Vit mugu hava eina ætlan

Lisu Lyck hevði fyrilestur, har útgreina varð hvussu vit skulu fáa eina dygdargóða ferðavinnu í Føroyum

Rigmor Dam


Ferðaráð Føroya hevur í hesum døgum vitjan av danska búskaparfrøðinginum Lise Lyck.

Ætlanin er, at ferðavinnan í næstum skal undir eina stóra umlegging, soleiðis at arbeiðast kan meira miðvíst fram ímóti øktum inntøkum á økinum.

Saknur hevur leingi verið á eini miðvísari ætlan í ferðavinnuni, har ymisku áhugabólkarnirnir, so sum gistingarhús, ferðamannaskrivstovur og flogfeløg eru partar av eini størri eind. Tað er m.a. fyri at betra um hesar trupulleikar, at Lise Lyck er her. Hon hevur í nógv ár arbeitt við ferðavinnu, bæði í Danmark, har hon hevur havt ein stóran leiklut í stóra Oyrasundsprojektinum, og í øðrum londum. Á vitjanini skal hon m.a. fundast við ymsar partar av ferðavinnuni, rágeva og leggja lag á. Eisini skal hon stuðla uppundir í marknaðarføringini, soleiðis at vit fáa størri vinning av ferðavinnuni.


Fyrilestur um ferðavinnuna

Mikukvøldið skipaði Ferðaráð Føroya fyri almennum fyrilestri, har Lise Lyck greiddi frá ymiskum áhugaverdum um ferðavinnu. Vit fara her at prenta ein stuttan samandrátt, av nøkrum av tí, sum varð havt á lofti hetta kvøldið.


Fylgjurnar av ferðavinnuni

Hon spurdi fyrst, hvat vit føroyingar kunnu fáa burturúr einari øktari ferðavinnu. Til hetta segði hon, at burtursæð frá inntøkum, kunnu vit eisini nýta lærdómin frá ferðavinnuni í einum møguligum oljuídnaði, har kravið til tænastustøði er sera høgt. Í oljuvinnuni verður tørvur á gistingarmøguleikum, fundar- og skeiðvirksemi og eini effektivari samferðslu.

Harnæst gjørdi hon upp, hvørjar fylgjur ferðavinnan kann hava á Føroyar. Her talaði hon fyrst um tær beinleiðis fylgjurnar, tær sum kunnu gerast upp, t.d. tal av ferðafólkum og fremmand valuta til landið. Men kanska meira áhugaverdar eru tær óbeinleiðis fylgjurnar, sum koma, tá nógv fólk vitja til landið. Her vóru fleiri dømir:

-Øktar inntøkur til framleiðslu-, matsovu- og handilsvinnuna

-Input í mentanina - ávirkan av fremmandum fólkasløgum

-Betri samferðslumøguleikar - fleiri brúkarar = bíligari íløgur og rakstur

-Image ? ferðafólk minnast landið og siga frá tá tey koma heim. Týdningarmikið altjóða sæð, tí um vit skulu selja eina vøru, mugu vit vera ein partur av hugmynd keyparans

-Gjaldsjavnin ? Í løtuni kemur 96% av framleiðsluni frá fiskivinnuni. Búskaparliga trúvirðið hækkar um vit hava fleiri vinnur at vísa á.


Almennar íløgur

Hví nýta almennan pening til ferðavinnuna? Til hetta segði Lise Lyck, at Føroyar eru á einum sokallaðum 1. stigi í ferðavinnuni, har nógvir peningur tørvast og politiskar ætlanir skulu gerast. Vandi er fyri, at privatir investorar ikki gera nóg stórar íløgur. Einamest tí teir ikki hava so nógvar pengar og eisini tí teir sjálvsagt hyggja eftir, hvat teir sjálvir kunnu fáa burturúr Tá er nærum ógjørligt at gera eina langtíðarætlan, sum veruliga gevur inntøkur til alt landið. Men tá ið ferðavinnan er komin upp á nóg høgt støði, har samskipanin verður sjálvvirkin, kan hon í hægri mun hvíla í sær sjálvum.


Ferðavinnupolitikkur

Tað er neyðugt at taka politiskar avgerðir, við støði í eini ítøkiligari strategi á ferðavinnuøkinum, sigur Lise Lyck. Sostatt er neyðugt við einum ferðavinnupolitikki og -ætlan. Hetta fyri at allir partar í vinnuni skulu vita hvønn veg vit fara og hvat endamálið er ? og harvið kenna sín lut í samstarvinum og samskipanini. Millum annað mugu vit svara hesum spurningum og lúka hesar treytir:

Hvørji ferðafólk ynskja vit? Frítíðarfólk, vinnufólk ella bæði?

Hví kemur hetta ferðafólkið júst til Føroyar?

Ein heildaranalysa á økinum: Samferðsla, gisting, útbúnaður, attraktiónir osv.

Marknaðarføring av Føroyum sum ferðamannaland

Skulu vit hava ser-tænastur ella meira víðar tænastur?

Meting av beinleiðis og óbeinleiðis fylgjunum

Innlima allar áhugbólkar

Hóskandi mannagongdir í ferðavinnupolitikkinum, -ætlanini og -strategiini

Fokus á effettivitetin í marknaðarføingini og í framløgum

Greiðar mannagongdir í góðsku- og nøgdarmetingum


Marknaðarføringin

Tá Føroyar fór undir ferðavinnu fyri nøkrum árum síðani, gjørdi man ein feil við at leypa forarbeiði um. Man kastaði seg sostatt yvir marknaðarføringina, uttan at hava sett sær eitt veruligt mál. Tað er hetta vit skulu forða fyri at hendir enn einaferð.

Lise Lyck talaði um hvussu vit kunnu nýta nýggju tøknina til at marknaðarføra Føroyar. Vit vita longu at ferðafólki í Føroyum eru upplýst og sjálvstøðug fólk. Hesi fólk eru eisini tey, sum hava dirvi at royna nýggju tøknina. Internetið er sostatt ein sjálvsagdur miðil at lýsa við Føroyum. Henda skipan skuldi so lýst allar møguleikarnar tú hevur sum ferðafólk, og eisini skuldi verið møguligt at bílagt pláss beinleiðis.


Ferðaráðið

Petur Olivur í Hoyvík stjórin í Ferðaráð Føroya sigur um samstarvið við Lisu Lyck, at tey nú skulu finna útav um til ber at savna vinnuna og politiska viljan, soleiðis at vinnan fær meira burturúr. Trupulleikin hevur í nógv ár verið væntandi fíggjarlig orka og harvið stórt spill, sigur hann, men nú skulu nýggj tiltøk setast í verk at bøta um viðurskiftini.