Iran fýlist harðliga at ætlanunum hjá USA um at blokera iranskar havnir frá klokkan 15 seinnapartin í dag.
Iranski herurin sigur sambært NRK, at um iranskar havnir verða blokeraðar av USA, verða ongar havnir í Persaraflógvanum tryggar.
- Hóttaninar hjá USA at steðga skipum í altjóða sjógvi, eru ólógligar, og hetta svarar til piratvirksemi, sigur ein talsmaður fyri iranska herin.
Hann leggur aftrat, at havnirnar við Persaraflógvan mugu vera atkomiligar hjá øllum - ella hjá ongum.
Talsmaðurin leggur aftrat, at Iran fer at seta í verk eina "permanenta mekanismu" fyri at varðveita eftirlitið við Hormussundinum.
Hvat ítøkiliga liggur í iransku útsøgnini um eina "permanenta mekanismu", er ógreitt, men tað fara vit helst at hoyra meira um seinni.











