givið henni eitt heilt nýtt innihald í lívinum.
Hon sigur, at áðrenn hon fór at renna, orkaði hon ikki serliga væl og tað kom ikki fyri, at hon gekk á fjøllunum í Føroyum.
? Men síðani eg fór at renna, eri eg farin at gera nógv burturúr at ganga í fjøllunum, tá ið eg eri í Føroyum, tí nú orki eg nógv betur.
Hon leggur afturat, at hon hevði leingi verið plágað av ovurviðkvæmi , men tað er eisini horvið. Hon heldur, at ein orsøk kann vera, at immunverjan er styrknað, nú hon er blivin so nógv betur fyri kropsliga. Tað ger, at nú tolir hon tað nógv betri, sum hon ikki toldi áður, so at hon heilt sleppur undan at taka heilivág fyri ovurviðkvæmi.
? Men yvirhøvur gevur tað eina kenslu av vælveru, tá ið eg havi runnið. Onkusvegna gevur tað eisini størri sjálvsálit at orka betur og betur.
? Og tað er vist, at forsømi eg renningina ein dag, manglar okkurt í lívinum, tí so sakni eg tað, sigur Maj-Britt Vestergaard.
Hon sigur, at tað er avgjørt nakað hon kann mæla øllum til at gera meiri av.
Men tað er umráðandi ikki at fara ov bragdliga fram, men at byrja í smáum. Hjá henni byrjaði tað við, at hon rann ímillum tveir lyktapelar, so gekk hon yvir til tann næsta og so rann hon aftur. So við og við tók hon fleiri og fleiri lyktapelar ísenn, áðrenn hon steðgaði á og hvíldi seg.
? Tá ið eg fór at renna var tað bara fyri at røra meg eitt sindur. Men so bleiv tað meiri og meiri spennandi og tað gekk eisini ein tíð, so sá eg, at eg eisini kundi vera við í kappingum. Og nú er tað blivið málið at klára meg betur og betur fyri hvørja kapping.
Hon heldur, at Føroyar eru eitt avbera gott land at renna í, tí her eru so nógvar brekkur, sum kunnu geva serligar avbjóðingar.
Ikki minst kundi hon hugsað sær at sæð fleiri konufólk í Føroyum runnið.
Men hon heldur, at skal nakað veruligt gerast burturúr, skulu fólk taka seg saman í rennibólkar, eins og tey gera í Íslandi, tí tað er nógv hugaligari enn at renna fyri seg sjálvan. Í bólkinum halda tey hvørjum øðrum til og so hava tey eisini nógv onnur sosial tiltøk saman, so at talan er um ein rættan felagsskap.
Í hesum bólkinum skal tað eisini vera ein "formaður", sum helst skal hava eitt sindur av skili fyri renning. Men tað er so formaðurin, sum stílar fyri og sigur, hvar tey skulu renna í dag og, hvussu langt.
? Men tað, sum hevur størstan týdning, er at hava einar ordiliga góðar renniskógvar. Nógv, sum ætla sær at renna, gera tað mistak, at tey keypa einar bíligar skógvar fyri at vita, hvussu tað er. Er renning ikki nakað fyri tey, hava tey í hvussu so er ikki tveitt nógvan pening burtur til einar skógvar.
Men í vánaligum skóm er skjótt at fáa ilt í føturnar og so gevast fólk beinanvegin. Tí skal týdningurin av einum ordiliga góðum renniskóm ikki undir-metast - heldur ikki hjá teimum, sum fara sín fyrsta túr, sigur Maj-Britt Vestergaard.










