Hann hevur verið yrkishondbóltsspælari í Spania og í Íslandi, hevur spælt 40 A-landsdystir fyri Ísland og eigur fleiri met, bæði í sponskum og íslendskum hondbólti. Í dag er hann spælandi venjari hjá H71 [...] hetta er sum nevnt steypasigurin í fjør, og í landskappingini higartil í ár hevur H71 vunnið bæði á Kyndli og VÍF. Men hvør er Hans Guðmundsson so? Vit hittu hann á loftinum í Café Natúr mikukvøldið. Stutt [...] síðani á ferð runt um alt Spania, har vit í tvær vikur spældu venjingardystir og luttóku í smærri kappingum. Eg var toppskjútti í øllum teimum kappingunum, men í seinasta dystinum, áðrenn vit skuldu heim
við teksti og nógvum forkunnugum myndum í og hon kostar 237 krónur. Bókin er býtt sundur í tveir partar. Í fyrra parti viðgerð høvundurin ymisk vinnulívsmál. Í øðrum parti viðgerð hann støðuna ímillum [...] skulu setast í verk fyri at tað skal eydnast. Hann sigur, at eitt virki, sum gekk undan í beinraknari framleiðslu, er Toyota, sum, legði til brots í sekstiárunum. ?Toyota var at kalla púra ókent í vestueheiminum [...] pan Føroyar. Leggja hópframleiðslu afturum seg Í vinnulívspartinum lýsir Ólavur Chrsitiansen m.a. gongdina í teimum framkomnum ídnaðarlondunum, sum eru í ferð við at leggja vælkendu hópframleiðsluna afturum
innanríkisráðharran, hvat víðari skal henda í málinum. Avgerðin í Yvirhúsinum er Bretlandi til miklan sóma. Vit minnast, hvussu bretar við dirvi og áræði fóru í kríggj móti nazistunum. Tí fer eingin at gloyma [...] leiðini fram móti heimsrættarsamfelagnum. VIT, sum sita í Føroyum og fylgja hesi gongd, kunnu so fegnast um, at so frægar sjónvarpsrásir sum BBC síggjast í mongum heimum.Henda óhefta miðlarás er við til at lata [...] undirrættur Pinochet í stovuvarðhald, tí ynski var frammi um at fáa hann útflýggjaðan til Spania at verða settan fyri rættin fyri at hava framt brotsgerðir móti sponskum borgarum í Chile undir einaræðisstýri
bygd í 1977 ella seinni, og 5 í tali fyri skip bygd í 1976 ella fyrr. ? Metti fíggjarligi kostnaðurin av hesum lógaruppskotið verður sostatt í mesta lagi kr. 5.225.000,- í 1998, kr. 10.125.000,- í 1999 [...] Ólavur í Beiti Men skal djúpvantsflotin fáa stuðul í trý ár aftrat, so skal tað ikki verða uttan treytir, og sigur Hendrik Old, løgtingsmaður, at ein av treytunum skal verða, at veiðan verður avreidd í Føroyum [...] mánaðin frammanundan. Lækari fiskarí Og í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Hendrik Old, at um øllum kunnugt, fór lógin um íløgustuðul úr gildi í mars mánaði í ár, og hevur fiskiflotin við Føroyar stórt
trupulleikar, at Lise Lyck er her. Hon hevur í nógv ár arbeitt við ferðavinnu, bæði í Danmark, har hon hevur havt ein stóran leiklut í stóra Oyrasundsprojektinum, og í øðrum londum. Á vitjanini skal hon m.a [...] har samskipanin verður sjálvvirkin, kan hon í hægri mun hvíla í sær sjálvum. Ferðavinnupolitikkur Tað er neyðugt at taka politiskar avgerðir, við støði í eini ítøkiligari strategi á ferðavinnuøkinum, [...] olitikkinum, -ætlanini og -strategiini Fokus á effettivitetin í marknaðarføingini og í framløgum Greiðar mannagongdir í góðsku- og nøgdarmetingum Marknaðarføringin Tá Føroyar fór undir ferðavinnu fyri
veldst alt um várið í Danmark - ella í Noreg, hvaðani flagið so kemur, sigur Leivur Hansen. Hann sigur, at í øllum førum verður klárt at spæla á vøllinum á Ólavsøku. Uppi við ovara vøll í Gundadali eru teir [...] Eirikur Lindenskov Menn eru nú farnir undir arbeiðið at gera Tórsvøll í Havn. Í gjár vóru fólk frá Verkfrøðingastovuni og máldu av á økinum, og verður fyrsta dagin farið undir at spreingja 2000 kubikmetrar [...] tað skal eisini bera til at súkkla. Á býráðsfundi í gjárkvøldið skuldi uppskot samtykkjast um at seta Tórsvallargrunnin á stovn longu 1. desember - í staðin fyri sum ætlað 1. jannuar. ? Hetta vísir seg
gongdini í Føroyum seinastu árini er Lise Lyck, lektari. Hon hevur serliga arbeitt við búskaparligum viðurskiftum í smátjóðum og eisini nógv við londunum í Norðuratlandshavi. Lektarin var í Føroyum í vikuni [...] fram, sigur Lise Lyck. Hon heldur ikki, at støðan í Føroyum kann samanberast við hana í Íslandi í 1918, tí fólkið var samt um broytingina, men at drívmegin í Ísland var neyvt samstarv við USA, sum eisini setti [...] ríkisfelagsskapin. Í nútíðar danska samfelagnum er fokus flutt frá Norðurlondum móti Evropa. Lise Lyck sigur, at danir áður vistu meir um, hvat fyrifórst í Svøríki og Noregi og eisini í Føroyum. Hugsa danir
Messias-framførslum í Føroyum annað hvørt ár. Og nú næsta leygardag og sunnudag 5. og 6. desember hava fólk aftur høvi at hoyra Messias í Føroyum. Slíkt kirkjuligt verk hóvar, sum vera man, best í kirkjum. Men [...] summar bera stóran kostnað í sær. Havnarkórið hevur aftur átikið sær fyriskipanaruppgávuna; men í kórinum í ár eru líka so nógvir sangarar úr øðrum kórum í Streymoynni og úr Eysturoy. Í orkestrinum spæla mu [...] Händel. Líka síðan fyrstu framførsluna 1740 í Dublin í Írland hevur hetta megnarverk verið framført á hvørjum ári ? fyrstu árini bert í Onglandi og tá helst í London, men so við og við hava hesar tónle
úr Havn, hevur lisið dramaturgi við universitetið í Århus. Hon hevur arbeitt bæði í Føroyum og Danmark. Í løtuni arbeiðir Vár í Sjónvarpi Føroya. Í dómsnevndini situr eisini íslendski sjónleikarin og Fø [...] komandi stjórin í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Sum íblástur til at fara undir hesa skriving, skipar Leikpallur Føroya saman við Rithøvundafelag Føroya fyri skeiði fyrst í komandi ári í tí at skriva dramatikk [...] dramatikk. Hetta er undir fyrireiking í løtuni, og lýst verður við hesum tiltaki seinni. Lýsing um leikritakapping er aðrastaðni í blaðnum í dag. Leikpallur Føroya, Tórshavn 26. nov. 1998
aðrar fyritøkur í Føroyum, og væntandi verða fleiri avtalur fingnar upp á pláss innan stutta tíð, soleiðis at fyrireikingarnar til ítróttarliga partin av leikunum av álvara kunnu fara í gongd. [...] leikirnir verða á svensku oynni Gotlandi í døgunum 26. juni til 3. juli 1999. Føroyar hava luttikið á øllum leikunum higartil ? leikirnir á Gotlandi eru teir 8. í røðini ? og hesa ferð fer eitt ferðalag [...] tiltøk. Hornasteinarnir í slíkari fígging eru sponsoravtalur við ymiskar fyritøkur, og á tí økinum eru føroyskar fyritøkur ofta lagaligar at tosa við. Oyggjaleikanevndin hevur síðani í summar arbeitt við at