Nú nærkast tíðin aftur til Oyggjaleikir.
Komandi leikirnir verða á svensku oynni Gotlandi í døgunum 26. juni til 3. juli 1999.
Føroyar hava luttikið á øllum leikunum higartil ? leikirnir á Gotlandi eru teir 8. í røðini ? og hesa ferð fer eitt ferðalag upp á umleið 150 fólk avstað.
Tílík tiltøk eru sera kostnaðarmikil, og tí arbeiðir Oyggjaleikanevndin alla tíðina við at útvega fígging til slík tiltøk. Hornasteinarnir í slíkari fígging eru sponsoravtalur við ymiskar fyritøkur, og á tí økinum eru føroyskar fyritøkur ofta lagaligar at tosa við.
Oyggjaleikanevndin hevur síðani í summar arbeitt við at fáa ymiskar sponsoravtalur upp á pláss, og nú er eydnast at undirskriva tað fyrstu!
Nú hósdagin undirskrivaði Oyggjaleikanevndin sáttmála við Tryggingarfelagið Føroyar, sum hevur við sær, at Tryggingarfelagið letur ítróttartaskur til ferðalagið.
Talan er um ítróttartaskur av sera góðum kvaliteti, so hesar koma ógvuliga væl við hjá føroyska ferðalagnum, sum seinast í juni mánaði komandi setur seg í flogfarið á veg til Gotlands.
Oyggjaleikanevndin undirstrikar, at tað hevur sera stóran týdning fyri føroyska luttøku á oyggjaleikunum, at føroyskar fyritøkur sýna tiltakinum ans, og vilja tey í hesum sambandi hjartaliga takka Tryggingarfelagnum Føroyar.
Oyggjaleikanevndin hevur síðani fyrstu leikirnar í 1985 havt samstarv við Tryggingarsambandið Føroyar um at tryggja ferðafólkini, sum fara av stað, og hetta samstarv fer at halda fram við Tryggingarfelagnum Føroyar, sum fyritøkan nú eitur.
Trygging av ítróttarfólkinum er nevniliga ein hornasteinur í fyrireikingunum til einhvørja ferð uttanlands, og hetta hevur Oyggjaleikanevndin altíð lagt stóran týdning í.
Sum nevnt omanfyri hevur Oyggjaleikanevndin nú undirskrivað sín fyrsta sponsorsáttmála til leikirnar á Gotlandi komandi summar. Nevndin hevur samráðingar við aðrar fyritøkur í Føroyum, og væntandi verða fleiri avtalur fingnar upp á pláss innan stutta tíð, soleiðis at fyrireikingarnar til ítróttarliga partin av leikunum av álvara kunnu fara í gongd.









